Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Deildarleiðari til Arbeiðseftirlitið Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir deildarleiðara til Arbeiðseftirlitið. Talan er um eitt starv, sum fakliga fevnir vítt og breitt, og sum hevur stórar avbjóðingar. Starvslýsing Deildarleiðarin á Arbeiðseftirlitinum hevur høvuðsábyrgdina av: • fakligu- og dagligu leiðsluni av Arbeiðseftirlitinum, • at tryggja, at arbeiðið á Arbeiðseftirlitinum til eina og hvørja tíð er í sam- svari við galdandi lógir og kunngerðir, sum Arbeiðseftirlitið umsitur, herundir eisini íverksetan av nýggjum kunngerðum, • at tilrættisleggja og raðfesta arbeiðið á Arbeiðseftirlitinum, bæði uppá stutt og longri sikt. • at fylgja við í altjóða gongdini innan arbeiðsumhvørvisøkið, • at standa fyri fakligari menning av Arbeiðseftirlitinum og starvfólkunum og • at verða við til at profilera Arbeiðseftirlitið úteftir. Ætlanin er, at tú eisini skal fremja eftirlit sambært ásetingunum í Arbeiðs - um hvørvislógini. Tí skal væntast nakað av feltarbeiði. Deildarleiðarin er partur av leiðslubólkinum á Heilsufrøðiligu starvsstovuni og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur. Førleikakrøv Prógv frá hægri lærustovni / universiteti innan eitt av hesum økjum: • náttúruvísindaligt prógv, • verkfrøðingur, • Cand. scient., • aðrar viðkomandi útbúgvingar frá hægri lærustovni/universiteti. Tað er ein fyrimunur, um prógvið er á M.Sc. stigi, men er ikki eitt krav. Tað er eitt krav, at tú hevur arbeitt nøkur ár eftir lokna útbúgving. Leiðslu- royndir, starvsroyndir við eftirliti og hollar fyrisitingarligar royndir eru fyri munir, men er ikki eitt krav. Onnur krøv og eginleikar Í starvinum skalt tú harafturat: • hava málsviðgerðina og eftirlitsskylduna fyri ávís fakøkir, • duga væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og eisini á norður- lendskum og enskum máli, • arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, • duga at fasthalda yvirlitið, um hart leikar á, • hava kunnleika til framkomnar KT skipanir, • hava koyrikort til bil. Ynskilig evni og eginleikar: • dagliga verða savnandi deildarleiðarin á Arbeiðseftirlitinum, • vera diplomatisk/ur, duga at taka avgerðir og loysa trupulleikar, • duga at skapa eitt gott, mennandi og motiverandi arbeiðsumhvørvi, • sera góð samstarvsevni krevjast. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir vítt og breitt um a rbeiðsumhvørvisøkið, og sum hevur møguleika fyri at fáa avgerandi á virkan á raðfesting av arbeiðsuppgávunum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning. Tíð og setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv, og vænta vit, at tú kanst byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Verður tú løntur eftir sáttmálanum hjá Akademikarafelag Føroya, verður viðbótin fyri deildarleiðarastarvið samsvarandi deildarleiðara 2. Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.lnd.fo. Umsóknin Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum og viðmælum, skal sendast til Heilsu- frøðiligu starvsstovuna, Falkavegur 6, FO 100 Tórshavn, ella á hfs@hfs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 22. mars 2013, kl. 12.00. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóri, telefon 556400. Stutt um Arbeiðseftirlitið Arbeiðseftirlitið var frá 1. mars 2011 lagt til Heilsufrøðiligu starvsstovuna at umsita. Arbeiðseftirlitið umsitur: • løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi við tilhoyrandi kunngerðum, • løgtingslóg um kavaravinnu, • løgtingslóg um spreingievni, • løgtingslóg um tiltøk at minka um royking og • reglurnar um mát, løggildar vektir og nøgdarmátarar. Arbeitt verður við at dagføra regluverkið, sum heild. Í tí sambandinum er uppskot til broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi lagt fram í Løgtinginum, sí løgtingsmál 83/2012. Uppgávurnar á Arbeiðseftirlitinum eru burturav myndugleikauppgávur. Á Arbeiðseftirlitinum starvast 5 fulltíðarsett fólk í føstum starvi aftrat deildarleiðaranum, sum her verður søkt eftir. Lýsingin er eisini at síggja á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo. Umhvørvisstovan søkir eftirlitsfólk til deildina Vernd Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo Umhvørvisstovan søkir eftirlitsfólk til deildina Vernd at byrja skjótast gjørligt. Starvið fevnir serliga um eftirlit og máls- viðgerð í málum innan umhvørvislóggáv- una. Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú kemur at ar- beiða sjálvstøðugt og eisini í tøttum sam- starvi við deildarleiðaran og hini starvsfólk- ini á deildini. Starvið Starvið er fjølbroytt og er bæði fakliga og persónliga avbjóðandi og fevnir m.a. um eftirlit og málsviðgerð innan umhvørvisøk- ið, serliga við umhvørvisgóðkendum virkj- um. Harafturat kann verða talan um aðrar uppgávur alt eftir áhuga og førleikum. Førleikar Skikkað til starvið eru fólk, sum hava út- búgving innan umhvørvi, lívfrøði, tøkni ella líknandi ella hava royndir innan hesi ella líknandi arbeiðsøki, so sum málsviðgerð, eftirlit o.a. Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kanst arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva. Eisini krevst teldukunnleiki á brúkarastigi til vanlig forrit, so sum MS Office, og evni til at samskifta við onnur, bæði í skrift og talu. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur. Tað er ein fyrimunur at hava royndir frá vinnulívi ella almennari fyrisiting. Koyrikort til bil er ein treyt. Setanarviðurskifti Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanar- treytir eru sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. mars 2013. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us@us.fo ella sum bræv. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, ella Jóhonnu Olsen, stjóra. Umhvørvisstovan søkir eftirlitsfólk til deildina Vernd Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo Umhvørvisstovan søkir eftirlitsfólk til deildina Vernd at byrja skjótast gjørligt. Starvið fevnir serliga um eftirlit og máls- viðgerð í málum innan umhvørvislóggáv- una. Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú kemur at ar- beiða sjálvstøðugt og eisini í tøttum sam- starvi við deildarleiðaran og hini starvsfólk- ini á deildini. Starvið Starvið er fjølbroytt og er bæði fakliga og persónliga avbjóðandi og fevnir m.a. um eftirlit og málsviðgerð innan umhvørvisøk- ið, serliga við umhvørvisgóðkendum virkj- um. Harafturat kann verða talan um aðrar uppgávur alt eftir áhuga og førleikum. Førleikar Skikkað til starvið eru fólk, sum hava út- búgving innan umhvørvi, lívfrøði, tøkni ella líknandi ella hava royndir innan hesi ella líknandi arbeiðsøki, so sum málsviðgerð, eftirlit o.a. Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kanst arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva. Eisini krevst teldukunnleiki á brúkarastigi til vanlig forrit, so sum MS Office, og evni til at samskifta við onnur, bæði í skrift og talu. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur. Tað er ein fyrimunur at hava royndir frá vinnulívi ella almennari fyrisiting. Koyrikort til bil er ein treyt. Setanarviðurskifti Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanar- treytir eru sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. mars 2013. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us@us.fo ella sum bræv. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, ella Jóhonnu Olsen, stjóra.