fríggjadagur 8. mars 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tey, sum valdu Sambands
flokkin seinasta val, blivu
lumpað. Tí hóast tey valdu
lista B, valdu tey fólkafloks
politikk.
Eisini atkvøðurnar hjá
bæði Mið- og Sjálvstýrisflokk
inum fóru til fólkaflokspoli
tikk.
Hetta er ikki óvanligt í Før
oyum. Fólk vita aldrin hvat
tey fáa, tá tey fara á val.
So skjótt talt er upp eftir
valið, verður »talvan vaskað
rein«. Tað merkir, at øll vallyfti
verða strikað, og farið verður
undir ein drúgvan boksikamp
við tí fína heitinum »sam
gongusamráðingar«.
Tað er ikki tann, sum
vinnur valið, sum fær valdið.
Valdið fær tann, sum vinnur
hendan boksikampin, ið kem
ur AFTAN Á valið.
Boksikampin hevur veljar
in onga ávirkan á - og tí hevur
hann heldur ikki ávirkan á,
hvør politikkur skal rekast.
Soleiðis er støðan, tí flokk
ar fara til val hvør í sínum lagi,
uttan minsta atlit til, hvat er
realistiskt at fáa meiriluta
fyri - ella saman við hvørjum
hesin meiriluti skal skipast.
Tað rætta hevði sjálvsagt
verið, at samgongusamráð
ingar vóru ÁÐRENN valið, so
veljarin visti hvat hann fekk,
um hann valdi hendan ella
handan flokkin.
Áðrenn hetta fæst í lag,
ber illa til at siga, at vit hava
fólkaræði í Føroyum. Tí hóast
veljarin velur ein flokk ella ein
persón, so velur hann hvørki
nakra
samgongu,
nakran
løgmann ella nakran politikk.
Veljarin er næstan skekl
aður burturúr okkara poli
tisku skipan.
»Fyrimunurin«
Men veljarin sjálvur kann
einki gera við hetta. Tað eru
leiðslurnar í flokkunum sum
mugu taka trupulleikan í
álvara.
Hví gera tær so ikki tað?
Orsøkin er, at tað er lætt
ari at føra valstríð, so leingi
politiska skipanin livir sítt
egna lív, leys av fólksins vilja.
Vilt tú veljast sum nú er,
skal tú bara siga okkurt. Tað er
líka mikið hvat. Einki forpliktar,
tí tað fyrsta sum hendir, tá
valið hevur verið, er, at »talvan
verður vaskað rein«.
Aðrastaðni kann veljarin
sammeta tey lyfti, hann
»keypti« við síni atkvøðu, við
tann politikk, sum hann fekk.
Tað kann føroyski veljarin
ikki, tí hann fær aldrin nakra
realistiska ætlan at taka
støðu til. Bara 1000 lyftir utt
an samskipan av nøkrum
slag. Øll siga bara okkurt.
Um flokkar høvdu funnið
saman áðrenn val, hevði
tað ikki verið so lætt. Um til
dømis Fólkaflokkurin undan
síðsta vali hevði forlovað seg
við
Sambandsflokkinum,
hevði hann mist atkvøður
frá loysingarsinnaðum velj
arum.
Í staðin kom forlovilsið í
lag eftir valið - altso eftir, at
loysingaratkvøðurnar vóru
komnar til høldar. Soleiðis
vann Fólkaflokkurin valið
- men nógvir veljarar blivu
lumpaðir.
Tað er júst hetta, sum er
»fyrimunurin« við verandi
skipan: Tað ber til at fáa at
kvøður frá veljarum, sum ikki
taka undir við politikkinum,
og sum høvdu stemmað øðr
vísi, um teir kendu sannleik
an áðrenn valið.
Men hesin »fyrimunur«
hjá floksleiðslunum er ein
stórur vansi hjá veljarunum -
og samfelagnum øllum.
Aksel tók fyrsta stigið
Tí var tað eitt týdningarmikið
stig, tá Aksel Johannesen boð
aði frá, at hann ikki fer í sam
gongu við Fólkaflokkin.
So veit veljarin tað: Ein
atkvøða til Javnaðarflokkin
er IKKI samstundis ein at
kvøða til Fólkaflokkin. Linj
urnar eru greiðari.
Høvdu aðrir floksleiðarar
eisini tikið fyrsta stigið til at
rudda upp, høvdu vit skjótt
fingið eitt nógv greiðari polit
iskt landslag, og veljarin hevði
fingið eina hylling á, hvat
hann fekk fyri sína atkvøðu.
Høvdu allir flokkar – sum
eina byrjan – bara kunna
nevnt ein flokk, sum teir ikki
fóru at samstarva við, høvdu
fólk valt á nógv betri upp
lýstum grundarlag.
Men eingin hevur torað,
tíverri. Óttin fyri at missa
atkvøður er sterkari enn
ábyrgdin fyri folkaræðinum.
Loysing ella kaos
Tá Jóannes Eidesgaard her
fyri mælti til at skipa ein
vinstrablokk sum fór saman
til val – og harvið trýsti sam
gonguna saman í ein høgra
blokk – bleiv aftur kjak um
hetta.
»Jóannes royndi ikki sjálv
ur at skipa blokkar«, bleiv
sagt aftur og aftur. Hvør skal
siga: Tað sum hann sigur
er rætt - men hann var líka
ringur sum vit. Sum um tað
tekur ábyrgdina frá teimum,
sum nú sita...
Hóast hann er uttan fyri
tingið í løtuni, er Tórbjørn
Jacobsen ein tungvektari í
Tjóðveldinum. Og hann av
vísir blankt øllum tosi um
blokkar.
Tobbi svaraði í Sosialinum
Jóannesi soleiðis: »Hesin dia
lektikkurin, har áhaldandi
trýstið
frá
progressiva
vinstravonginum á øllum
mótum hevur trýst systemið
til at virka fyri betri korum
hjá lægru stættunum, er
mesta orsøkin til vælferðar
samfeløgini á okkara leiðum.
(...) Tí kundi royndin eisini
verið skilagóð í Føroyum,
men til tað eru alt ov nógvar
barrierur í kringumstøðunum
í løtuni. Paternala støðan hjá
danska statinum í oyggjunum
er fremsta forðingin. Tað er
gordiski knúturin, sum má
loysast fyrst av øllum.«
Hvør skal siga: Fyrst loys
ing – síðani politikk!
Tað er syndarligt, at Tjóð
veldi vil parkera politisku
uppruddingina við hesi und
anførslu. Tí er viljin til staðar,
ber væl til at føra politikk
sum er. Løgtingið hevur tær
heimildir, sum krevjast.
Tobbi minnir ikki sørt um
víðgongdu kommunistarnar,
sum í síni tíð vildu sabotera
kapitalistisk samfeløg fyri á
tann hátt at slóða fyri sosial
ismuni.
Undanførsla hjá Hoydal
Eisini Høgni Hoydal avvísir í
samrøðu við Dimmalætting
at skipa ein blokk. Men sam
stundis sigur hann, at »tú
skalt kunna krevja av øllum
flokkum, at teir standa við
tað, teir fara til val uppá«.
Men hetta ber ikki til. Øll
kunnu ikki standa við tað,
tey lova, tá samgonga skal
gerast millum flokkar, har
annar hevur lovað í eyst og
hin í vest.
Fyri at sleppa undan at
siga hvønn hann vil sam
starva við – ella hvønn hann
ikki vil samstarva við – sigur
Høgni, at ein minnilutastjórn
hevði verið tað rætta. Men
ein minnilutastjórn merkir
altso ikki, at einki kompromis
skal gerast. Tvørturímóti - tá
skulu kompromis gerast við
allar partar. Heldur ikki í
slíkari stjórn hevði Tjóðveldi
kunnað staðið við alt tað, sum
flokkurin lovar.
Vita ella gita...
Politiskar avgerðir krevja ein
meiriluta. Og so leingi eingin
flokkur fær meirilutan, krev
ur hetta samstarv og semjur.
Tann einasti spurningurin
er, um veljarin skal sleppa at
taka støðu til tær semjur, sum
verða gjørdar – ella ikki.
Og boðini frá flokkunum
eru, at tað skal veljarin ikki
sleppa! Hann skal bara gita –
ikki at vita. Tí partapolitikkur
telur meira enn fólkaræði...
Føroyski veljarin hevur onga ávirkan á førda politikkin.
Men millum floksformenn er óttin fyri at missa
atkvøður sterkari enn ábyrgdin fyri fólkaræðinum
“Samanhangurin er altavgerandi, skal undirvísing í
list hava nakra ávirkan“. Tað staðfestir Ann Bamford
í stóru granskingarverkætlanini “List í uppvøkstri
og skúlagongd í Føroyum”. Staðfest verður, at hesin
samanhangur er vánaligur í Føroyum. Hetta er
galdandi innanhýsis á barnagarðsøkinum, fólka
skúlaøkinum og miðnámsskúlaøkinum, og tvørtur
um hesi fakmørk er so als eingin samanhangur.
Nú kjakið, um børn skulu í skúla 6 ára gomul ella
ikki, enn eina ferð hevur tikið seg upp, verða for
dómar, gransking uttan úr heimi osfr. tikin fram
í próvførsluni. Seinasta “góða” grundgevingin
var um eitt barn, sum misti glógvandi eyguni av
lesikanningum, sum skúlaskipanin brúkar, tá ið
hetta barnið gjørdist varugt við, at lesiførleikin var
ikki nóg góður. Tað er tað, sum skúlaskipanin fær
burturúr lesikanningum, varð sagt.
Eg meini tað! Sum um børnini ikki væl vita, júst
hvussu tey eru fyri á øllum økjum borin saman við
hini í flokkinum. Tey hava nógv betri radara enn so.
Og so vil næstformaðurin í Pedagogfelagnum vera
við, at allir trupulleikar byrja, tá ið barnið kemur í
1. flokk. Somu børn, sum ongar trupulleikar høvdu
í barnagarðstíðini. Ógvuliga áhugavert, tí var áður
nevnda barn í skipaðari mál- og lesitilgongd í barna
garðstíðini, hevði borið til at hjálpt longu tá, og so
var kanska eingin trupulleiki nú, hann er vorðin
stórur.
Hví verður sipað til útlendska gransking grundaða
á fremmandar skúlaskipanir fyri at prógva síni
sjónarmið, tá ið vit fáa ótespiligar sannleikar úr
okkara egnu skipan so sum hesar úr granskingini
hjá Bamford:
”Men nógvir stovnar, sum vit vitjaðu, tulkaðu “frítt
virksemi” sum spæl við ongari leiðbeining.”
Ella hetta: ”Allir stovnarnir høvdu góða útgerð, men
hon bar alt ov ofta brá av plastikkleikum og liðugt-
gjørdum Disney líknandi lutum, og umhvørvið var
óvirkið og eggjaði ikki til skapandi spæl.”
Skúlaskipanin er ikki barnabúgvin, verður ført
fram. Nei, tað er hon ikki, um grundarlagið skal
vera “fría virksemið” úr barnagarðstíðini, so sum
granskingin staðfestir. Júst munurin á hesum
báðum skipanunum fær Bamford at staðfesta,
at: “børnini súkkla í mótibrekku, tá ið tey byrja í
skúlanum”. Eingin ynskir tað fyri børnini?
Samanrenning millum námsfrøðingar og fólka
skúlalærarar er svarið, men tað krevur flytingar,
og at ikki minst fakfeløgini sjálvi tora og vilja finna
saman. Fleiri faklig eygu. Hvør við sínum, men í
samanrenning. Og tað SKAL bera til, tí tað er við
barninum og als ikki sær sjálvum í miðdeplinum,
verður jú altíð sagt. Alt annað er eisini at gera seg
inn á børnini – serliga tey veikastu. Tað er gíslatøka!
Nær og hvar børn skulu í skúla, er tí líka mikið, er
innihaldið øll árini væl skipað, í støðugari menning
og í samstarvi millum fakbólkarnar.
MAGNUS
TAUSEN
Stjóri, Nám
EYGA
MÁLIÐ
Nær og hvar
er líka mikið!
SJÚRÐUR
SKAALE
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Partapolitiskur taktikkur
heldur enn fólkaræði