Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur petur reinert Eg selji avgerðir Hann hevur mest ótakksama arbeiðið í fótbóltsheiminum, men hann elskar tað. Hann saknar kensluna av at hava tapt ella vunnið eftir ein dyst. Hann er júst blivin 35 ár, men er longu millum royndastu dómararnar í føroyskum fótbólti. Hann er ikki í iva um, at hann kundi dømt í Superliguni, men valdi heldur at koma heim. Eftir 20 ár sum dómari, so er tað serliga ein døming í Klaksvík, sum plágar hann enn. Hann er bersøgin og egin. Hann er Petur Reinert Tróndur Arge – Eg selji avgerðir, soleiðis lýsir Petur Reinert yrkið sum dómari. Tað er ikki altíð, at dóm­ arin sær alt, sum fyri­gongur á vøll­inum, men tá ræður um at selja avgerðina. – Fótbóltsspælarar eru sum hundar ið lukta blóð. Fáa teir fyrst illgruna um, at tú ikki veitst hvønn veg eitt frí­spark ella eitt innkast skal døm­ast, so bíta teir, sig­ur Petur Reinert, altjóða dóm­ ari. Sum dómarin mást tú viðurkenna, at tú ikki altíð sær alt. Tá er umráðandi, at fanga reaktiónina hjá spæl­ ar­anum. – Tað er ein løta upp á eini tvey sekund, har reak­tiónin hjá spælaranum er erlig. Tað er hana, tú mást fanga, sigur Petur Reinert, sum hevur verið dómari í áleið 20 ár. Hann ásannar tó, at tá hann er í iva, so er lættast at geva fyrimun til liðið, sum er í verju støðu. – Sjálvandi leggja spælarar trýst á okkum, men eg eri full­vísir í, at allir dómarar í Før­oyum døma eftir bestu sann­føring. Samrøðan er bara nakrar minuttir gomul og Petur Reinert er ikki bangin fyri at siga tingini, sum tey eru. So­leiðis er Petur Reinert sum persónur og tað sleppur ong­in at broyta. Heldur ikki dómarafloytan. Dómari sum 15 ára gamal Longu sum 15 ára gamal dømir Petur Reinert sín fyrsta dyst. Hann er uppvaksin í Leirvík og heldur seg framat sum ungdómsspælari í LÍF. Áhugin fyri fótbólti kemur á ungum aldri, tá Petur Reinert gamli settur eitt VHS band í videomaskinuna. Á bandinum er ein upptøka av kenda landsdystinum millum fyrrverandi Sovjetsamveldið og Danmark, sum danir vinna 4-2. – Tað er fyrsti fótbólts­ dyst­urin, eg sá, sigur Petur Reinert, sum hevur sett seg til rættis hinu megin skriv­ ara­borðið. Hann líkist meiri ímyndini av einum fótbóltsspælara við tatoveringum, hálsbandi við einum krossi á og vátum hár­i, ið er væl greitt. Ímyndin av einum dómara er heldur ein, ið ikki ger seg so sermerktan, men soleiðis er ikki við 35 ára gamla Peturi Reinert. Tað gongur skjótt upp fyri honum, at hann er væl egn­ aður til at døma. Hann goym­ ir seg ikki aftan fyri floytuna, men luttekur heldur, sjálvt tá samskiftið millum spælara og dómara er heitt. Tað gerst Peturi tíðliga greitt, at hann ongantíð verð­ ur nakar fótbóltsspælari. Døm­ing­in fær hægri rað­fest­ ing. Í 1999 eru boð eftir hon­ um til dyst í bestu deildini. – Tað var Niklas á Líðar­ enda, sum sá meg døma ein dyst. Hann bað meg taka dómara­prógv. Tá hann ringdi og fortaldi, at eg skuldi døma í bestu deildini gekk tað upp fyri mær, at hetta var álvara, greið­ur Petur Reinert frá. Dysturin millum B68 og VB endar málleysur. Petur kem­ur væl frá dømingini. Eitt nýtt kapitul er byrjað í lív­inum hjá leirvíkinginum. Kundi dømt í Superliguni Tað er ein ágrýtin dómari, sum um aldarskiftið flytur til Lemvig í Danmark at lesa. Við bringuni fremst meldar Petur seg inn í Holsterbro dommerklub, men tað rínur ikki við hjá nøkrum, tá leir­ víkingurin greiðir frá sín­um royndum í føroyskum fót­ bólti. – Tað kundi teir ikki lagt minni í. Eg varð settur at døma Seriu 5, sum er millum vána­ligastu deildirnar í donsku fótbóltsskipanini, sigur Petur Reinert, sum flenn­ir og ristir við høvd­ inum. Tað endar við, at Petur møtir upp til dyst, men har eru ongir hjálpardómarar. Tá fær hann at vita, at í Seriu 5 eru ongir hjápardómarar og tú mást bara døma rangstøðu eftir bestu sannføring. – Tá eg so helt at ein spæl­ ari var dekan og leysur, so bríkslaði eg fyri rangstøðu. Eg væntaði tað ringasta, men spæl­arin steðgaði bara upp og ongin segði nakað. Tað kundu føroyskir spælarar lært nakað av, heldur Petur Reinert fyri. Men Petur hevði ikki heilt lisið upp á reglugerðina, tí løtu seinni gav hann eitt gult kort. Brádliga fór spælarin av vøllinum, tá Petur rópar á hann; »Eg gav tær bara gult!« Spælarin nikkar og gongur av vøllinum. Í Seriu 5 kostar eitt gult kort tíggju minuttir á bonkinum. Hóast tað byrjar nakað illa, so gongur skjótt rætta vegin. Petur dømir stutt seinni í Seriu 1 og síðani í Jyllands­ seriuni saman við millum ann­að Jacob Kehlet, sum í dag dømir í Superliguni, ið er besta deildin í Danmark. Eftir fýra árum í Danmark, stendur Peturi Reinert í boð­ ið at koma víðari, men hann tekur avgerð um at flyta aftur til Føroya. – Eg hevði heilt vist kunna dømt í Superliguni. Eg havi dømt dystir við Super­liga liðum og tað er ikki so øðr­vísi sum at døma onnur lið, sigur Petur Reinert. Hondin hjá Hanusi argar enn Tað tekur leirvíkinginum eitt ár at sleppa at døma í bestu deildini í Føroyum aftur. Men so gongur eisini skjótt. Hann fær fleiri av stóru dystunum og móti endanum av 2005 dømir hann tveir minniligar dystir. Fyrst døm­ir hann granna­ uppgerðina í Vági millum VB og TB, og vikuna eftir dømir hann dystin millum B36 og HB, sum var ein FM finala. Petur Reinert Føddur: 28. februar 1978 Búsitandi í Leirvík, lisið til lærara í Nørre NIssum, DK, Giftur við Noomi Reinert 2 døtur (Teresa og Isabella Reinert Bestu deild Føroyar: 12. september 1999 B68 - VB Fyrsti altjóða dystur: Kekkia - Ukraina U17 mars 2007 Petur Reinert dømir fyrtsu »FM-finaluna« eftir at besta deildin fór til 27 umfør í 2005. – Tað er besti dysturin eg havi dømt. Gundadalur var stúgv­ andi fullur og FM heitið stóð upp á spæl