Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 28 · 8. mars 2013 8 VIKUSKIFTI samrøða Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vit kenna hann best sum stjóri í Nema, og seinastu tíðina helst enn betri sum stjóra í Prentmiðstøðini, men tað er mest sum av tilvild, at Christian Nagata end­aði í Føroyum í sínari tíð. – Eg eri føddur í New York. Mamma mín er donsk og pápi mín japanari, harav útsjóndin, sigur Christian Nagata. Fyrstu árini pendlaði mamman millum Keypmannahavn og Los Angeles, har mamman arbeiðir við filmsgerð. Hon er filmsframleiðari, og pápi mín fæst eisini við lýsingarfilmar og tílíkt. Tað var nokk ikki altíð so lætt at taka sær av einum lítlum smádreingi, sam­ stundis sum mamma var fult upptikin við arbeiði sínum, og tí endaði tað við, at eg var eftir í Keypmannahavn, har Agnar og Evy á Dul passaðu meg, sigur Christian Nagata. Agnar og Evy á Dul vóru ung tá, kanska um 20-21 ára aldur, og tey tóku øll fýra systkinini í pleygu. – Eg eri væl yngstur. Og so hendi jú tað, at Agnar fekk arbeiði heima í Føroyum, og tá var jú neyðugt at flyta til Klaksvíkar. Hini trý systkinini vóru sum nevnt væl eldri, og eg haldi, at eg bara flutti heim til Føroya við sum okkurt slag av ferðagóðsi, sigur Christian Nagata. Hetta var í 1974, tá Christian var seks ára gamalur. – Eg havi ofta hugsað um tað seinni, at eg var yngstur av børnunum hjá mín­ um biologisku foreldrum, men gjørd­ist elstur av børnunum hjá mínum fostur­ foreldrum, sigur Christian Nagata. Men hóast hann er føddur í New York og uppvaksin fyrstu árini har og í Keypmannahavn, er hann ikki í iva um sín samleika. – Agnar og Evy á Dul eru míni for­ eldur, og eg eri klaksvíkingur og før­oy­ ingur, sigur Christian Nagata. Byrjaði tíðliga Hann hevur altíð verið tilvitaður um, at hann var ørvísi enn hini børnini. – Eg minnist eina hending, tá eg fór at ganga í skúla í Ósáskúlanum, at eg varð kroystur upp í ein krók í skúlagarðinum av hinum børnunum, sum stóðu í ein runding og hugdu eftir mær. Eg var jú hesin lítli, klæni asiatin við teimum skeivu eygunum, svarta hárinum og brúnu húðini, og tað var ikki nakað, ið klaksvíksbørn vóru von við, sigur Christian Nagata. Hann var ógvuliga rokaligur sum smádrongur. – Eg byrjaði tíðliga at arbeiða. Áhugin fyri fiski og sjógvi var stórur, so eg var ikki rættiliga gamal, tá eg byrj­aði at egna hjá útróðrarbátunum, sigur Christian Nagata. Sum drongur og hálvvaksin hevði hann ein heilt greiðan dreym. – Eg elskaði sjógv, fisk og sjólívið, so eg var heilt avgjørdur um, at eg skuldi gerast skipari, sigur Christian Nagata. Hann fekst við nógv ymiskt, og um­ framt at egna umvældi hann súklur og starvaðist eisini eina tíð í handlinum Heygabúðin í Klaksvík. – Tú kanst siga, at uppvøksturin gekk við at fáa skúlan aftur um bak, sigur Christian Nagata. Men hóast fólkaskúlin gjørdist for­ tíð, so brast dreymurin um at gerast skip­ari. – Eg fekk ein diskusprolaps, og bleiv skurðviðgjørdur í februar 1984, júst fyltur 15. So tú kanst siga, at fiski­ dreym­arnir fóru í fiski, sigur Christian Nagata. Eftir lokna skúlagongd arbeiddi hann so eitt ár í handli og eitt ár hjá Grann­skoðara. – Tað var hjá Impact, ið Jógvan Sund­stein tá átti, sigur Christian Nagata. Hitti konuna á Kgl. Bókasavninum Í 1989 tók hann so ta avgerð, at fara nið­ur til Keypmannahavnar at lesa. – Og tað fór eg við teirri avgjørdu sannføring um, at eg ongantíð fór at koma aftur til Føroya. Eg var troyttur av manglandi ambitiónum og vantandi politiskari stýring, sigur Christian Nagata. Aktivur, sum hann altíð hevur verið, arbeiddi hann við síðuna av lestr­inum. – Eg fekk starv í Unibank, ið nú eitur Nordea, og endaði sum leiðari av eini deild, ið menti KT-skipanir. Eisini ar­ beiddi eg nógv í Føroyingahúsinum við føroyingum, sigur Christian Nagata. Hetta nógva arbeiði gjørdi, at leygar­dagurin varð lagdur av at gera heima­arbeiði. – Og tað fór fram á Kongiliga Bóka­ savninum, og tað var júst har, eg hitti konu mína, Elina Winther Poulsen, ið gjørdi sín juralestur lidnan, sigur Christian Nagata, sum sjálvur er út­ búgvin cand.merc.aud. Eftir lokna útbúgving gjørdu tey bæði so av, at royna eydnuna í USA. – Vit høvdu júst tá fingið okkara annað barn, og eg seldi tað mesta, sum eg átti, eitt nú bilin og íbúðina, og so løgdu vit til brots. Onkrar stólar og líknandi sendi eg til Føroya, men tað var meira ein gestus, tí vit vóru sannførd um, at vit ongantíð skuldu aftur til Før­ oya, sigur Christian Nagata. Tey fluttu so til Los Angeles, og at tey vóru til reiðar at bróta burtur úr nýggjum vísir best, at tey bert høvdu átta flytikassar við sær. – Vanliga verður sagt, at tá tú flytir á slíkan hátt, brúkar tú 16 flytikassar fyri hvørt fólkið. Vit høvdu átta tilsamans, so tað var avgjørt fyri ikki at koma aftur, at vit fluttu, sigur Christian Nagata. Byrjaði urafyritøku Í Los Angeles finst eitt grannalag, ið er bygt upp við tí serliga endamáli, at hýsa filmsfólki, ið eru í Hollywood eina tíð til onkra uppgávu. – Vit vórðu innkvarterað í einum av hesum íbúðunum, inntil vit funnu okk­ ara egna. Og vit vóru spent at royna eitt heilt nýtt lív og heilt nýggjar av­bjóð­ ingar, sigur Christian Nagata. Tað var sjálvandi ein stór um­velting, at flyta úr kalda og gráa Keyp­manna­ havn til summar og sól 365 dagar um árið. – Vit búðu so í Los Angeles, men ar­beiddu í Beverly Hills. Tað var ikki Hóast hann er føddur í New York og vaks upp síni fyrstu seks ár í Los Angeles og Keypmannahavn, so kallar Christian Nagata seg fyri klaksvíking og føroying. Mest sum av tilvild endaði hann í Føroyum sum partur av »ferðagóðsi«, tá fosturforeldrini fluttu heim. Og hóast hann og familjan upparbeiddu eina suksefulla fyritøku í Los Angeles, førdi heimlongsulin hjá serliga konuni tey aftur til Føroya, har hann er stjóri í einum stórum samtaki innan KT- og samskifti til sultanin av Oman Seldi gullur