Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gunnar Skúvadal Tey flestu kenna helst til banka­skuld. Hana ber til at tosa um, viðhvørt í øllum før­um, alt eftir hvørjum lagi bankarnir eru í. Men ein skuld er, sum tað mann vera ringt, fyri ikki at siga ógjør­ligt, at trívast í, og tað er skuld til tað almenna fyri mvg. Flestu fyritøkur avrokna mvg til landskassan fýra ferðir um árið, og tá gjald­ dag­urin er komin vendst ikki aftur. Kontanta avrokningin er fallin, og hon skal av­greið­ ast alt fyri eitt. Tað er onki at tosa um, onki at diskutera, ongin møguleiki er fyri skáa ella avtalu um at gjalda í smáum. Tað er alt, her og nú, ella panting. – Vit hava púra greiðar regl­ur at ganga eftir. Vit hava heilt einfalt ikki heimild í lóg­ini at gera avtalur um at gjalda falna mvg skuld í smá­ um. Lógin krevur hin­veg­in, at vit skulu krevja inn, sum vit gera, sigur Eyðun Joensen, deildarleiðari á mvg deildini hjá TAKS. Hann skilir væl støðuna, summar fyritøkur koma í, tá kundarnir ikki gjalda, og tær tí fáa ein gjald­føris­trupul­ leika. Eyðun Joensen minnir á, at talan er um pengar hjá landskassanum, sum mvg skrásettar fyritøkur sleppa at hava í sínum gjald­føri og arbeiða við til avrokn­ ingardagurin kemur. – Hartil kemur ein kre­ ditt­ur uppá 40 dagar, tí av­ rokningardagurin er altíð settur ein mánað og 10 dagar eftir at ársfjórðingurin end­ ar, sigur Eyðun Joensen. Men hann ásannar, at tað hjálpir lítið hjá teimum, hvørs kund­ ar als ikki rinda sínar rokn­ ingar. – Í einstøkum førum hava vit tó gjørt avtalur um at gjalda falna mvg skuld yvir eina tíð, men tað er eftir at skuldin er farin til inn­ heintingar, og tá verða rent­ urnar, sum eru komnar uppá, eisini kravdar inn, legg­ur hann afturat. Høg trotarenta Í praksis er tað soleiðis, at tá ein fyritøka er komin í gjald­føristrupulleikar, og ikki letur inn mvg uppgerð, verð­ur ein meting gjørd av TAKS, sum fyritøkan verð­ ur skuldskrivað fyri. Hvønn mánað verður henda upp­ hæddin, og øll onnur mvg skuld, sum møguliga er, rentað við 0,7 prosentum. So­statt kann tað skjótt blíva talan um eina stóra upp­ hædd, sum fyritøkan skyldar í mettum mvg og rentum. Men heldur ikki her hjálpir at tingast við TAKS, sum hevur lógartryggjaðan rætt ella skyldu at krevja rentu. Tað er ikki óvanligt, at fyritøkur rokna sær rentur upp á skuld, sum er farin langt útum gjaldsfreistina. Men tað er ivasamt, hvønn lógartryggjaðan rætt tær hava at krevja renturnar inn, um kundin noktar at gjalda tær. Soleiðis er ikki við TAKS. MVG lógin áleggur myndugleikanum at krevja rentu, eisini hóast tað er við til at leggja stein oman á byrðu hjá eini illa sperdari fyritøku, sum ikki fær pengar inn frá skuldarum. - Ásetingin er í lógini, júst tí tað er so týdningarmikið, at mvg verður avroknað reglu­ liga, og ikki verður brúkt sum eitt slag av kassa­kre­ ditti, sigur Eyðun Joensen, deildarleiðari hjá TAKS. gunnar@sosialurin.fo innkrevjing Tað er ræðslan hjá nógvum virk­isleiðslum. Rokningar verða skrivaðar, og sølu­ mvg samstundis bókað, men rokningin verður ikki gold­in. Tá so mvg dagur er, noyð­ist óhepna fyritøkan at avrokna mvg til TAKS, hóast pengarnir ikki eru kom­nir í kassan. Ongi beinleiðis hagtøl finn­ast, men fleiri grann­ skoðarar, sum Sosialurin hevur tosað við, vátta, at hetta er ein støða, sum fleiri av teirra kundum javn­an koma í. Og so kunnu teir í ringasta føri koma í gjaldføristrot sum ger, at teir noyðast at snara lykli­ num. – Tað blívur ikki betur av, at tað ikki er loyvt at aft­urføra eitt tap, fyrr enn tað er staðfest, tað vil siga, fyrr enn fyritøkan, sum skyldar, er komin und­ir trotab˙arviðgerð ella lík­ nandi. Og tað kann taka fleiri ár, sigur Sím­un Absa­ lon­sen frá grann­skoðara­ virkinum NUMO. Spekulera í mvg Tá ein fyritøka, sum ikki hev­ur gott gjaldføri, drálar við at gjalda sínar rokn­ ingar, fær hon eitt slag av dupultum vinningi. Tí sam­ stundis sum hon ikki rindar sínar rokningar, fær hon frá­drátt fyri ˙tgangandi mvg. – Men tað er ein loysn, sum vit staðiliga ávara ímóti, sigur Jógv­an Amons­ son frá Grann­skoð­anar­ virk­inum Januar. – Hetta er ein sera stuttskygd og dýr loysn sum ikki er nøk­ ur loysn, tí trupulleikin stendur við og versnar, sigur hann. Grannskoðararnir, sum Sosialurin hevur tos­að við, leggja dent á týdn­ingin av at hava eina effek­tiva debitorrøkt. Og so sakar tað heldur onki, um fyri­ tøkurnar ansa eitt sindur eftir, hvønn tær selja til, og um kundin er førur fyri at halda tær avtalur, sum verða gjørdar. gunnar@sosialurin.fo Grannskoðari: Fá pengarnar inn! MEIRVIRÐISGJALD Tað er onki sum eitur avdráttarskái ella avtalur um at gjalda mvg skuld yvir fleiri mánaðir. Hamarin fellur mvg dagin, og trotarenturnar, sum eru tryggjaðar við lóg, eru stórar MEIRVIRÐISGJALD Fleiri fyritøkur brenna seg av, at tær ikki fáa pengar inn frá sínum skuldarum. Tí tað er ongin umbering fyri, ikki at avrokna mvg grein 22, stk 2 Er avgjaldið ikki gold­ið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrj­að­an mánað frá gjald­degnum at rokna. Renta verður somu­ leiðis goldin av hækk­ingini av av­gjald­in­um sam­bært § 21, stk. 1 fyri hvønn byrj­aðan mánað frá gjald­degnum at rokna. FAKTA – mvg lógin Mikudagur 13. februar 2013 Nr. 18 87. árg. kr. 20,00 í leysasølu Annika Johannesen: Søgan treingir inn á mína sál s8-9 Forfylging kann kosta 40 dagar s16 Rágevari: Frítt hassj s4 Five Star Entertainment kostar landskassanum smáar 300.000 krónur. Felagið, sum fekk heimsnøvnini Bryan Adams og Elton John til Føroya, slapp at sigla sín egna sjógv, tá mvg'ið fall til gjaldingar. Eigararnir, sum sleptu endanum, eru leiðandi býráðspolitikarar og vinnulívsmenn s12-13 AdAms & elton á tórsvølli: 795 Brokkoli 9 Karat kaffi 400 g. krónur landið misti 300.000 Fjaldi hassj í keppinum s6 Ongin góða mamma: TAKS uttan náði