Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 framtíð fyri øll í egnum frælsum landi, hevur vunnið sær fótafestið. Løgtingið í Føroyum kundi í so máta ligið onkustaðni aftarlaga í tí triðja heiminum, har ótangar, vødda­megi og maskinbyrsur seta polit­isku skránna í gerandis­ degnum. Parlamentarisman í Føroyum verður snøgt sagt koplað frá, meðan ræðið verður skammbitið og tugt upp av teimum, ið taka seg til rættis í tí almenna húsar­ haldinum. Grønlendingar fingu sína sjálv­stýrislóg í 2009, og her lá staturin so eisini framvið og slotaði eftir onkrum bita. Staturin tryggjaði sær her, at hann kom at inntøkuføra milliardir av krónum úr eini komandi ráevnisvinnu í Grønlandi. Hann tryggjaði sær, at blokk­ stuðulin til Grønlands varð skerd­ur fyri hvørja krónu, ið grøn­lendingar sjálvir vunnu sær úr undir­grundini. Ja, hann varð skerdur líka niður á null, um inntøkurnar úr ráevnisvinnuni, frá parta­ felags­skatti og royalities, øktust samsvarandi. Her vóru so krónur og oyru sett á ríkisfelagsskapin, og langt burturi vóru dýrabaru hug­ leiðingarnar um samanhald, familjubond og gamlan siðaarv. Síðani fullveldislandssstýrið, 1998-2004, um aldaskiftið hava vit ikki sæð tær stóru rembingarnar í Føroyum. Gaman í er okkurt andstøðu­ uppskotið jarðlagt, men almennu Føroyar hava einki mál viðgjørt og onga samtykt gjørt, ið ber okkum fram á sum tjóð, hóast onkur heldur skemtilig rembingin er farin aftur við borðinum. Á Ólavsøku 2012 boðaðið løg­ maður frá, at sjálvt hann droymdi um einar frælsar Føroyar, sum kundu fara inn í ein ríkja­felags­ skap saman við øðrum sjálv­støð­ ugum londum. • “Tað verður neyðugt at skipa okkara ríkisfelagsskap av nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.” løgmaður á Ólavsøku 2012 B oðskapurin frá løgmanni var orðaður soleiðis, og kundi ikki skiljast øðrvísi enn, at vit skuldu hava trý javnsett lond við egnum grundlógum, sum síðani kundu ganga inn í ein felagsskap, har hvørt ríki sær stjórnaði sær sjálvum á fullgóðan javnsettan og sjálvstøðugan hátt. Annars er jú ikki talan um ríkjafelagsskap millum sjálvstøðug lond. Boðskapurin frá løgmanni Før­oya var átøkur boðskapinum frá Alequ Hammond nú um dag­ arnar, har sama rótasúpan varð borðreidd av formanni Siumuts, einum flokki sum higartil hevur verið roknaður sum sam­bands­ flokkur. R íkidømi í Grønlandi er komið um sýn, og tað er ovur­stórt. Danir hava sum hjálanda­veldi tryggja sær sín part í for­hond, ásett í býtislyklinum í sjálv­stýris­ lógini frá 2009, har blokkstuðulin til Grøn­lands minkar samsvarandi inn­tøkunum úr undirgrundini. Roknað verður við, at inn­tøk­ urnar, bara frá tí einu minuni, kines­iskt fíggjaðu London Min­ ing Group, fer at geva danska statinum eina mia.kr. í minni blokkstuðuli um árið, og grøn­ lendingar eru í skemtiligum vend­ingum farnir at tosa um ein nýggjan rís-felagsskap. Eftir framrokningum yvir 15 ár hjá Grønlandi og LMG, verður samlaði vinningurin í minsta lagi 28 mia.kr., har í minsta lagi 13 mia. kr. renna í danska statskassan. Fleiri enn 50 feløg eru har­ aftur­at farin at leita eftir olju, gassi, metalli, gimsteinum, gulli og sjáldsomum evnum, ið verða brúkt til alt frá fartelefonum til vindmyllur. ConocoPhillips, Shell, Maersk, Esso, eru nøkur teirra og Greenland Minerals & Energy, er eitt teirra, eitt australskt felag, sum í forhond lovar eitt eitthundrað ára gylt skeið fyri grønlendska búskapin, um felagið fær loyvi til at vinna út heilt serlig evni úr jørðini, so sum uran og líknandi,sum bert finnast á heilt fáum støðum á klótini. Ovurstórar rembingar fara fram í Grønlandi: • Grønland fór frá heimastýri til sjálvstýri í 2009, • ráevnini í undirgrundini vóru yvirtikin í 2010, • 15 oljufeløg og 39 minufeløg eru longu skrásett í Grønlandi, • 80 aktiv loyvi eru givin til at leita eftir mineralum, • 4 loyvi eru givin til aktiva námsvinnu, • 44 loyvi eru givin til at leita eftir olju, • Danmark og Grønland býta inntøkurnar í helvt eftir fyrstu 75 mió.kr., • blokkurin kemur niður á null eftir eina samlaða skattainntøka upp á 7 mia.kr., • tá blokkurin (3,4 mia.kr.) er komin niður á 0, verður nýtt býtið avtalað, • stórskalalógin frá 2012 kann løna útlendskari arbeiðsmegi niður í 62 kr. um tíman. Eins og føroyskir ráðharrar hava drigið kinesarar út í Tinga­nes fyri at fíggja privatar undir­sjóvar­ tunlar við almennum peningi, so hevur Nuuk í fleiri ár dyrgt eftir at fáa kinesarar at gera íløgur í Grønlandi. K ina hýsir einum fjórðingi av heimsins íbúgvum og er í ferð við at gerast tann størsti búskapurin í heiminum, og milli­ arda stórar kinesiskar íløgur eru longu gjørdar í Arktis, Kanada, Australia og Afrika. Grønland er soleiðis sæð ávegis øðrum ríkidømi enn blokkstuðuli, og líka so skjótt hetta fæ er kom­ ið til høldar, verða bondini til Dan­markar kappaði av, skilst av teimum forsagnum, ið komnar eru fram undir valstríðnum. Sligið er soleiðis fast, at sokall­ aði rikisfelagsskapurin einans snýr seg um pening. Tey mest sam­bandssinnaðu, sum hava tosað mest um aðrar bindingar, um siða­ arv, ætt, vinir og kenningar, eru millum tey fyrstu at vísa hesum virðum frá sær og at kappa á stokkinum. Rikisfelagsskapurin snýr seg einans um pening, er niðurstøðan hjá Siumut-formanninum og før­ oyska løgmanninum, sum í síni dreymaverð kappaði á stokkinum, tá ið makrelurin fór at svimja inn í føroyskan sjógv. Soleiðis er tað politiska lívið, og tað er ikki altíð so lætt at skilja. Vit ynskja sjálvandi Partii Inuit, Demokraatit, Inuit Ataqatigiit, Kattusseqatigiit partiiat, Atas­sut og Siumut og øllum grøn-lend­ ingum gott væl og blíða framtíð fyri land og fólk. tíðargrein Framhald av síðu 15 Vakurleiki og vælvera mars-KaPPINGIN Hvønn dag í mars mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst,tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 8. apríl 2013 kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. vinningurin hesaferð er gávukort, virði 4000,- frá Cosméto Niels Finsensgøta 38 • FO-100 Tórshavn • Telefon: 31 80 70 • www.cosmeto.fo Fá serkøna vegleiðing til júst tín tørv, ókeypis viðtala • Andlits- og kropsviðgerðir til ein hvønn tørv • Makeup, pedicure og manicure • Hártøka við voks, sukur og permanent við laser • Húðynging, Acni og arr viðgerðir við Medex Dermaroller, Silkpeel, laser , Veinwave og fillers • Kim Novaa frá Klinik Qura veitir viðgerðir Við Botox og Juvederm - leygardagin 8. juni • Klænkandi- og uppstrammandi viðgerðir við Tei System, Lipobelt og UCW Wrap • Ayurveda og Shirodhara massaga og aromatherapy - nýtt Tá bert tað besta er nóg gott!