Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Størsti partaeigarin í At­ lants­flogi følir seg snýttan av lands­stýrinum. Tað gjørdi hann greitt á aðal­fundi­num hjá felagnum fríggja­kvøldið. Fyri yvir fimm árum síða­ ni einskildi landsstýrið ein trið­ing av Atlantsflogi. - Tá varð sagt, at ein trið­ ing­ur av Atlantsflogi afturat skuldi einskiljast, staðfesti Eyð­finnur Jacobsen, sum um­boð­ar størsta privata parta­eig­ar­an í Atlantsflogi, Adr­ian Noskwith. Og tað var beinleiðis orsøk­in til, at Adrian Nosk- with yvirhøvur keypti seg inn í felagið. Men landsstýrið hev­ur víst seg at vera orð­loys­ing­ ar, tí síðani er onki hent og tvørtur ímóti hev-ur lands- stýrið boðað frá, at ongar æt­lanir eru um at ein-skilja størri part í felag­num. Adrian Noskwith keypti síni partabrøv fyri kurs 261. Men av tí at onki hendi meiri, hava partabrøvini ligið stein­deyð síðani. Samstundis er virðið fallið niður í helvt og seinastu tíðina hevur kurs­ur­in ligið um 130-140, ella bara helvtin av tí, tey vórðu keypt fyri. - Tað er helst eisini orsøk­ in til, at lítil og ongin hand­ il er við partabrøvum hjá Atlants­flogi staðfesti Eyð­ finn­ur Jacobsen. Av tí at landsstýrið ikki vil einskilja størri part í Atlants­ flogi, mugu privatu parta­eig­ ar­arnir ásanna, at teir koma aldr­in at eiga meiri enn hend­an sama triðingin. - Sostatt hava teir onga ávirk­an og koma heldur aldr­in at hava nakra ávirkan á felagið og av tí sama hava teir heldur ongan møgu­leika at økja um virðið á parta­ brøvu­num. Á aðalfundinum skeyt størsti privati parta-eiga­r­in tískil upp, at priva­tu eigar­ar­ nir skuldu fáa fram­í­hjá­rætt, tá ið vinn­ings­býti verður út­ lut­að og somuleiðis um tað skul­di hent, at felagið verður av­tikið. Hann ivast ikki í, at verður hetta samtykt, fer tað at økja um virðið á partabrøvunum og nettupp tað er fremsta enda­málið við uppskotinum. - Tað er so lítil handil við parta­brøv­um í Atlantsflogi, at okkurt má gerast og hetta er einasti møguleiki, vit síggja, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. Leysur fílur - Tað er týðiligt, at ein fílur er leys­ur. Soleiðis málbar Parker Don­ham seg á aðalfundinum hjá Atlantsflogi. Eisini hann umboðaði størs­ta privata partaeigaran, Adrian Noskwith á aðal­ fundi­num hjá Atlantsflogi. Og fílurin, hann sipaði til, var støðan, privatu parta-eig­ ar­ar­nir eru komnir í við tað at landsstýrið ikki vil ei­n­skil­ ja størri part av At­lants­flogi. - Vit hava hildið okkara part av avtaluni og vit hava sett pengar í Atlantsflog í góð­ari trúgv. - Men tað hevur lands­ stýr­ið ikki og úrslitið er, at handil­in við partabrøvum er stein­deyð­ur. Hann vísur á, at parta­ brøv­ini eru hækkað eitt lítið sind­ur, men tey eru kortini so lág, at í roynd og veru er hækk­ing­in meiningsleys. - Tað er støðan, vit eru í, nú fimm og eitt hálvt ár eftir ein­skilj­ing­ina. Parker Donham segði, at hetta er ein trupulleiki, sum ikki fer at hvørva, fyrrenn hann er loystur. - Men verður hetta upp­ skotið samtykt, fer tað utt­ an at iva at økja um virð­ið á partabrøvunum og fer at gera tað lættari hjá lands­ stýri­num at fáa góðan prís fyri felagið, skuldi tað komið har­til, at størri partur av felag­num ferður einskildur. Blokeraði Fyri at uppskotið skuldi verða samtykt, kravdust at tveir triðingar av parta­brøv­ u­num skuldi atkvøða fyri. Sostatt stóð og fall málið við, hvussu Johan Dahl, sum umboðaði landsstýrið, ið eigur tveir triðingar av felag­ num fór at atkvøða. Hann atkvøddi nei og so­ statt fall uppskotið. - Eg umboðið fyrst og fremst áhugamálini hjá tí al­ menna, altso føroyska skatt­ gjald­ar­anum, og tað sigur seg sjálvt, at eg kann ikki vera við til at seta almennu Før­oyar í eina verri støðu og at lækka um virðið hjá tí al­menna, sigur Johan Dahl í stuttari viðmerking til at­ kvøðu­greiðsluna. Órógv á flogferðsluni kost­aði Atlantsflogi 8,5 millión­ir í fjør. Tað upplýsti Kaj Jo­ han­ne­sen, frá­far­an­di nevn­d­a­r­formað­ur í flog­ felag­num, á aðal­fundi í felag­num fríggja­kvøld­ið. Tað vóru serliga tvær hend­ingar, sum elvdi til for­treð hjá Atlantsflogi í fjør. Eitt var, at hann legðist við tjúkkum mjørka í fleiri dagar á hásumri við teirri av­leiðing, at ongin flog­ ferðs­la var í einar tríggjar, fýra dagar. Hin hendingin var, tá ið nýggi loftbussurin fekk skaða undir lastin á flog­vølli­num í Kastrup og mátti úr drift í tríggjar vik­ur. Sjálvur skaðin kostaði eina slaka millión at gera aft­ur, men missurin av av út­vega annað flogfar og legg­ja flúgvingina um, kost­aði mangt slíkt og tað heft­ir felagið sjálvt fyri. - Hetta var beint upp un­d­ir jól og tað setti ser­ lig­ar avbjóðingar til felag­ ið, tí rættiliga stórt tal av ferða­fólki skuldi heim til jóla. Tilsamans kostaði hes­ ar báðar hendingarnar fe­ la­g­num yvir átta millión­ ir, segði Kaj Jo­han­ne­sen, sum her hevur frá­greið­ ing. Annars uplýsti Magni Arge á aðalfundinum, at teir skaðar, sum kos­ta flogfeløgum kring heim­ in mest, eru skaðar, sum flog­før fáa ímeðan tey verða avgreidd á flog­vøll­ um. - Tilsamans kosta slík­ ir skaðar flogfeløgum um allan heimin yvir 50 milli­ar­dir krónur um árið, segði stjórin í Atlantsflogi. Samtykti at einskilja 66% Tá ið ein triðingur av Atlantsflogi varð seldur, stóð onki í prospektinum, at størri partur av felagnum skuldi einskiljast Men tað er kortini greitt, at tað hevur Løgtingið samtykt. Í løgtingsmáli nummar 76 frá 2005, stendur í viðmerkingunum: … sum partur í eini heildarætlan at einskilja 66% av partapeninginum í P/F Atlantsflog, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um heimild at einskilja upp til 33% av partapeninginum í 2006 … … Tá ið felagið er skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um heimild at selja onnur 33% av partapeninginum. 34% av partapeninginum verða framvegis ogn hjá Føroya Landsstýri eftir tað, at felagið er einskilt.… Áki Bertholdsen Eigaraviðurskiftini í Atlants­flogi er ein trupul­ leiki, sum má loysast. Tað sigur Johan Dahl, lands­stýrismaður í vinnu­ mál­um. Størsti privati eigarin í felag­num, Adrian Noskwith føl­ir seg snýttan, tá ið hann keypti partabrøv í Atlants­ flog, tí hann sigur, at tað lá í kortunum, at størri part­ur av felagnum skuldi ein­skilj­ ast seinni. Men tað er ikki hent og Johan Dahl ásannar, at hetta er ein trupulleiki, sum skal loys­ast innan rímiliga tíð, sum hann málber seg. Ein máti at loysa trupul­ leik­an er at einskilja størri part í felagnum. Ein annar máti er, at landsstýrið keyp­ ir partabrøvini aftur frá priva­tu eigarunum - Vit hava havt málið fyri á lands­stýrisfundi og tað er ikki undirtøku fyri at gera nak­að beint nú sigur hann. Hann sigur, at landsstýrið er samt um at bíða eftir at vita hvussu gongdin verður, nú Atlantsflog hevur fingið ein luftbuss og hevur ítøki­lig­ar ætlanir um at útvega tveir afturat í ár. Samstundis er flog-vøll­ ur­in longdur og nýggj far­ støð gjørd og harafturat hev­u­r samgongan gjørt av at leggja dent á at menna ferða­vinnuna. - Hesa næstu tíðina fáa vit at síggja, hvussu tað hilnast og tá mugu vit so taka støðu til, um stør­ri part­ur av felagnum skal ein­skilj­ast, ella um lands­ kass­in skal keypa privatu partabrøvini aft­ur, sigur Johan Dahl. 8,5 milliónir Trupulleikin við eigarunum í Atlantsflogi má loysast ATLANTSFLOG Vit mugu finna eina loysn á eigaraviðurskiftunum í Atlantsflogi, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum Av tí at onki hendi meiri, hava partabrøvini ligið steindeyð síðani Varð lumpaður at keypa Atlantsflog ORÐLOYSINGAR Fríggjadagin blokeraði Johan Dahl, landsstýrismaður, fyri eini roynd at hækka virðið á privatu partabrøvunum í Atlantsflogi Jarðlagdir Hesir báðir royndu at bøta um umstøðurnar hjá privatu partaeigarunum í Atlantsflogi. Men teir vórðu jarðlagdir, tí Johan Dahl segði nei av púra logiskum orsøkum. Vinstrumegin er tað Eyðfinnur Jacobsen, løgfrøðingur og Parker Donham, sum báðir umboða størsta privata partaeigarin í Atlantsflogi, Adrian Noskwith atlantic