fríggjadagur 8. mars 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
Andreas í Velinum: Tve
eftir »deyða« og deyða
Andreas var rætti
liga runnin av fiski
mannaætt. Hann
varð uppkallaður
eftir pápanum, sum
var hildin at vera
deyður. Seinni misti
hann pápin, og aftur
var tað ein mamma,
sum tók um endan
Óli Jacobsen
FF-blaðið royndi í sínari tíð at festa
mest møguligt av fiskimannasøgu
á blað. Í 2002 hittu vit Andreas
Joensen í Velinum á Eiði.
Hann var føddur í Haldórsvík
31/03-1917. Foreldrini vóru Andreas
Joensen, og Súsanna, fødd Heinesen,
ættað úr Tjørnuvík.
Andreas var ættaður úr Velinum
í Vík. Hann var triðelstur av 6
systkjum, fýra brøður og tvær syst
rar.
Uppkallaður eftir pápanum,
sum tey hildu vera deyðan
Tá Andreas skuldi fara til dópin,
var ódnarveður. Pápin, sum var til
fiskiskap undur Íslandi, var ikki
afturkomin, hóast flestu sluppir
nar vóru komnar. Tíðin leið meir
og meiri út, fólk vóru farin at óttast,
at teir vóru burturgingnir. Mamm
an gjørdi tí av, at drongurin skuldi
kallast upp eftir pápanum. Men
nakað eftir hettar kom pápin kort
ini aftur í øllum góðum.
Abbi Andreas, Hans Andreas,
mundi fingið eina váta grøv. Í
1892 kollsigldi ein víkarbátur við
8 monnum við Eiðiskoll. Abbi
Andreas bjargaðist einsamallur av
8 monnum
Um hetta skrivaði Føringatíðindi
í mai 1892:
“Eitt nýtt 8-mannafar úr Haldórs
vík var fyrstu ferð úti á havi 4. apríl.
Kl. 11 komu teir á heimleiðini undir
ein boða vestanfyri kollin. Báturin
holvdist, men allir átta sluppu á kjøl.
So við og við slógust teir burturav.
Kl. 6 kom ein streymnesbátur til
staðar. Tá var eingin eftir á kjøli
uttan Hans Andreas Joensen.
Teir
sum
umkomust
vóru
Hendrik Joensen, 56 ára gamalur;
Samuel Jacob Joensen, yngri, 51;
Hans Pauli Joensen, 55; Thomas
Hendrik Frederik Hansen, 59; Ole
Joensen, 25; Joen H Poulsen, 45;
Gutte Joensen, 23 ára gamalur. 4
av teimum vóru giftir og áttu 10
børn; 6 eru ikki tilkomin. Eingin av
teimum sum umkomust, vóru í for
sikringsforeiningini.
Misti pápan sjey ára gamal
Pápin var skiparalærdur og førdi
skip. So alt sá ljóst út, men bert 7
ára gamal misti Andreas pápan.
Hann kom sjúkur aftur av skipi og
doyði stutt eftir. Eftir sat mamman
bert 32 ára gomul við fimm ókonfir
merað børnum, og tað sætta barnið
var ikki føtt. Tað gjørdist ein genta,
sum varð kallað Andrea eftir páp
anum, so pápin varð tvær ferðir
uppkallaður!
Tað var altíð ringt at missa mann
og forsyrgjara. Men serliga ringt var
tað, tá ið hann doyði av sjúku, tí tá
var eingin trygging, sum tók við.
Mamman var eitt konubrot
Sjálvt um eingin jørð var í húsinum,
mintist Andreas seg ongantíð at
hava gingið svangan. Jú, tá var gott
við góðum fólki. Mamman var eitt
konubrot.
Olaf Petersen, sum tá var lærari
í Vík, skrivaði í 1951 um Súsannu, tá
ið hon fylti 60 ár:
“Susanna giftist 22 ára gomul
til Víkar við Andreas í Velinum.
Hann førdi skip í fleiri ár og
fortjenti væl, og tey livdu 10 góð
og hugnalig ár saman. Men skjótt
kann lívslagnan verða broytt, og
soleiðis var eisini hjá henni, tá ið
maðurin doyði.
Tann
uppspardi
peningurin
er ódrúgvur at brúka tá ið einki
kemur afturat, og hetta fataði
Súsanna væl. Tí tók hon fatt við
berum hondum at fortjena til lívs
uppihaldið fyri seg og børn síni.
Hon var altíð klár at taka fatt uppá
alt fyrifallandi arbeiði, og hennara
partur liggur ongantíð eftir. Millum
annað gav hon seg til neytakonu, tó
hon onga kúgv átti sjálv og hevur
gingið á hvørjum sumri higartil.
Tann ið kennir til landslagið í Vík,
fatar, at tað er eitt strævið arbeiði,
og fyri at unna børnunum so gott
í beinini sum gjørligt, ynskti hon í
løn kjøt og mjólk.
Børn hennara komu eisini væl
undan, men undir krígnum doyði
elsti sonur hennara við Guiding
Star. Deyði hansara tók henni
ógvuliga fast. Hann hevði sum elsti
sonur verið hennara stuðul, síðan
pápin doyði.
Hon hevði ógvuliga strævið við
at vinna seg aftur, men eisini gjøg
num hesa stóru sorg hjálpti hennara
arbeiðsvilji. Hon hevur verið ein
góð mamma fyri børn síni, hon
tekur mangt ullint plaggið úr lagdi
og ger uppá synir og ommubørn.
Tað eru óivað mong bygdafólk
her, sum við mær takka tygum
hjartaliga fyri manga hjálpandi
hondina, serliga tá ið sjúka og
deyði hava gripið inn. Tey ið – líka
sum tygum kenna hetta frá lívs
lagnu sínari, fata best tygara altíð
hjálpandi hjartalag.”
Í skúla við talvu
Eftir at pápin var deyður kom An
dreas at vera nógv í Tjørnuvík hjá
ommuni og abbanum, og har var
gott at vera.
Andreas gekk í skúla hjá Sámal
Niclasen, ættaður úr Vágunum.
Fyrsti skúladagur hjá Andreas
vísir, hvussu nógv umstøðurnar
eru broyttar. Andreas hevði arvað
talvuna eftir beiggja sínum. Fyri at
okkurt nýtt skuldi vera við henni,
hevði Andreas málað rammuna.
Men tá kann kom í skúlan fyrsta
dagin, var talvan ikki turr, og
lærarin kom at dálka seg av henni.
Hann helt Andreas spæla sær eitt
puss og gav honum ein undir vang
an. Andreas rýmdi heim og vildi í
fleiri dagar ikki fara í skúla aftur.
Men hetta javnaði seg skjótt, og
sum frá leið blivu teir báðir sera
væl.
Fór til skips tá prest
sins hond hevði
verið á høvdinum
So skjótt sum brøðurnir høvdu
fingið prestsins hond á høvið, fóru
teir til skips. Og allir komu teir at
gerast sjómenn.
Tá Andreas var fermdur, leitaði
eisini hansara hugur út á havið.
Sum allir dreingir tá á døgum var
hann føddur við ár í hond. Og í Vík
lá væl fyri at hava bát, og hevur
bátur altíð verið í húsinum. Mangur
potturin var fyltur av tí, sum hann
og brøðurnir fingu á fjørðinum
sum smádreingir. Eingin pápi var,
og nógvir vóru munnarnir at metta,
men er viljin, so gongur alt.
Tað var ikki so nógv torv í Vík, og
langt var at fara eftir torvi. Víkar
fólk róðu yvir á Bakka við Ljósá og
skóru torv uppi í Gimbrahaga. Tað
var ein av hesum torvskuradøgum,
at Andreas bar eyga við Hans Paula
Poulsen, Hans Pauli í Gimbrunum,
sum eisini skar torv. Hans Pauli
var skipari og átti skipið Queen.
Andreas spyr nú Hans Paula, um
hann kundi sleppa við til skips.
”Jú, tú skal sleppa við, um mamma
tín vil.” Hann svaraði, at “mamma
sigur, at tað er í lagi, at eg skal fara
til skips”. Men mamman visti av
ongum.
Og so ein dagin komu boðini
at farast skuldi avstað. Mamman,
sum einki visti, stóð sum kánus.
Men nú var einki at gera, og síðani
at pakka skipsklæðini niður. Hetta
var byrjanin til sjólívið, sum kom at
vara í heili 56 ár.
Var í illveðrinum, tá Laura
og Immanuel gingu burtur
Í 1932 var Andreas við suðuroyar
sluppini Elin. Farið var yvir til Ís
lands. Seinast í mars var farið heim
at landa. Á veg heim komu teir í
eitt ódnarveður, so tað var ein sera
ring reisa, men teir komu tó heim í
øllum góðum.
Andrias til róðurs umborð á
Morgunroðanum í 1979
Systkin og foreldur hjá Andreas: Ovara rað f.v.: Demmus, Tensa, Andrea og Hans Esbern.
Niðara rað: Andrea, Andreas, pápin, Súsanna, mamman, og Jobin