Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 28 · 8. mars 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? Kunningarstovan í Havn. Eg samskipi m.a. tiltøk fyri handilsvinnuna í Havn, eitt nú Mentanarnáttina og Jól í Miðbýnum, og annað virksemi hjá Kunningarstovuni. Hvat er tað besta við starvinum? Hvør dagur er ein avbjóðing, og eingin dagur er líka. Samskifti við viðskiftafólkini, bæði føroyingar og útlendingar. Og sjálvandi eisini starvsfelagarnir. Hvat ger teg í góðum lag? Børnini! Eg eri sum oftast í góðum lag, og tað eri eg longu, tá eg fari frá húsum um morgunin. A ella B-menniskja? A-menniskja! Eg fari vanliga tíðliga í song, og vakni altíð tíðliga. Tó tekur tað altíð eina løtu, áðrenn eg traðki á kalda gólvið …brrr. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Eg havi íðkað alskyns ítróttargreinar, tó eru tað fimleikurin, ið er vakur og hugvekjandi, og badminton, ið er stuttligt og gevandi, sum hava fylt mest. Og so er tað fótbólturin, men hann er líkasum obligatoriskur heima við hús. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Eitt nú The Cure, Depeche Mode, Smashing Pumpkins, men eg kann bæði dansa og syngja við, tá dótturin lurtar eftir One Direction og Justin Bieber. Hvat er besta lag, sum er gjørt? Um eg skal halda meg til eitt lag, má tað verða dagsins lag við The Cure, »Inbetween Days«, tí eg havi so nógv yndisløg. Hvussu eru tínir matvanar? Eg eti ikki kjøt. Av og á er tað keðiligt, men eg kann harafturímóti gleðast um, at eg aldrin havi roynt hestakjøt. Hvør er tín fyrimynd? Fyri 25 árum síðani vildi eg sagt at Robert Smith var mítt »idol«. Eg veit ikki, eg havi fleiri fyrimyndir, men um eg skal velja eina fyrimynd ella báðar tvær eru Elin Kling og Mads Nørgaard góð boð. Hvat gert tú í frítíðini? Børnini ganga til tíðarkrevjandi ítrótt, og tá tey eru upptikin við venjing, latið eg meg í renniskógvarnar og leggi nakrar km afturum meg. Annars royni eg, so gott sum eg kann, at brúka tíðina saman við familju og vinfólkum, og eisini at hava fingurin á pulsinum á mentanarliga økinum. Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Tað dámar mær væl. Vit plaga at fara í summarhús nakrar ferðir um árið, og annars túrarnar har vit eftir arbeiðstíð knappliga pakka ryggsekkin og leypa um­ borð á eina ferju og taka seinasta túrin heimaftur. Hvør er tín lívrættur? Jomfrúhummari! Tað er eitt tað besta eg veit. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Eg hyggi sjáldan, men tá eg seti meg er tað sum oftast okkurt lætti-soppa-sjónvarp …Okay, eg hyggi eftir Paradise Hotel. Hvør bók liggur á náttborðinum? Í løtuni er tað bókin um Fyrisitingarlóg saman við Eurowoman og Soundvenue. Keith Richard, ein av seigu fanunum í rokki og rulli, varð eina ferð spurdur, hvør er tann betri gittarspælarin, hann ella Ron Wood (hin gittarspælarin í Rolling Stones). Seigpíndi heilin var skjótur at skera til eitt gløgt svar, sum er minst líka hvast sum riffið í Satisfaction. Keith svaraði við einum skálkabrosi, at »hvør sær eru vit vánaligir, men saman eru vit betri enn tíggju aðrir.« Soleiðis. Eitt væl snarað svar upp á ein býttan spurning. Teir eru ótrúliga seigir, hesir gubbarnir, Keith, Ozzy og Lemmy til dømis. Hini doyggja, tá tey eru 27. Keith er 69, Ozzy 64 og Lemmy We are Motörhead, and We play rock and fucking roll er 67, allir føddir í desember, í advent, Lemmy enntá jólaaftan. Men kanska er tað bara enn ein ev nógvum mýtum um hesar garvaðu gudar. Aldur er eingin forðing. Aldur er bara eitt tómt orð, sum verður brúkt til at happa fólk, sum hava siglt millum skerini í hálva øld ella meira enn tað. Orðini eru so nógv. Og nøkur teirra bara arga. Eg gerist ússa­ ligur, tá eg hoyri ella síggi orðini ferðavinna og íverksetan. Og tey eru, onkur hjálpi mær, annan hvønn dag í fjølmiðlunum. Havi tó skilt, at hesi hálovaðu fyribrigdi skulu bjarga okkum. Undan hvørjum? Fyri nógvum, nógvum árum síðani var ein hugskotskapping her í Føroyum. Ein kapping fyri uppfinnarar og wannabe­ uppfinnarar. Onkur hevði nøkur ár frammanundan sagt, at føroyingar eru finnuppá­ menniskju. Eitt orð, sum bleiv tikið upp á orðið. Tey flestu hildu tað vera øgiliga væl sagt og harafturat klókt og væl gjøgnum­ hugsað, finnuppá­menniskju. Vert eitt patent. Og alt er vert eina kapping. Nógv ófør hugskot komu í kappingini um hugskot tá. Eitt var til dømis eitt runt hundahús við krókinum til tjóðrið uppi á takinum. Krókurin kundi snara, so hundurin kundi ganga ella renna allan vegin runt um síni hús og goyggja í allar ættir. Tað eg eisini minnist, bleiv einki av teimum nógvu hug­ skot­unum tá til annað enn, ja, hugskot. Í Føroyum eru hundar­ nir leysir, so eini hundahús við snarandi tjóðri, 360 stig, hevði sjálvandi ongan kjans. Men uppfinning er ikki longur nóg fínt orð. Nú eitur slíkt íverkseting. Nógvar íverk­ setingar­kappingar hava verið, nógv hava vunnið. Og so hendir ikki meira. Tað er nóg mikið bara at finna uppá. Vit hava jú alingina og makrelin, vónandi í allar ævir, tí annað kemur ikki. Menn tagdu í eina góðu løtu á árligu seansuni í Beatleslosjuni, tá eg greiddi teimum frá, at allir nýføðingar og heimføðingar skulu kannast fyri at vita, um oyruni eru í lagi. Og tað verður gjørt, kundi eg avdúka, við at spæla ein Beatlesmelodi fyri teimum. Snerkja tey ella gálva ella fara at kolikkgráta ella fylla blæuna er hoyrnin í lagi. Reaksjónin er nátúrlig og ektað. Enn er einki sagt um, antin nýborna sálin eisini verður kannað eftir at hava hoyrt slíkan jammur fyrsta dagin fyri at vita, um hon framvegis er sum fyrsta dagin. Tey eru so seig, at tey tola seigpíning. Um somu tíð sum stóra fram­brotið í fyribyrgjandi heilsu­verkinum varð kunngjørt, bleiv nógv gjørt burturúr, tí ein í Beatles hevði blivið 70, hevði hann livað. Sum hann jú ikki ger. Men hann hevði blivið 70. Eisini um somu tíð doyði ein, sum var tann frægasti tónleikarin og sangarin, sum nakrantíð hevur verið í nánd av Beatles, Tony Sheridan, 72 ára gamal. Hann var ein av teimum seigu. Hoyrdi ongan Beatlesfjeppari siga nakað um hann. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Súsanna Sondum lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg Eg eti ikki kjøt – Av og á er tað keðiligt, men eg kann har­ aftur­ímóti gleðast um, at eg aldrin havi roynt hestakjøt, sigur Súsanna Sondum, ið dagliga arbeiðir á Kunningarstovuni í Havn Seiglívaðir mynd: privat