Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ferðslutrygd Áki Bertholdsen Tað er ein spurningur, hvus­ su nógv koyriskeið á hálku­ breyt bøtir um ferðslu­trygd­ ina. Tað staðfestir Ráðið fyri Ferðslu­trygd. Sum tað sæst aðrastaðni her í blaðnum hevur Kári P. Høj­gaard, landsstýrismaður í inn­l­endismálum, sett spurn­ ing­in um at gera eina koyri­ tekn­iska breyt í Før­oy­um, aftur á dagsskrá. Men spurningurin er, hvus­su nógv ein slík breyt bøtir um ferðslutrygdina. Brynhild Høgnadóttir, dag­lig­ur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur, at í veruleikanum er onki ein­ týðugt svar upp á, hvussu tað ávirkar ferðslutrygdina, at tey, sum taka koyrikort, og onnur, fara á skeið á koyri­ tekn­isk­ari breyt. Annars hevur Ráðið fyri Ferðslu­trygd áður mælt til, at ein slík breyt verður útvegað í Føroyum og ráðið hevur eisini verið við í arbeiðnum at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum. Ætlanin við koyri­tekn­ iskari breyt er, at bilfør­arar, und-ir tryggum umstøðum, kunnu royna síni evni í yms- um vandamiklum støðum, so sum at koyra í hálku og myrk­ri og at snara undan eini forðing við nógvari ferð. Endamálið er at bøta um koyriførleikan hjá bil­førar­ um og tað skuldi so aftur bøtt um trygdina hjá øllum í føroysku ferðsluni. Onki svar Men Brynhild Høgnadóttir sigur samstundis, at tað eru ong­ar ítøkiligar kanningar, sum vísa, at frálæra á koyri­ tekn­iskari breyt minkar um tal­ið á ferðsluvanlukkum og deyð­um í ferðsluni. Tvørtur ímóti vísir ein norsk kanning hjá Trans­ port­øko­nomisk Institut, at vanlukkutalið hjá bil­førar­ um, ið hava verið á hálku­ skeiði, økist. - At eingin nýggjari kann­ ing vísir, at koyritekniskar breyt­ir økja um ferðslu­trygd­ ina ger, at Ráðið fyri Ferðslu­ trygd í løtuni endur­skoð­ar sítt tilmæli á hesum øki, sig­ ur dagligi leiðarin á Ráð­num fyri Ferðslutrygd. Av tí sama ber heldur ikki til hjá Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd at siga nakað um, hvussu frammaliga vit eiga at raðfesta eina íløgu í eina koyri­tekniska breyt. - Ein Koyriteknisk breyt er ein lutfalsliga stór íløga, stað­fest­ir Brynhild Høgna­ dótt­ir. Hinvegin staðfestir hon sam­stund­is, at vit eiga ikki bara at hugsa um útreiðslur, men fyrst og fremst um samfelagsligu sparingarnar, bæði tær menniskjaligu og tær fíggjarligu. - Kortini eiga vit at hava eina greiða ábending um, at breyt­in veruliga økir ferðslu­ trygdina, leggur hon afturat. Og tað fer Ráðið fyri Ferðslu­trygd nú at taka støðu til. Annars hevur Ráðið fyri Ferðslu­trygd onga meiningg um, hvussu ein slík koyri­ tekn­isk breyt verður fíggjað og rikin, tí tað er ikki teirra máls­øki. Men tey meta í hvussu so er ikki, at tað bøtir um ferðslu­trygdina at lata fólk sleppa at koyra kapp, tað veri seg undir tryggum um­ støð­um ella ikki. Hon sipar til, at ein part­ur av hugsanini hjá lands­stýris­ manninum er, at uttanfyri van­liga arbeiðstíð kunnu ung og annars tey, sum hava hug at koyra skjótt, leiga breyt­ina uttanfyri vanliga ar­beiðstíð, so at tey kunnu íðka sítt ítriv undir tryggum um­støð­um. Áki Bertholdsen Aðrastaðni er tað fleiri ferð­ir kann­að, hvus­su tað á­virk­ar ferðslu­trygd­ina at bil­før­ar­ar eru á skeiði á hálku­breyt og á koyri­tekn­isk­ari breyt ann­ars. Og í álitinum um null- hug­sjón­ina stendur, at tað tykist sum um at van­lukku­ talið økist hjá teimum bil­ førar­um, ið hava verið á hálku­skeiði. Minsta økingin er hjá teim­um, sum koyra per­són­ bil og mesta økingin er hjá teim­um, sum koyra sjúkra­ bil. Ein orsøk kann vera, at tá ið størstur dentur verður lagd­ur á at læra bilførarar at hava tamarhald á bilinum í sera torførum vandastøðum í hálku, kann tað skjótt fáa bil­førarar at yvirmeta síni síni evni at koyra í hál­ku, eru niðurstøðurnar í frá­ greið­ing­ini um null hug­ sjón­ina. Ein bilførari, sum heldur seg duga sera væl at koyra í ávísum umstøðum, kann verða freistaður at koyra skjótari enn bilførari, ið ivast um sín egna førleika. Á teimum hálkuskeiðum, sum nú eru í Noregi, verður tí høvuðsdenturin lagdur á at læra bilførararnar um teir óvæntaðu vandarnar, sum stinga seg upp, tá ið teir koyra í hálku, og sum teir ikki kunnu vænta sær at klára. Samstundis verður min­ ni dentur lagdur á at læra bilførarar at stýra bilinum í to­r­før­um vandastøðum. Tað tykist heldur ikki sum um at skeið í myrka­ koyr­ing minkar um talið á ferðslu­vanlukkum, sum heild. Tó vísa norskar kann­ ing­ar, at talið á ferðslu­van­ lukk­um lækkaði hjá teimum mann­fólkum sum høvdu skeið í myrkakoyring, men hjá kvinnuligum bilførarum er myndin ikki greið. Í hesum sambandi verð­ ur lagt afturat, at helst hava mannfólk eitt minni trygdarskotbrá enn kvinn­ ur, og tí ber betur til hjá teimum at økja trygdina við at koyra eitt varisligari. Tí verður mælt til, at hald fram við kravdum skeið­um í myrkakoyring í Før­oyum. Hinvegin er støðan nógv øðrvísi í samband við skeið í verndarkoyring fyri vanda­ mikl­ar bilførarar, ser­liga teir, ið hava lyndi at koyra alt ov skjótt og teir, sum koy­ra ávirkaðir av rús­drek­ ka. Her vísa úrslitini, at hjá teimum, ið hava verið á skeiði í verndarkoyring, lækk­ar talið á ferðslu­van­ lukk­um av ferð og rús­ drekka­koyring, eini 5-10%. Tí verður mælt til, at tað verður eitt krav, at bilførarar, ið verða tiknir fyri at koyra alt og skjótt, ella fyri at koyra við kenning, skulu á skeið í verndarkoyring. Hugsa um bein­ leiðis vandar Kortini halda tey í Trygg Trafikk í Noregi, at ein venjingarbreyt er góð at hava í sambandi við arbeiðið at bøta um ferðslutrygdina. Men tey halda tað vera týdningarmikið, at størri dentur verður lagdur á venjingar, sum geva bilførarunum eina greiða uppfatan av beinleiðis vandum. - Veikleikin við norsku venjingarbreytunum er, at tær flestu venjingarnar verða gjørdar við lítlari ferð, har lættari er at hava tamarhald á bilinum. Tí hevur Trygg Trafikk nú givið boð um at gera venjingar, har tað er sera torført at hava tamarhald a bilinum, so at bilførarar betur kunnu læra, hvussu skjótt ein ólukka kann henda. Men teknikkurin er í stórari menning í tí sambandi verður nevnt, at koyrivenjing í simulatori er avgjørt ein møguleiki til at menna evnini hjá bilføraranum. Í Føroyum hevði ein simulatorur komið serliga væl við, tí so kundu bilførarar lært at koyrt í rættiligari stórbýarferðslu, sum er annars er púra ókend hjá nógvum bilførarum sigur frágreiðingin um null hugsjónina. Koyrivenjing kann vera ein følsk trygd FERÐSLUTRYGD Tað er ikki altíð, at venjing á hálkubreyt og øðrum koyritekniskum breytum, bøta um ferðslutrygdina Ráðið fyri ferðslutrygd ivast í nyttuni av eini hálkubreyt FERÐSLUTRYGD Kanning vísir, at vanlukkutalið hjá bilførarum, ið hava verið á hálkuskeiði, økist og tí endurskoðar Ráðið fyri Ferðslutrygd nú sítt tilmæli um koyritekniska breyt ÓVIST Tað er óvist, hvussu tað ávirkar ferðslutrygdina, at bilførarar eru á skeið á koyritekniskum breytum og tí fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at viðgera spurningin, sigur Brynhild Høgnadóttir, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd