mánadagur 11. mars 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Simona Weihe
Í
morgin, grækarismessudag, fyllir
Tilhaldið í Havn 15 ár.
1999 var Altjóða Eldraár. Hesi
avbjóðing tók Tórshavnar komm
una av við m.a. at lata teimum
gomlu húsið longu árið fyri, í 1998.
Fyrstu árini fekk Tilhaldið fígg
ing til raksturin gjøgnum Almanna
stovuna. Í 2009 varð hendan játtan
strikað.
Tórshavnar
kommuna
kendi sína ábyrgd og tók um end
an.
Við hesum hevur Tórshavnar
kommuna tryggjað eldru borgarum
sínum nýggjar avbjóðingar, at
menna seg og ríka gerandisdagin,
sum hevur alstóran týdning fyri
lívsgóðskuna.
S
tásiliga húsið í Tórsgøtu hevur
hesi 15 árini verið hugnaligur
og kveikjandi karmur um gerandis
dagin hjá túsundtals fólkum. Í fjør
var talið á vitjandi 15.747.
Wanja Petersen, sjúkrarøktar
frøðingur, hevur frá byrjan verið
leiðari av Tilhaldinum. Hon hevur
saman við starvs- og húsfólkunum
skipað so fyri, at hvørja viku eru
26 ymisk tilboð at velja í. Tilboðini
verða vald við tí fyri eyga, at tey
skulu vera fyribyrgjandi, heilsu
fremjandi og geva lívsgóðsku.
Vit hava verið í Tilhaldinum og
fingið Wanju Petersen at siga eitt
sindur um, hvussu húsið hevur
virkað og ment seg hesi 15 árini.
Í
húsinum er vevstovu, teldustovu,
motiónsrúm, seymirúm, verkstað
til horn- og beinarbeiði, bókasavn
og annað.
Umframt virksemið innanhýsis
so hava tey í Tilhaldinum verið
mangar útferðir. Skipað verður
fyri fyrilestrum, skeiðum og kvøld
setum. Mentanarnáttina og á ólav
søku eru framsýningar á skránni.
Sum leiðari í Tilhaldinum hevur
Wanja hegnisliga og við virðing fyri
søguliga og mentanarliga virðinum,
slíkur bygningur umboðar, skipað
fyri áhaldandi umvælingum og
ístandsetan, so í dag verður alt
húsið brúkt, ímóti at byrjað varð
í smáum í 98 við bert at húsast á
einari hædd.
W
anja Petersen greiðir frá, at
hugsjónir Tilhaldsins eru:
• At varðveita og menna heilsuna,
so
lívsgóðska
framhaldandi
gongur aftur sum ein reyður
tráður gjøgnum lívið.
• Ein stovnur, har hugni, trivni,
menning og virðing fyri tí ein
staka er í hásæti.
• Har øll kenna seg væl, fáa nýtt
síni evni og førleikar, læra og
hava tað stuttligt.
• Skal gera mun fyri lív og heilsu.
• Arbeiðið er grundað á meginregl
urnar hjá ST.
• Arbeiðið verður gjørt við atliti til
samfelagið.
Á
síðunum her eitt lítið úrval úr
rúgvusmikla myndasavninum
hjá Tilhaldinum.
Játtan 2012: 890.000 kr.
Stødd: 546 fermetrar
Normering: 1,44 ársverk + tímaløn til skeiðsundirvísarar
og fyrilestrahaldarar
Harafturat eitt ótal av gávumildum hondum, sum gera eitt
megnar sjálvboðið arbeiði í og uttan fyri Tilhaldið
Tilboð: 26 ymisk um vikuna
Opið: mánadag–fríggjadag kl. 9–16
Vitjandi: Í 2012 vóru 15.747
Ongin limaskapur er. Leiðarin hevur fíggjarliga ábyrgd.
Húsfólkini velja nevnd. Nevndin er mannað við pensjónistum og
hevur saman við leiðaranum ábyrgd av tiltøkunum. Fundur er
eina ferð um mánaðin
° ° ° ° °
Í 2012 vóru 19.876 íbúgvar í Tórshavnar kommunu og av
teimum 3.818 yvir 60 ár (kelda: Hagstovan)
Fakta
Tilhaldið 15 ár í morgin
15.750 v
56,50 kr. kostaði hvør vitjandi í Tilhaldinum hjá Tórshavn
ar kommunu í 2012. Onki er at ivast í, at hesir pengar eru væl
brúktir, tá hugt verður at, hvussu fjølbroytt tilboð húsið veitir
Grønlendski listamaðurin Thue
Christensen hevur undirvíst
í træ- og beinarbeiði
Ein hugnalig løta
í køkinum
Kommunustýrislimir í Nuuk á vitjan
2005: Dreingjakórið Undir Brúnni
Tá Tilhaldið fylti átta
Søgan um húsið: Varð bygt beint eftir at Føroya Banki varð settur á stovn
í 1906. Og her helt bankin til, til hann flutti í nýggja bankabygningin
í 1958. Tá flutti so Tekniski Skúlin inn og var har til hann flutti í
egin høli við Velbastaðvegin. Seinni ognaði kommunan sær húsið.
Í morgin kl. 14.00 verður sangur, og
Frits Johannesen og Jógvan
á Lakjuni vitja.
Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum, avmyndað á bein- og hornverkstaðnum mánamorgunin 11. mars
Mynd: Álvur Haraldsen