fríggjadagur 8. mars 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 28 · 8. mars 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Litríkt og lekkurt vár
Eins og náttúran finnur sínar vøkru litir fram aftur um várið,
skulu vit leggja tað myrka og gráa til síðis, og lata okkum
inspirera av teimum litum, sum hoyra várinum til. Her eru nøkur
boð uppá, hvussu tú kanst heilsa várlitunum vælkomnum
Retro neon oyraringar
Neon litir eru eitt trygd hitt í vár og summar, og
serstakliga tá ið umræður turriklæði, toppar og
accessories. Oyraringar í alskyns litum eru at síggja
í smúkkuhandlunum í hesum døgum, og mær
dámar væl hesar stjørnuoyralokkarnar, sum eru
at síggja í fleiri ymiskum støddum og sniðum.
Skógvar sum tilhoyr
Við jøvnum millumbilum koma skógvar
fram í alskyns litum. Hesaferð eru
tað teir tiltiknu »sneakers«, sum
eru at síggja í fleiri litum. Tú kanst
eventuelt keypa tær litríkar lissur,
og seta lissurnar í gamlar skógvar.
Eisini litríkar stilettir eru at síggja,
og mær dámar væl, um oyralokkar,
turrikløð og skógvar eru sama lit.
Klædningsjakkar
í alskyns litum
Klædningsjakkar eru klassiskir, og rigga
væl til nærum alt. Mær dámar væl
neon klædningsjakkar og kovboybuksur
saman við einari vanligari t-shirt.
Lekkur hársminka
Royal Hárfríðkan er júst blivið partur av viðurkendari
hárfríðkanarketu, sum eitur Intercoiffure, og í hesum
sambandi hevur hárfríðkanarstovan tikið myndir av
Eydnu Skaale, sum her hevur colorbug í hárinum.
Tað er hársminka frá Royal, og avgjørt nakað, sum
mær dámar ótrúliga væl. Hetta er prikkurin yvir i'ið í
vársins litríka móta, og kann nýtast í størri og minni
mun – í endar ella alt hárið. Einans hugflogið setur
markið. Myndir hevur Finnur Justinussen tikið.
model: Eydna skaale
myndir: Fotostudio / Finnur Justinussen