fríggjadagur 8. mars 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frá Thule til Gedser
Ú
r Thule í Grønlandi suður til
Gedser á Falster, liggur so alt
tað danska kongsveldi og ringdi
seg um okkum føroyingar, alt
havøki okkara og kæra móðurland
okkara Føroyar.
Val verður í Grønlandi týsdagin.
Grønland hevur, eins og Føroyar,
verið fyri stórum avbjóðingum,
og ofta hevur tað verið soleiðis,
at onnur enn grønlendingar hava
tikið týðandi avgerðir fyri grøn
lendingar.
Vit kenna allar tær kiksaðu
søgurnar, tá danir fluttu grøn
lendskar veiðumenn av ísfløtu
num í útjaðaranum inn í háhúsini
í Nuuk, og eisini minnast vit, tá
amerikumenn fluttu grønlend
ingar til Qaanaaq, tá teir stutt
eftir krígslok skuldu gera sær ein
skansa í Thule, Blue Jay, kallaður.
Men nú sæst vend vera komin
í, størri vend enn okkum føroying
um er fyri, og eingin sæst longur
so mikið sum hugsa um at taka
grønlendingar av ræði í teirra egna
landi.
Valstríð er í Grønlandi, og nógv
ir fløktir ríkisrættarligir spurn
ingar verða rakaðir upp og vendir.
Hóast føroyingar sum nevnt
liggja miðskeiðis á leiðini úr Thule
til Gedser, so eiga teir ongan lut
í grønlendsku ráevnisvinnuni,
meðan danir hava tryggjað seg, so
tað forslær.
Í áratíggir hava føroyingar
javnan tikist við størri spurning
um á sjálvstýrisleið, men ásannast
má, at tað er harðvunnin dráttur,
sum tungur hevur verið at fáa inn
um stokkin.
Ø
ðrvísi er í Grønlandi, sum
vit hava havt lyndið at
undirmeta í tílíkum spurningum,
men sum nú fer strúkandi framvið
okkum føroyingum.
Meðan radikalir sjálvstýris
menn í Føroyum hava fingið
sær identitetin upp á pláss við
Dannebrogssskeltum í reversinum
og støðugum biddaragongum til
Danmarkar eftir meira blokki,
síggja vit grønlendingar fara
hinvegin og taka á seg alt fleiri
og meiri týðandi uppgávur fyri at
røkka einum sjálvstøðugum óheft
um búskapi.
Her er sanniliga munur á
monnum - og kvinnurnar standa
ikki aftanfyri.
Formaðurin í Siumut, Aleqa
Hammond, segði um dagarnar við
donsku TV-avísina:
“Siumut namminiilivinnissamik
kissaateqarpoq. Ataatsimoortumik
tapiissuteqartarnermik
aaqqissuussineq
qimakkusupparput. Nunarput
oqartussaaffinnut tamanut
akisussaalerusuppoq.
Nunatta siunissami
naalagaaffeqatigiinnerup
avataani nunatut
namminiilivinnissani
sulissutiginiarpaa, Siumup
siulittaasua DR-imi
nutaarsiassanut oqarpoq.
Aleqa Hammond, Siumut”
“Siumut ynskir frælsi. Vit vilja
burtur frá blokkstuðulsskipanini.
Grønland ynskir at taka ábyrgd
á øllum økjum. Frameftir fer
Grønland at arbeiða fyri einum
sjálvstøðugum landi – uttan fyri
ríkisfelagsskapin,”
segði Siumut-formaðurin Aleqa
Hammond við DR-Tíðindi.
S
imut er grønlendski javnaðar
flokkurin, og Jonathan
Motzfeldt, sáli, fyrrverandi lands
stýrisformaður, var formaður í
hesum flokki í eitt mannaminnni,
og ikki minnast vit, hvørki flokk
ella formann, hava verið serliga
víðgongdar á sjálvstýrisleið.
Men nú er so vent í holuni.
Kuupik Kleist, sitandi lands
stýrisformaður kemur úr tí loys
ingarsinnaða Inuit Ataqatigiit og
týðiligt er, at nýggja Siumut hevur
lagt seg í kjalarvørrin á IA.
Eingin ivi er um, at grønlend
ingar eru við at flyta seg, og teir
stóru spurningarnir verða vendir,
tá tær stóru avgerðirnar skulu
takast.
Vit føroyingar liggja tíverri
so nógv tyngri í sjónum. Vit
fingu okkara tiltiknu lóg um al
tjóðarættarligar sáttmálar í 2005,
tá vit bundu okkum munandi
longur niður, enn neyðugt var.
Lóggávan í hesum máli
var orðað soleiðis, at hon kom
at styrkja danskan statsrætt
heldur enn altjóða fólkarætt.
Lógin gjørdist snøgt sagt eitt
amboð til at endurvinna danskt
fullveldi og yvirvaldsrætt yvir
Føroyum til bága fyri núverandi
og framtíðarføroysk krøv um
tjóðarrættindi og rætt til at stovna
egið ríki.
Talan var í stóran mun um at
dagføra danskan yvirvaldsrætt,
grov álop á føroyskt fólkaræði,
og í stóran mun vóru rættindi hjá
Føroya Løgtingi og Føroya fólki
lóggivin burtur.
Frælsið til at liva og virka kom
undir strangar avmarkingar,
og møguleikarnir fyri at røkka
altjóða avtalum, sum vit kundu
rokkið sum limur í millumtjóða
felagsskapum, fóru fyri skeyti.
Ongantíð fyrr hava vit sæð
eina so grova niðurgering av
Løgtingsins myndugleika.
Vit fingu “Kongeriget Dan
mark for så vidt angår Færøerne,”
spjaldra á okkum, og liggja nú
tyrvdir niður ímillum bonkar
endarnar í ríkisfelagsskapinum.
Niðurlaging av føroyskum
rættindum:
•
” Såvel statsretligt som folke
retligt er Kongeriget Danmark
ét folkeretssubjekt, (én stat).”
•
føroyingar hava ongi rættindi
sum fólk,
•
danska ríkið er eitt eindarríkið,
•
tað er bert ein tjóð í danska
ríkinum,
•
alt vald liggur hjá donskum
myndugleikum,
•
løgtingið hevur ongar heimildir,
sum danska stjórnin ikki loyvir,
•
Føroyar og Grønland skulu
frameftir samráðast í felag,
•
Føroyskur uttanríkispolitikkur
skal sampakka við heildar
áhugamál Danmarkar,
•
Donsk grundlógarbroyting
er neyðug, um Føroyar skulu
hava sjálvstøðugan uttanríkis
politikk..
S
um vanligt er í størri málum
sum td. uttanríkispolitiskum
viðurskiftum, flatskattalætta-
lógini, og forskattingina í
pensjónsskattalógini, so verða
altíð størri lóggávur, sum eru
sniðgivnar til at lumpa og lirka,
kuppa og ræna pening og virði
frá fólkinum, sníktar gjøgnum
løgting okkara, ofta á náttartíð,
uttan lógareftirkanningar, uttan
hoyringar og við frávikum frá
øllum parlamentariskum tíðar
freistum.
Vit søgdu ABC flokkunum
hvørja dáragerð teir vóru í ferð við
at fremja í sambandi við tiltiknu
lógina um altjóðarættarligar
sáttmálar í heimildarlógina, men
teir lurtaðu ikki.
Seinni settu teir sjálvir alt
tað føroyska embætisverkið til
at skriva sær eina visjón fyri
framtíðina, galdandi frá 2015.
Henda Visjón 2015 kom so út í bók,
og har lesa vit ma. í
V
isjón 2015 hjá ABC landsstýr
inum 2004-2008:
•
“stórstu forðingarnar í altjóða
gerðini eru stjórnarrættarligu
viðurskifti okkara, ið eru ein
avmarking, tá ið tað ræður um
limaskap í ymiskum millumtjóða
felagsskapum.”
•
“Formligu viðurskifti Føroya við
danska ríki eru stórsta einstaka
forðingin fyri, at Føroyar sum
land kunnu luttaka á jøvum føti
við onnur lond”
síða 20 í Visjón 2015.
Also – júst presis tað sum vit
søgdu teimum frammanundan,
fingu teir í heysin aftan á aftur –
ikki frá okkum í andstøðuni, men
upp á skrift frá tí óhefta føroyska
embætisverkinum.
Soleiðis er tað í Føroyum, men
soleiðis er tað ikki í Grønlandi,
har vit, skil og trúgv upp á eina
Í danska vikublaðnum, Familie Journalen, var
ein teigurin kallaður: “Fra Thule til Gedser”
tíðargrein
Hergeir Nielsen
fyrrverandi løgtingsformaður og
løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Kuannersuit, Kvanefjallið
Heimsins størstu nøgdir, 5 mió. tons, av sjáldsomum evnum evnum liggja fjald í Kuannersuit,
Kvanefjallinum, 2 km uttanfyri Narsaq. Harumframt eru 0,12 mió. tons uranoxid, 0,99
mió. tons sink, og 3,09 mió. tons natriumfluorid at finna her í fjallinum
Foto: Mortan Rasmussen/Scanpix
Framhald á næstu síðu