Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 28 · 8. mars 2013 9 VIKUSKIFTI bara sum at siga tað at flyta fýra fólk og rykkja alt upp við rót, sigur Christian Nagata. Tey fóru so undir at byggja eina nýggja fyritøku upp. – Vit fóru undir at framleiða ur. Tað verða seld 1,3 trilliardir ur um árið, og tað er meira en eitt ur til hvørt fólk á jørðini. Tað eru eisini nógvir fram­leið­ ar­ar innan urverðina, og tí kravdi tað nak­að serligt, tó at markn­að­urin var stór­ur, sigur Christian Nagata. Fyritøkan kalaðist fyri Chase- Durer, og hevði sæti í Beverly Hills, har sniðgeving, marknaðarføring og søla fór fram. – Vit byrjaðu við einum sniði og ongum sølustað, og arbeiddu okkum síðani spakuliga upp. Tá eg avviklaði mítt arbeiði, áðrenn vit fluttu heim, høvdu við 150 snið av urum, seldu í 200- 250 handlum, umframt distribuering í Miðeystri, sigur Christian Nagata. Urini vórðu framleidd í Sveis og í Hong Kong. Keyptu B52 flogfar Tað ráddi í stóran mun um at hugsa uttan fyri boksina. – Vit gjørdu so tað, at vit settu okk­ um í samband við flogvápnið og keyptu ein part av einum B52 bumbuflogfari. Tey vórðu lagrað úti í oyðimørkini og ikki brúkt meira. So vit fingu skor­ið stýrhúsið av einum flogfari og smelt­aðu tað um til barrur, sum vit síðani fram­ leiddu myntir burtur úr. Hesar vórðu síðani stemplaðar við búmerk­inum hjá B52 flogførunum og nýtt sum baksíða á urunum, sigur Christian Nagata. Hetta skundaði undir søluna, tí amerikanarar eru ógvuliga ernir av júst B52 bumbuflogførunum, sum ryggásin í flogvápninum hjá amerikanarum. – Hetta var ætlað sum serlig ur til amerikanska herin, ið vóru í Afganistan og Irak, sigur Christian Nagata. Eisini upparbeiddu tey eitt samband við sultanin av Oman. – Har fingu vit tað samband, at hann á hvørjum ári keypti átta ur úr rein­um gulli og løgd við gimsteinum. Hetta vóru ur, sum hann nýggi sum gávu, sigur Christian Nagata. Men hóast virksemið gekk strúkandi, so byrjaði tankin um at flyta heim aftur til Føroya at nørast. – Tað er so, haldi eg, at kvinnur hava tættari tilknýti til familju og vinir, eins og tað sosiala netverkið, og Elin vildi sleppa heim aftur til 188 Paradise, sum hon kallar Hoyvík, sigur Christian Nagata. Tey samdust so um, at so skjótt, sum hann hevði fingið avviklað sítt arbeiði, skuldu tey flyta heim. – Elin flutti fyrst heim, og í eini tvey ár pendlaði eg so millum Føroyar og Los Angeles. Eg var í Los Angeles í sjey vikur og í Føroyum tríggjar vikur, sigur Christian Nagata. Stovnaði Nema Hann hevði onkuntíð eitt ella tvey børn við til USA á sínum ferðum. – Eg vildi læra tey aðra mentan og at tey skuldu uppliva aðra mentan. Heimafturkomin plagdi eg eisini altíð at lesa søgur fyri teim­um á enskum, so tey skuldu kenna seg væl við anska málinum, sigur Christian Nagata. Hetta var sjálvandi strævi at pendla so langa leið, tí tað tók 24 tímar at ferðast millum Los Angeles og Føroyar. – Tað eydnaðist so at avvikla mítt arbeiði í endanum av 2004. Eg havi altíð verið arbeiðssamur, og en minnist, at eg kom heim til Føroya ein hósdag, og mánadagin eftir byrjaði eg sum fíggjar­ leiðari hjá Shell, ið nú eitur Magn, sigur Christian Nagata. Ein av orsøkunum til, at tey gjørdu av at flyta heim til Føroya, var, at nú høvdu tey roynt at búð í Los Angeles, so nú var tíðin at venda nøsina heim eftir. – Eg fann skjótt út av, hvar eg skuldi leggja mína arbeiðsorku, og tað var inn­an sølu- og marknaðarføring. Eg upp­livdi altíð eina manglandi tænastu, støðið var snøgt sagt ov lágt, sigur Christian Nagata. Hann fekk møguleikan, tá hann tók við sum stjóri á Com-Data og ReproZ 1. mai 2006. – Hetta starvið var jú innan KT og samskifti, og eg hevði jú KT royndir frá mínumm starvi í Unibank, sigur Christian Nagata. Hann heldur, at tey eru komin langt innan tænastuvinnuna í mun til fyri 15 árum síðani, men enn er langt á mál. – Um vit hyggja at okkara Nema handli, so er hann fult á hædd við líkn­andi handlar uttanlands, sigur Christian Nagata. 22. februar 2007 varð so Nema sam­ takið sett á stovn, og umframt nevndu feløg, so er eisini fyrrverandi Farodane við í samtakinum. – Vit hava nú eitt fullkomið samtak, sum eisini umfatar Sendistovuna og Prentmiðstøðina. Lýsingarstovur eru ó g v u ­ l i g a sár­barar mót­veg­is kon­junk­ tur­sveiggjum, og kunnu lætt­ liga fara av knór­anum, og tí er tað skila­gott, at leggja fyri­tøk­ur­ nar saman, sigur Christian Nagata, sum heldur sam­ band­ið við USA við­ líka við á hvørjum ári at ferðast hagar við børn­unum, so tey alla tíð­ina kunnu læra seg nýggja mentan. myndir: heinesen myndir Eg var jú hesin lítli, klæni asiatin við teimum skeivu eygunum, svarta hárinum og brúnu húðini, og tað var ikki nakað, ið klaksvíksbørn vóru von við