Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Hergeir Nielsen Tíðargrein á síðu 15 Frá Thule til Gedser Magnus tausen Eygamálið á síðu 14 Nær og hvar er líka mikið Sjúrð­ur Skaale rør nú aftur fram­und­ ir, at flokk­ar eiga at melda greitt út, hvønn teir ætla samstarva við í sam­ gongu. Hann vísir á, hvussu veljarin verð­ ur lumpaður, tá flokkar skipa sam­ starv eftir valið. Og rætt er tað, at velj­ arin ikki ánar, hvønn politikk hann fær við at velja tann og tann flokk­in, tí illa ber til at fáa skil á, hvør flokk­ ur­ rek­ur hvønn pol­i­tikk, tí flokk­ar­nir formulera ikki samgongupolitikkin, fyrr enn valið hevur verið. Fyri síðsta val sá út sum um, at gott samstarv var mill­um Sam­ bands­- og Javnaðarflokkin. Síð­ani Fólk­a­flok­k­u­r­in pakkaði sam­an á vári í 2011 og rýmdi frá Kaj Leo Jo­hann­ e­sen úr Tinganesi lá í kort­u­num, at »makrel­samgongan« mill­um Sa­m­ bands­flokk­in, Javn­að­ar­flokk­in og Tjóð­veldi fór at halda fram eftir val­ ið. Men longu valkvøldið boðaði Kaj Leo Johannesen frá, at »fólkið hevði valt at snar­a til høgru«. Sam­bært Sjúrði Skaale, so er tað nógv lættari hjá floksformonnunum at føra val­stríð, tá teir sleppa frá at siga framm­anundan, hvørjum teir skulu sam­starva við. Og rætt er tað. Tí kundi løgmaður gera tað púra ó­revs­aður. Jav­nað­ar­for­mað­ur­in hevur meld­ að út, at hann fer ikki í samstarv við Fólk­a­flokk­in. Hvør kundi ímyndað sær eina stjórn í Danmark við Kon­ serv­ati­va Fólkaflokkinum og Javn­ að­ar­flokk­i­num? Kortini stingur Ger­hard Logn­berg al­ment floks­for­ mann­in í ryggin og vil hava samstarv við Fólka­flokkin. Hetta vísir bara, hvussu lítið skil er í eis­ini innanhýsis í flokkunum. Javn­að­ar­flokk­ur­in svíkir sínar velj­ ar­ar, um hann fer í samgongu við Fólka­flokk­in. Og Fólkaflokkurin svík­ir sínar veljarar, um hann fer í sam­starv við Javnaðarflokkin. Tað er tí, at annar hevur stevnuskrá til vinstru og hin til høgru. Teir eru mót­ setn­ing­ar. Sama kundi tú sagt um Tjóðveldi og Fólk­a­flokk­in. Men Tjóðveldi velur poli­tikk­in frá, tí flokkurin fær ikki ført pol­i­tikk, fyrr enn hann hevur loyst frá danska ríkinum. Høgni Hoy­ dal fær ikki verið til politiskt utt­an Jørgen Niclasen, og tí fær hann ikki avskrivað Fólkaflokkin. Men Fólk­a­ flokk­ur­in klárar seg sakt­a­ns uttan Tjóðveldi. Jørgen kann gníggja sær í lógv­u­num, með­an hann sær Tjóðveldi standa sum narr­að­ur tannáringur – með­an Fólka­flokk­ur­in hugnar sær í Tinga­nesi við Sam­band­i­num. Blokk­pol­i­t­ikkur ella ikki. Men eitt er vist, at um politikarar ikki klára at prógva sítt politiska trúvirði, so er spurn­ing­u­rin, um vit hava brúk fyri pol­it­isk­um flokkum. Sjálvsøkni mil­l­um pol­it­ik­ar­ar­nar er so stórt, at tað skugg­ar fyri felagsskapinum og pol­itisku hug­sjón­unum. øllum dámar ikki blokk Gongst sum tey trý ting­fólk­ ini, Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen vilja, so verður møguligt hjá sam­ kynd­um at giftast seinni í ár. Sambært upp­skots­still­ar­ u­num, so gera tey púra greitt, at tað ikki snýr seg um, at sam­kynd skulu kunna vígast í kirkj­um og samkomum, men at geva teimum somu rætt­indi, sum grannalond okk­ara langt síðani hava sett í gildi. Nú kenna vit hetta slagið av málum, sum fáa so nógva um­røðu í politisku skipanini og í miðlunum. Onkur vil kanska siga, at nú er nóg nógv tosað um makrel og um markn­að­ar­atgongd, so nú er tíð upp á at fáa eitt etiskt rum­b­uls­mál framaftur. Okk­um nýtist ikki at fara so langt aftur at finna líknandi mál. Nakrar roynd­ ir vórðu gjørdar fyri at fáa broytt grein 266 b í revs­i­lóg­ ini, so hon ikki ger mun á fólki vegna kynsliga orientering. Mikil orrusta stóðst tá, men 15. desember í 2006 at­ kvøddu 17 tingfólk fyri og 15 ímóti at tey samkyndu eisini skuldu verjast í grein 266b í revs­i­ligóini. Hetta elvdi millum annað til, at Tjóðveldi klovnaði. Kar­ sten Hansen kendi seg so illa mill­um sínar partamenn, sum so­leið­is eftir hansara tykki háð­aðu Gud og Halgubók, at hann fór úr flokkinum og lim­aði seg inn í Miðflokkin. Nú verð­ur áhugavert at vita, um søgan fer at end­ur­ taka seg. Javnaðarflokkurin eig­ur onkran, sum heilt víst kenn­ir seg illa av slíkum upp­ skoti – her hugsa vit serliga um Ger­hard Lognberg, sum ikki leggur fingrarnar í­mill­ um í etiskum málum. Hann hevur nýliga stungið for­ mannin í ryggin eftir frá­boð­ an­ina um at leggja Fólka­ flokk­in á ís. Um vit ímynda okk­um, at meirilutin í Javn­ að­ar­flok­k­i­num verður so – sam­bært Gerhard Lognberg – »ókristiligur«, at hann tek­ ur undir við slíkum, so kann hann valla kenna seg væl har. Jú víst fáa tingfólk nógva tíð at ganga við lutvíst smá­ um málum, sum heilt natúr­ liga bara áttu at verið av­ greidd. Í mongum førum verð­ur næstakærleikin bara til orð, heldur enn til politikk í verki. Men hvussu hetta málið end­ar veldst nógv um, hvat løg­mað­ur sjálvur sigur. Hann er van­liga positivur í slíkum mál­um, men valla setir hann sam­gong­una upp á spæl fyri at víga samkynd. Samkynd giftast borgarliga Fríggjadagin 15. mars kl. 16 letur ein framsýning við myndum hjá Edward Fuglø upp í Galerie Focus í Lamba­ gerði 1 í Havn. Fram­sýningin er opin til 27. mars: týsdag til fríggj­a­ dag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir av­talu. Vit kenna mest Edward Fuglø frá at hann hevur sett pallmyndir upp, t.v.s. at gera scen­o­grafi til ymiskar fram­ førsl­ur. Tá man so tekur og set­ur eitt frímerki á ein bræv­bjálva, so er Edward Fuglø aftur har, hann hevur fing­ið virðisløn fyri eitt tað vakr­asta frímerki í Evropa í 2003. Í Føroyum er Edward Fuglø eisini kendur fyri at byrja Leikalund. Handilin Leik­a­lund, í Gamla Klaks­ víks­hand­l­inum, selur bøk­ur, tón­leikalist o.m.a og skipar fyri skiftandi mynda­fram­ sýn­ingum. Máln­ing­arnir hjá Ed­ ward Fuglø hava sur­real­ is­tiskt snið eyð­kenni, tað er inn­i­haldsliga ein vend í før­oysk­ari list. Sur­real­ ism­an lýsir veru­leikan klædd­an i ein annan ham, sum er meira líkur eini dreyma­verð, dømi um sur­ r­e­ali­stiskar málarar eru Max Ernst, Salvador Dali og Yves Tanguy. Surrealisma er at fara út um veruleikan segði upphavsmaðurin til surrealismuna, rit­høv­und­ ur­in Guillaume Apollinaire í 1917. Í dag er surrealisma ein rørsla stovnað av André Breton í 1924, sum man kann síggja at Edward Fuglø speglar sær í. Myndevnið hjá Ed­ward Fuglø hevur verið ym­isk dýr/menniskju. Á fram­ sýn­ing­ini í Galerie Focus er mynd­e­vnið í flestu myndu­ num kvadrat. Edward Fuglø í Galerie Focus »Sig okkurt skvaldur so verður tú valdur...« J. Telling J.