Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 28 · 8. mars 2013 10 VIKUSKIFTI Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur leingi staðið føroyingum greitt, at Marius og hansara menn hava havt eitt risa potentiali. Fleiri av løg­unum hjá teimum hava hittað her heima, og seinnu árini hava teir verið ein tann best dámdi føroyski bólkurin yvir­høvur. Hetta sást eisini aftur, tá skráin á G! fyri 2012 varð kunngjørd. Her var Marius eitt av nøvnunum á plakat­ini, og hóast talan var um eina av fleiri framførslum, so hevur hetta latið upp fyri tí, sum nú kann gerast gjøgnum­ brotið hjá bólkinum. Fall fyri tónleikinum – Jón Tyril og tey í Tutl arbeiddu hart fyri at fáa fleiri útlendsk umboðsfólk hendanvegin, og tað vildi so væl til, at ein av hesum var Isabel Parzich, sum rekur Stargazer Records. Hetta er eitt altjóða útgevarafelag, sum er heima­ hoyrandi í Týsklandi, sigur Hans Marius Ziska, oddamaðurin í Marius Ziska band, sum bólkurin nú eitur. – Henni dámdi sera væl okkara tón­ leik og okkara konsept, og alt fyri eitt gjørdi hon greitt, at hon vildi sleppa at arbeiða víðari við okkum og okkara tón­leiki. – Fyri okkum var hetta sjálvandi eitt frálíkt útgangsstøði og ein frálíkur møguleiki. Higar til hevur samstarvið millum annað borið við sær, at út­ gávan hjá okkum varð send á týska marknaðin. Seinni í hesum mánaðinum byrjar ein konsertferð, har vit spæla í bæði Týsklandi og Sveis, og eisini hava vit fingið atgongd til útvarpsstøðir, okk­urt lag verður spælt á týska MTV og so framvegis. Skapar møguleikar Tá tosað verður um plátusáttmálar verð­ur ofta eisini tosað um pengar. Men hvat inniber ein slíkur sáttmáli. – Tosar tú um pengar, so inniber sátt­málin ikki tað stóra. Tá vit nú royna at koma inn á týska marknaðin, byrja vit sum so á berum. Men hetta gevur okk­um ein pall at standa á, sum vit á ongan hátt høvdu havt møguleika at skapt sjálvir. – Konsertferðin, sum vit skulu á, er sjálvandi ikki nakar risa-tour. Og tað hevði helst eisini sæð eitt sind­ur býtt út, um vit brádliga stóðu næstan einsa­ mallir í onkrari stórari konsert­høll. – Men við einum professionellum um­boðsmanni, sum hevur røttu kontakt­irnar, sleppa vit veruliga at royna okkum. Talan er um eina rúgvu av smærri spælistøðum, har rúm er fyri einum 70-100 fólkum. Men hetta eru støð, har fólk koma at lurta eftir tón­leiki, og altso ikki ein barr, har onkur kanska biður teg skrúva niður fyri mikro­fonini. Benjamin hevur áður verið á eini líknandi konsertferð, og frá honum havi eg fingið at vita, at talan var um góð spælistøð, har fitt av fólki aloftast kom til framførslurnar. Við lýsingum og plakatum verður eisini gjørt vart við, hvar vit koma at spæl. Vit fáa tryggjað atgongd til útvarp, eins og sjónbandaløg sleppa framat týska MTV. Og eisini verður talan um nøkur interview í týskum útvarpi, sigur Marius. – Soleiðis vita vit, at vit sleppa fram­ at lurtarum. Og so er tað sjálvandi upp til okkum, um vit klára at skapa eitt produkt, sum hesi vilja hava. Megna vit tað, so eru møguleikarnir sjálv­ andi stórir. Týskland er triði størsti tón­leika­marknaður í heiminum, so sjálvandi vildi tað verið fantastiskt, um vit kundu fingið eitt gjøgnumbrot her. Men vit fara so í øllum førum avstað fyri at arbeiða hart og gera tað, sum vit kunnu gera, fyri at skapa eina góða tón­leika­uppliving hjá áhoyrarunum, sigur Hans Marius. Enn er ikki endaliga greitt, hvussu framtíðin sær út aftaná konsertferðina, sum nú stendur fyri framman. Tó veit Marius, at tað er upp á tal at gera nýggja konsert-ferð í heyst. Her og nú ræður tó um at skapa eina succés á týska pallinum í mars og apríl mánaði. Fram­førslan á sandinum í Syðrugøtu hev­ur skapt teimum atgongd til ein av størstu pallunum í heiminum. Nú er tað upp til Marius og hansara menn at taka av møgu­leikanum. Framførslan á G! bar við sær, at Hans Marius og hinir í »Marius« fingu plátsáttmála í Týsklandi. Nú er sjónbandalag á MTV, løg verða spæld á útvarpsstøðum og í næstum verður farið undir konsert-ferð í Týsklandi og í Sveis týskland bíðar eftir marius 21.03 Lübeck – Blauer Engel 22.03 Husum – live in the living 23.03 Kiel – Prinz Willy  24.03 Berlin – loophole 25.03 Berlin – White Trash 26.03 Dresden – Thalia Kino 27.03 Leipzig – Lu99 28.03 Duisburg – Grammatikoff 29.03 (CH) Biel – Ufo 30.03 Freiburg – Räng Teng Teng 31.03 München – Milla 01.04 Lindau – GroSSstadt 03.04 Chemnitz – Aaltra  04.04 Münster – Tante Her hoyrir tú Marius: Limirnir í Marius eru: Hans Marius Ziska, Brandur Jacobsen Heðin Ziska Davidsen og Allan Tausen myndir: Ditte Mathilda Joensen