Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Julina Danielsen legði eyguni saman á Eysturoyar røktar- og ellisheimi miðvikukvøldið hin 27. februar. Julina var tann, sum helt hús hjá Ejvindi Vilhelm, vara­ biskupi, fyrst á Tvøroyri í 10 ár og síðan í Havn, eftir at Ej­vind Vilhelm var vorðin vara­biskupur, og at enda í Kongsgili, tá ið Ejvind Vil­ helm í 1990 var farin frá sum biskupur. Har var Julina búgv­andi, eisini efir at Ej­ vind Vilhelm var deyður í 1994, til hon nøkur ár seinni flutti inn á Strendur í íbúð í kjallaranum hjá bróð­ur­son­ inum Andreasi og Sigr­un stutt oman fyri barna­heim­ ið á Fløtunum. Tey sein­astu árini búði Julina á røkt­ar­ heiminum í Runavík, har ið hon nú andaðist á 90. ári. Julina var dóttir Andreas Danielsen á Ytru Fløtunum á Strondum og Jóhonnu, dóttur kenda útróðrarmannin Jóan Carl á Skála, sum nógv er skrivað um. Pápin hjá Julinu, Andreas, var reiðari og hand­ ilsmaður á Sjóvarhøvda og niðri í Langanesi, men mátti sum so nógvir aðrir tá gevast. Tey vóru 8 systkin, 5 brøður og 3 systrar: Jákup Andreas, sum doyði blaðungur av sjúku, Jóan Carl, sum doyði ný­giftur á útróðri, Alexandur, Bartal og Hjalmar. Systrarnar vóru Mena, Kristina og Julina, sum var yngst av øll­ um systkjununum. Julina fór niður til Dan­ mark­ar beint eftir seinna heims­bardaga (1945), upp aftur í 1946, tí at pápin and­ aðist, og fór hon so niður aftur í 1948 og lærdi har til økonomu. Har var hon m.a. nógv ár “oldfrúa” á misjóns­ hotellinum Hebron í Keyp­ mannahavn, hagar ið nógvir føroyingar komu. Ein dani, sum æt Henning, arbeiddi tá eisini á “Hebron”. Hann dugdi sjáldsama væl at tosa før­ oyskt, og segði hann, at tað var Julina, sum hevði lært hann føroyskt. Seinni bleiv Henn­ing giftur før­oysk­ari gentu, sum eisini arbeiddi á “Hebron”, Jonnu úr Por­keri, og búðu tey eina tíð í Før­oy­ um. Tá ið Julina eftir nógv ár í Danmørk flutti heim aftur á summri í 1962, var hon til 1964 á studentaskúlanum í Hoy­dølum og summarið 1964 á sjómansheiminum í Før­ oyingahavnini í Grønlandi og somuleiðis eina stutta tíð á sjómansheiminum í Havn. Føroysku prestarnir plagdu at skiftast um at vera í Føroyingahavnini, teirra mill­um Ejvind Vilhelm. Ì Før­ oyingahavnini lærdi Ei­vind Vilhelm nógvar av fiskimonn­ unum at kenna, ið seinni sum kirkjuráðslimir vóru við til at stilla hann upp og velja hann til varabiskup eftir Jákup Joensen. Tað søgdu fleiri av teimum eystan Múla mær. Ejvind Vilhelm var ikki í Føroyingahavnini í 1964, tá ið Julina var har, men onk­ urs­vegna man hann hava frætt, hvør fongur ið tað var í Julinu. Tí Ejvind heitti stutt eftir á Julinu um at koma suður til Tvøroyrar og halda hús hjá sær. Hann var einsamallur. Á Tvøroyri var Julina í 10 ár hjá Ejvind Vil­ helm, til ið hon flutti norður í biskupsgarðin við Ejvindi Vil­ helm og var tann, sum í mong ár borðreiddi og tók sær av okkum prestum og øðr­um gestum, sum ofta komu á gátt í biskupsgarði, og eru vit ikki fáir, sum mangan hava sitið væl inni hjá Julinu, bæði í stóru stovu og í køk­ini, og minnast vit hana við stórum takksemi. Hon dugdi framúr væl at gera tað hugna­ligt og matgera. Og at hjálpa Ejvind Vilhelm at vera blíður, sum hann so fegin vildi, eisini eftir at vera farin frá sum biskupur í húsinum í Kongs­ gili. Seinast, eg hitti Julinu, er ikki so langt síðan á Eystur­ oy­ar røktar- og ellisheimi, og var hon tá hin sama blíða og beinrakna. Julina gleddi seg til at halda 90 ára føðingardagin 19. mars, men 20 dagar áðrenn and­ að­ist hon. Á røktar- og ellis­ heim­inum var eisini bygdar­ mað­urin Jákup Kass, fyrrv. sóknarprestur, sum saman við Julinu fór av Strondum til Danmarkar á skúla við Tjaldrinum. Og Julina gav upp síðsta anda sín og fór úr hesum heimi, meðan Jákup Kass helt um hendur hennara og bað bøn, og tey síðstu tár runnu henni av kinn sum tøkk fyri tey mongu árini. Friður veri við minninum um Julinu á Fløtunum, nú ið hon í várs Harra Jesu navni er farin inn í ævinleikan. np Julinu Danielsen (1923-2013) til áminningar Natalia Dánjalsdóttir Joensen bleiv fødd tann 05.03.2013. Vektin var 3600 og longdin 54. Foreldrini eru Karin og Dánjal Joensen, Tórshavn. Føðingar 26. februar fingu Sólrun Magnussen, Vágur, og Petur Meinhard Magnussen, Nes Eysturoy, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4250 gr. 3. mars fingu Jensia av Stein­ um og Búgvi Róin ein son. Hann var 56 cm langur og vig­aði 3650 gr.