fríggjadagur 8. mars 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ey systkin uppkallað
pápanum
miðvikan
Tá ið liðugt var at landa, varð
farið avstað aftur, og á veg yvir
komu teir í eitt uppaftur verri ódnar
veður. Hann var norðan í ættini, og
tað var í hesum ódnarveðrinum,
at Laura og Immanuel vóru á veg
heim undan Íslandi og ikki bóru
boð í bý.
Veðrið var so ringt, at tað var ikki
hugsingur um at ganga á dekninum.
Teir ungu dreingirnir sluppu ikki á
dekkið, millum annað vóru seglini
repað niðri í lugarinum. Skansa
klædningurin í lu-borð brotnaði
allur inn. Tað eydnaðist tó at venda
aftur til Føroyar. Skipari á Elini var
Jóhannus Larsen úr Vági, slektaður
úr Fámjin.
Andreas var tá 15 ára gamal.
Av Eiði vóru hesir við : Fredrik
Ejdesgaard (Fredrik hjá Laurentsu),
Olaf Ellingsgaard (Olaf hjá Mallu)
og Kristian hjá Mallu, hesir seinnu
vóru brøður. Zacharias Andreasen
(Zacharias hjá Sáru) var kokkur og
Magnus Magnussen, giftur við
mostur Andreas í Leynum
Sigldi øll krígsárini
Andreas sigldi øll krígsárini uttan
tann eina veturin, tá ið hann gekk
á skiparaskúla. Undir krígnum
hendi tað syrgiliga, at tann elsti
av brøðrunum, Hans Esbern, gekk
burtur við Guiding Star í 1941.
Skipið fór til Íslands tann 25. apríl
við 7 monnum umborð, men tað
hvarv sporleyst. Eftir sat einkja við
trimum smáum børnum.
Hetta var ein ring tíð. Tað varð
farið í koyggjuna hvørja ferð í klæð
um. Men farið var avstað aftur,
og óttin mundi mangan verða
ringastur hjá teimum, sum heima
vóru.
Nakað eftir hetta var Andreas
við Grasinum úr Vági. Tann eina
túrin, teir skuldu fara niður at selja,
og høvdu siglt einar 45 fjórðingar,
vórðu teir álopnir av týskum flúgv
ara. Andreas lá í koyggjuni, tá teir
byrjaðu at skjóta. Tá hann hoyrdi,
at flúgvarin kom aftur aðru ferð,
fór hann úr koyggjuni. Meðan
hann situr á bonkinum, brestur ein
kúla inn ígjøgnum skipssíðuna. Um
kúlan kom millum fingrarnar ella
tað var eitt splintur av kúluni, visti
hann ikki, men hann bløddi í fingri
num men fekk tó ongan skaða. Eis
ini var ein kúla komin tvørtur ígjøg
num koyggjuna hjá honum, so var
hann ikki farin úr koyggjuni, kundi
verið ein galin endi.
Tá flúgvarin umsíðir fór, teir
høvdu kanska einki lóður eftir, varð
avgjørt at halda inn á Havnina. Teir
komu á Havnina í øllum góðum, og
skipið sá ikki vakurt út. Segl, dekk
og lúnningar vóru gjøgnumgatað.
Síðani var pjøssað uppá á skipið
sum frægast, og skipið fór síðani
suður á Vág. Nakrar dagar seinni
fekk Andreas boð um at koma suður
til Vágs, tí nú skuldu teir niður at
selja. Farið varð nú niður at selja,
og komu teir aftur í øllum góðum.
Seinni gekk tó verri hjá Grasinum.
Í 1943 fórst hon í ódnarveðri, og allir
sjey menn umborð sjólótust.
Fleiri vertíðir í Grindavík
Andreas var fleiri vertíðir í Grinda
vík sum stýrimaður og skipari við
íslendskum skipum. Hann var
eisini í Íslandi, tá ið íslendingar
fingu loysing í 1944. Hann var tá
við Stella Argus, og lógu teir inni
á Reykjavík. Teir tóku eisini lut í
hátíðarhaldinum. Millum annað
høvdu teir leigað sær ein lastbil,
og har sat so meginparturin av
manningini á Stellununi. Teir høvdu
tað føroyska flaggið á stong, meðan
koyrt varð ígjøgnum Reykjavík og
líka niðan á Tingvallir, har ein fjøld
av fólki fegnaðist um, at Ísland varð
eitt sjálvstøðugt land.
Róði út í Grønland
Andreas var bátsformaður á báti í
Gretufjørðinum lagnutunga summ
arið í 1966, tá ið víkargentan Diana
bleiv burtur. Sjálvur hevði hann
dóttrina Sólrun og systir
dóttrina Súsannu við. Tær vóru
kokkar, so tað var alt annað enn
hugaligt at liggja úti og fiska hesa
tíðina. Avgjørt varð at seta telefonir
upp, so teir kundu hava samband
við genturnar heima, meðan teir
vóru úti. Tá veðrið var gott, vóru
tær við til fiskiskap. Drongurin,
sum Diana var trúlovað við, Gutti,
varð eisini á Gretufjørðinum og
róði út, so hetta var eitt lagnutungt
summar, har tað ongantíð varð
uppklárað, hvat var hent gentuni.
Eingin skilti heldur, hvat kundi
vera hent. Diana skuldi bert fara
um eina høvd, men hon kom so
ongantíð vegin fram.
Sigldi við Kvívíks Tummasi
Andreas sigldi nógv ár saman við
Kvivíks Tummasi. Í fleiri ár var
hann við Stelluni (Stella Argus)
og eisini við Kallsevni. Og skuldi
Kvívíks Tummas fáa alt gott frá
Andreasi, hóast hann segðist at
vera nakað buldrasligur.
Andreas kendi eisini allar, sum
fóru við Stelluni, tá hon hvarv í 1957,
og hann hevði siglt nógv saman við
fleiri av teimum.
Eisini siglt við farmaskipum
Andreas hevði eisini sínar royndir
við farmaskipum. Hann sigldi fleiri
ár við Krosstindi hjá Rósing Ras
mussen, og 70 ára føðingardagin
helt hann umborð á Atlantic
Cloud.
Gjørdist eiðismaður
Andreas giftist 10. desember 1944 við
Astrid Joensen (fødd Ellingsgaard)
bóndadóttir úr Garði á Eiði. Tey
fingu 5 børn. Andreas flutti til Eiðis.
Men navnið í Velinum tók hann við
sær til Eiðis.
Hann segði, at sjálvt um lívið
til tíðir mangan sýntist miskunn
arleyst, hevði hann nógv at takka
Guði fyri.
Andreas doyði í 2005.
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður fyrsti partur av frásøgn hjá Torleif Bech í Porkeri.
Rætting til seinastu Miðviku
Dánjal Jakku Olsen var ikki úr Kollafirði men av Oyrarbakka.
Andreas var eisini við Stella Argus. Myndin er úr bókini «Havið tók
Teir«. Modellið er gjørt av Hergeir Jacobsen í Nólsoy
Abbi Andreas fórst við báti á Norðhavinum. Soleiðis
lýsti eiðismaðurin, Óli Egilstrøð, henda útróður
Andreas og Astrid