Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ó k e y p i s l ý s i n g a r b l a ð • m a r s 2 0 1 3 unavík 12 Nýggj breyð hjá Bakarínum Miðberg Dagførdur handil í Saltangará – Norðbreyð og Steinaldarbreyð, sum vit eru farin at baka, eru væl umtókt millum okkara viðskiftafólk, sigur Sofus Hansen, bakari, sum eigur og rekur Bakaríið Miðberg Bakaríið Miðberg, sum hevur dagført sølubúðina við ljósari litum og nýggjum lampum, hevur stívliga 20 fólk á lønarlista Umframt allan vanligan bakstur, sum Bakaríið Miðberg í Saltangará bakar, er bakaríið eisini farið at baka tvey nýggj breyð, norðbreyð og steinaldarbreyð, sum tey verða rópt. Sofus Hansen, bakari, sum eigur og rekur bakaríið, sigur, at norðbeyð er eitt luftugt, bleytt og lekkurt breyð, sum er vælsmakkandi. Færri kolhydratir – Ofta verður sagt um fransbreyð, at tey hava so nógv kolhydratir, sum ikki verður hildið at vera so sunt. Í staðin hava norðbreyð bara ein fjórðing av kol­hydratunum, sum fransbreyð hava, og har­aftrat eru tey full av proteinum. Bakarin sigur, at tað ikki minst eru fólk, sum íðka umframt mong onnur, sum keypa hesi breyð. – Norðbreyð er eitt gott breyð, sum er væl móttikið av okkara viðskiftafólkum, leggur hann aftrat. Steinaldarbreyð Sofus Hansen sigur, at steinaldarbreyð hevur einki malið mjøl, men kornkjarnir og eitt nú mandlur, valnøtur og olju. – Tá einki hveitimjøl er í hesum breyðum, eru tey eisini glutenfrí. Hetta er heppið fyri mong, tí tað eru alt fleiri og fleiri, sum ger­ ast ovurviðkvom. Hesi breyð fáast bæði ljós og myrk í liti. Bakarin sigur, at bæði norðbreyð og steinaldarbreyð eru vælumtókt millum við­ skiftafólkini hjá Bakarínum Miðberg. Tað er umleið ein mánaði síðan, at sjálv sølubúðin í Bakarínum Miðberg í Saltangará varð liðugt dagførd. – Vit hava ikki gjørt tað heilt stóra, men vit hava málað og fingið nýggjar lampur, sigur Sofus Hansen, bakari og eigari. Tunnilsdagurin Nú tunnilsdagur verður leygardagin, fer bakaríið at hava tilboð við morgun- breyði. – Vit hava eisini nýggj og spennandi breyð, sum fólk eisini hava høvi at keypa, soleiðis at tey kunnu royna tey, tá tey koma heimaftur av ferðini í Runavíkarøkinum, leggur hann aftrat. Tað eru 10 ár, síðan Sofus Hansen gjørdist eigari av bakarínum í Saltangará. – Við øllum, sum eisini eru parttíðar knýtt at virkseminum, eru vit stívliga 20 fólk á lønarlista, sigur hann. Náttararbeiði Tá vit hittu Sofus út á fyrrapartin týs­morg­ unin, hevði hann verið til arbeiðis náttina fyri – og til klokkan 07. – Jú, her verður nógv arbeitt um náttina, og tað er neyðugt, um allur bakstur skal verða klárur morgunin eftir. Sofus Hansen sigur, at Bakaríið Miðberg sjálvt koyrir vørur út til viðskiftahandlar, og tað eru tveir bilar við førarum, sum taka sær av hesi uppgávu. Dagføringar eru gjørdar í handilshølunum í Bakarínum Miðberg, sum nú eru ljósari og hugnaligari at koma inn í Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er Sofus Hansen, sum eigur Bakaríið Miðberg í Saltangará. – Vit hava nýggj breyð, sum viðskiftafólk eftirspyrja, sigur hann