týsdagur 5. mars 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Fyri
Ímóti
Sony-tólið er eisini lætt at brúka. Men tað
gevur eitt veikt óljóð, tá upptøkuknøtturin
verður trýstur inn. Tað verður gjørt við
knøttinum á húsanum, sum aftur trýstir
knøttin á tólinum, og tí kanst tú av óvart
trýsta ov spakuliga. Her kann app’in til
snildfonina vera sera hent.
Innandura er minst óljóð hjá AS15.
Vanligur gul-litur kemur á, og eins og við
Contour eru myndirnar heldur bleytar. Men
innandura góðskan er imponerandi við hópin
av smálutum. Nógv minni óljóð frá skuggum
enn við GoPro, men aftur fyri eisini nakað
myrkari.
Uttandura í dagsljósi eru myndirnar sera
hvassar og góðar. Litirnir hava eina góða
javnvág, og mettanin er í yvirkantinum.
Bláur himmal kemur væl inn á myndina, men
tað kann eisini yvirdrívast.
Tólið klárar biltúrin sera væl. Myndirnar
eru sera hvassar, og kanska ov hvassar, tí
óljóð kemur í allar smálutirnar á trøunum,
sum vit koyrdu framvið.
Biltúrurin um kvøldið verður endurgivin
væl við klárum myndum og sera lítlum
óljóði í myrku økjunum. Sony er hartil meira
neutralt í litunum enn Contour og við meira
smálutum í tunnilsveggjum. Bara við eitt
lítið sindur meira óljóði.
Besta keypið!
Eitt av bíligastu tólunum í testinum er eisini eitt tað besta. Sony-
tólið er serstakliga hvast og riggar væl bæði innan- og uttandura
Sony HDR-AS15
Bíligt og gott
Góð myndagóðska
GPS. Kann stýrar við
app (Bluetooth)
Tunt ljóð
Prísur: 2.500 krónur
sony.dk
Fyri
Ímóti
Meting:
★★★★★★
Hvassar myndir
Wi-Fi
Dekan ov hvast. Skal
festast í sporthúsan
besta keyp
best í test
Contour+2
Óljóð við GPS
Contour+2 er dýrasta tólið í testinum. Við innbygdum
GPS og sera lítlum óljóði klintrar tað á toppin
Contour+2 er lætt at brúka. Set tað upp á
trýst á upptøkuna. Um tú vilt við snildfonini.
Innandura hevur tólið minsta myndaóljóðið í
testini. Vansin er, at myndirnar verða heldur
bleytar og reydligar. Smálutirnir innandura
koma sera væl við, og tó at GoPro hevur fleiri
smálutir, so er óljóðið eisini størri.
Uttandura er góð javnvág í litunum.
Myndirnar eru eisini sera hvassar – áleið við
GoPro. Er bakljós á andlitinum er myndin
nógv klárari enn hjá JVC. Upptøkur frá
instrumentbrettinum í bilinum vísa, at tólið
gevur góðar myndir í ferð. Ikki heilt so hvassar
sum við Sony, men á leið við JVC, men tó við
fleiri smálutum í skuggunum. Tólið hevur
størri myndaskurð enn JVC og fær fleiri
smálutir við.
Ferðin um kvøldið er mest sum uttan óljóð.
Myndirnar eru eitt vet myrkar, men smálutirnir
koma betur við enn hjá JVC. Contour er heldur
reydligt í myndini, so gøtuljósini fáa eina
rosa-litta gloriu. Tí er JVC kanska betri um
kvøldið. Ljóðgóðskan frá mikrofonini er tunn
og gevur nakað av óljóði. Tá er tað gott, at tað
eisini ber til at brúka eina eksterna mikrofon.
Contour+2 er stutt og greitt eitt sera gott tól.
Tað besta í testini!
Prísur: 3.000 krónur
hjelmkamera.dk
Meting:
★★★★★★