Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur – Tað er besti dysturin eg havi dømt. Gundadalur var stúgv­andi fullur og FM heitið stóð upp á spæl, greiðir Petur Reinert frá. Men tað eru ikki bara góð minni Petur hevur frá døm­ ing. Serliga er tað ein avgerð í klassikaranum millum KÍ og HB í 2009. Stutt fyri tíð er HB á odda 1-0, tá HB er í álopi. Brádliga liggur bólt­ urin í KÍ málinum. Hanus Thor­leifs­son hevur brúkt hondina til hjálpar til at leggja HB á odda 2-0. Einastu menninir, ið ikki síggja tað, er dómararnir. – Eg visti at okkurt var hent. Eg visti bara ikki hvat. Eg hugdi upp á hjálpar­dóm­aran og hann hevði heldur einki sæð. Eg hevði tí ongan annan møguleikan, enn at bríksla fyri máli, greiður Petur Reinert frá. Hann vísir eisini á eina aðra hending í Klaksvík, tá hann gevur Sorin Anghel gult kort fyri film. Eftirfylgjandi er øllum greitt á sjón­banda­ upptøkuni, at bein­ini blivu tikin undan tá­ver­andi EB/ Streyma spæl­aranum. UEFA dómari Í 2006 verður Petur Reinert UEFA góð­kendur dómari og við tí fylgja fleiri spenn­andi uppgávur. Millum annað dømir hann dyst millum ser­ biska FK Rad og eitt lið úr San Marino. – Har vóru fleiri her­ menn enn tað vóru áskoð­ arar til dystin. Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi. Áskoðarar komu til dystin tveir tímar áðrenn og sungu og róptu allan dystin, greiðir Petur frá. Petur upplivdi eisini at skula døma í Luksemburg, tá øll útgerðin hjá føroysku dóm­ar­unum var stolin. – Tá vóru góð ráð dýr, men vit máttu keypa tað mest neyð­ uga, og so máttu vit læna út­gerð, sigur Petur Reinert. Hann hevur eisni roynt at dømt eitt walisiskt lið, har tað gekk meiri út upp á at øsa seg sjálvan upp, enn at spæla fót­bólt. Men hóast hann hevur dømt fleiri spennandi og stórar dystir, so er tað dyst­urin millum B36 og HB, sum stendur sterkastur í myndini. Døming hevur sínar skuggasíður Petur Reinert elskar at døma, men tað er ikki uttan skugga­ síður. Leirvíkingurin hevur millum annað upplivað at verð­i álopin í frítíðini. Tað hendi millum annað á G! Festi­val­inum fyri nøkrum árum síðani, tá ein maður legði eftir honum. – Eg kendist ikki við mann­in og skilti heldur ikki hvat hann tosaði um, men tað var onkur døming hann var ónøgdur við, greiðir Petur Reinert frá. Petur hevur eisini verið biðin um at fara úr eini Café, tí onkur stóð uttanfyri, ið vildi hava fatur á honum. Eisini kunnu viðmerkingarnar vera ógvu­sligar. Eitt kvøldið sita konan og Petur á einum bonki og eta, tá ein maður gong­ur framvið og sigur; »Eg vóni at tú setur tað í hálsin.« – Tað eru nógv fleiri góð ting við at vera dómari enn tað er keðilig, men tað vísir seg, at fólk halda tey hava rætt at siga alt við teg, sigur Petur Reinert. Við aldrinum er yrkið sum dómari blivið lættari og nú er tað meiri sjáldsamt, at spælarar eru eldri enn dóm­ arin. Fyribils hevur Petur onga ætlan um at gevast, sjálvt um hann bara tekur eitt ár í senn. Hann metir, at stigið á før­ oyskari døming er økt nógv, síðan hann sum 15 ára gamal byrjaði at døma. – Dómararnir í framtíðini verða betri enn vit eru, sigur Petur Reinert at enda. Hann hevur uppgivið at flyta til størri lond og royna seg sum dómara, men hann hevur ein dreym um at fáa stórar og spennandi altjóða uppgávur. Til ta tíð er hann klárur til enn eitt spenn­andi kappingarár í før­oyskum fótbólti. Fótbóltsspælarar eru sum hundar ið lukta blóð. Fáa teir fyrst illgruna um, at tú ikki veitst hvønn veg eitt frí­spark skal døm­ast, so bíta teir Myndir: Álvur Haraldsen