fríggjadagur 8. mars 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 28 · 8. mars 2013
4
VIKUSKIFTI
samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Hon er í einum lítlum toppi og tætt
sitandi shortsum, ímeðan hon heldur
um eina jarnstong og ger ymsar rørslur.
Einu løtuna heldur hon um stongina við
beinunum, meðan restin av kroppinum
hongur í leysari luft, og høvdið vendir
niðureftir. Brádliga heldur hon um
stongina við einari hond og snarar so
rundan um stongina við rúkandi ferð.
Gentan er Joan-Heidi Østerø, og tað
er hon, sum einar tvær ferðir um vik
una, ger venjingar við stongini. Herfyri
fór hon undir at læra føroyskar kvinnur
nýggja venjingarháttin.
– Fyri summar av teimum, ið koma
til pole-venjing fyrstu ferð, kenna tær
tað, sum tær veruliga fara yvir um
nøkur persónligu mørk. Men tá tær
síggja, hvussu undirvísingin fer fram,
og hvussu tað styrkir kroppin, dámar
teimum ógvuliga væl og koma aftur,
sigur Joan-Heidi Østerø.
Halda eg strippi
Fyri Joan-Heidi Østerø er hesin heldur
annarleiðis venjingarhátturin ein
ítróttargrein, júst eins og fótbóltur og
fimleikur er tað. Hon upplivir tó javnan,
at onnur fólk seta pole-venjingina í
samband við striptease.
– Tá eg fortelji fólkum, at eg undir
vísi í pole-dansi, spyrja tey so at siga
altíð, um eg so eisini eri strippari. Eg
havi ongantíð strippað, og tað ætli
eg mær heldur ikki í framtíðini. Fyri
meg er hetta ein ítróttur, har eg kann
venja mín kropp og koma í góðan form,
greiðir Joan-Heidi Østerø frá.
Í januar mánaði byrjaði Joan-Heidi
Østerø at undirvísa í pole-dansi í Havn.
Tað ger hon tvey kvøld um vikuna inni
í hølunum hjá dansistaðnum Valhøll.
– Áhugin hevur verið rættiliga stór
ur, og eg fái nógvar fyrispurningar frá
kvinnum, ið vilja vita meir um hetta
slagið av venjing, sigur Joan-Heidi
Østerø, sum ikki sigur seg hava fingið
negativar viðmerkingar um pole-
dansin.
– Tað er ivaleyst onkur, sum heldur,
at hetta minnir ov nógv um striptease,
av tí at vit brúka eina stong til venj
ingina, men eingin hevur sagt nakað
beinleiðis við meg, sigur Joan-Heidi
Østerø.
Sjálv leggur hon stóran dent á, at
fólk ikki skulu fáa ta fatan, at venjingar
hátturin hevur nakað við striptease at
gera.
– Av tí at hetta er ein ítróttur fyri
meg, kundi eg heldur ongantíð funnið
upp á at farið til eina pole-stong og
byrja at gjørt ymsar venjingar, tá eg
eri í býnum. Ikki tí, tað kemur fyri, at
fólk biðja meg fara upp at vísa okkurt
við stongini, tá eg eri onkrastaðni, har
ein slík stong er, men eg eri als ikki
áhugað í at vísa venjingarháttin fram
á ein slíkan hátt.
Venja í lítlum shortsum
Tá Joan-Heidi Østerø undirvísir í pole-
dansi í Havn, eru tað seks kvinnur á
hvørjum liði. Vant verður í hálvanannan
til tveir tímar hvørja ferð.
– Enn hava tað bara verið konufólk
á liðunum, men mannfólk kunnu eisini
íðka pole-dans. Venjingarhátturin hevur
leingi verið brúktur yviri í Amerika,
og har er ikki óvanligt, at menn eru
við á slíkum liðum, greiðir Joan-Heidi
Østerø frá.
Tað eru fyrst og fremst ungar kvinn
ur, sum í løtuni venja hjá Joan-Heidi
Østerø, men sambært henni er hetta ein
venjingarháttur, sum flest fólk kunnu
íðka.
– Pole-dansur er ætlaðum øllum.
Tímarnir eru bygdir upp soleiðis, at
byrjað verður við løttum venjingum, og
so líðandi, sum luttakararnir á liðnum
verða sterkari og orka betur, verða
venjingarnar eisini strævnari og meira
krevjandi, sigur Joan-Heidi Østerø og
leggur afturat:
– Tað einasta, sum krevst, er, at tú
torir at vera í lítlum og tættsitandi
klæðum. Orsøkin til hesi klæðini er
tann, at vit brúka í stóran mun húðina
til at halda okkum fastar við, og tá
nyttar ikki at vera í joggingbuksum
ella stórari T-shirt, fortelur Joan-Heidi
Østerø.
Hon upplivir javnan, at júst klæðini,
ið verða brúkt undir venjing, kunnu
vera ein forðing hjá teimum, ið eru til
pole-dans fyrstu ferð.
– Nakrar av kvinnunum, sum koma
til ein pole-tíma fyrstu ferð, halda tað
vera sindur løgið, at vera so líti ílatin.
Men tá vit fara í gongd við venjingarnar,
síggja tær, at tað er ein fyrimunur at
hava so nógva bera húð sum gjørligt,
sigur Joan-Heidi Østerø, sum tó vísir á,
at tær flestu eru í vanligum buksum og
einum toppi, tær fyrstu ferðirnar, tær
koma til venjing.
Sjálv er hon ikki í iva um, at tann
heldur annarleiðis venjingarhátturin
gevur úrslit.
– Her venur tú allan kroppin og
merkir vøddar, tú ikki visti, tú hevði,
og eftir hvønn venjingartíma ert tú
eym í øllum kroppinum. Innan stutta
tíð leggur tú merki til, hvussu stóra
ávirkan venjingin hevur á tína styrki í
ørmum, beinunum og restina av kropp
inum.
mynd: heinesen myndir
– Fólk spyrja altíð, um eg eri strippari, men tað eri eg avgjørt ikki. Fyri meg er
hetta ein ítróttargrein líka sum fótbóltur ella fimleikur. Soleiðis sigur 20
ára gamla Joan-Heidi Østerø, sum undirvísir føroyskum kvinnum í pole-dansi
Lærir føroyskar
kvinnur
pole-dans