mánadagur 11. mars 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var ein bersøgin Annika
Hoydal, sum leygarkvøldið
gav nøkur góð ráð til ungar
kvinnur í dag, og greiddi frá
hvussu hon minnist javn
støðustríðið í 70’unum. – Tað
er synd í tykkum kvinnum
sum halda, at tit skulu sproy
ta okkurt inni í bróstini og
skera í tykkara kropp fyri
at líkjast tí photoshoppaða
idealinum,
sum
flestar
kvinnur hava í dag, heldur
Annika Hoydal.
Átti ongan
brósthaldara
Annika búði í Danmark, tá
ið javnstøðustríði var uppá
tað harðasta í 70’unum. Hon
minnist, at hinar í stríðnum
altíð vóru eitt sindur irriter
aðar inn á hana.
-
Tær
hildu
ikki,
at
kvinnur skuldi brúka bróst
haldara ella hava smyrsl,
men tað havi eg altíð vilja,
sigur Annika Hoydal, sum tó
vísir á, at hon ongantíð hevur
brent ein brósthaldara, men
tað er meira orsaka av, at
man brúkti ikki brósthaldara
í 70’unum.
Annika minnist, at í Før
oyum vóru reaktiónirnar
sterkar, tá ið hon í 70’unum
valdi at vera við í einum
filmi, sum millum annað vís
ti hana nakna. Fleiri hava
verið av teirru fatan, at hesin
filmur er ein sokallaður
sengekantsfilmur, men talan
er í veruleikanum um ein
progressivan film um lívið
hjá Suzanne Brøggers.
- Eg skuldi spæla Suzanne,
sum tá var ein biseksuel
kvinna. Og ja, eg var nakin
saman við einari kvinnu,
men í mínum hugaheimið er
ein filmur ein filmur, og tað
er alt eitt spæl fyri gallarí
num, greiður Annika Hoydal
frá.
Í Danmark var hetta ikki
tikið illa upp, men í Føroyum
vóru reaktiónirnar sterk
ari. Hetta var stutt eftir, at
sangurin 14 varð skrivaður,
og forboðin í Føroyum, men
hóast hetta føldi Annika seg
ongantíð útsetta.
- Eg havi ongantíð følt
meg útsetta beinleiðis, men
tað sum slíkt viðførir er, at
løgin fólk uppsøkja teg, tí tey
halda tú ert tað tú spælir, sig
ur Annika Hoydal
Annika heldur, at kvinnur
í dag kunnu læra eitt sindur
frá hasari tíðini.
- Eg haldi kvinnurnar í
dag mugu njóta lívið meira.
Brúka heilan og ikki saman
bera seg við photoshoppað
ar kvinnur. Eitt mótrák er
ávegis, har vanligar kvinnur
við arrum og øðrum vera
vístar fram, tí tað er soleiðis
kvinnur síggja út, og ikki
sum tær á forsíðunum, sigur
Annika Hoydal.
Fyrradagin kom eg fram
á eina grein á Politiken.
Hon gjørdi greitt, at hvørt
einasta døgn verður "leik"
tummilin
á
Facebook
nýttur 3,2 milliardir ferðir.
Tað er tað sama, sum 133
milliónir ferðir um tíman
ella 2,2 milliónir ferðir um
minuttin - tað gevur 37.037
likes um sekundið.
Men hvat merkja hesi
"leik'sini"
í
grundini?
Føra vit tað yvir vanliga
lívið, so kann tað kanska
samanberast við at geva
fólki rós, at geva teimum
viðurkenning, at geva til
kennar, at vit varnast tey,
og at vit virða tey og tað,
tey siga ella gera. At "lika
er ein vinarlig gerð.
Tað er jú fantastiskt,
at tað eru 37.037 fólk, sum
hvørt
einasta
sekund
halda okkurt vera vert at
viðurkenna. Tað vísir, at
vit onkursvegna brýggja
okkum um hvønnannan.
Í øllum førum á netinum.
Men
hvussu
síggja
vit hesi "leik'sini" aftur í
gerandisdegnum? Eg skal
ikki hugsa meg leingi um,
fyrr enn eg komi í tankar
um nógv fólk, sum hava
gjørt nógv ting, sum eru
verd at rósa - bara í dag.
Tí tey eru sum tey eru,
tí tey gera okkurt gott
ella stuttligt - ella tí tey
onkursvegna hava egin
leikar, sum eg beundri.
Tað vildi kanska verið
overkill, um vit skuldu
róst
hvørjum
øðrum
37.037 ferðir um sekundið
í veruliga lívinum. Men eg
veit fyri meg, at eg kundi
kanska gjørt eitt sindur
meiri av tí, enn eg geri.
Viðurkenningin
er
besta kenningin siga tey,
og tað skal í grundini so
lítið til, fyri at viðurkenna
hvønnannan. Eitt spon
tant og munnligt "leik"
kann gera undurverk.
Og tað er eisini hug
vekjandi, at tað øvugta
av "like", sambært ensku
orðabókini, ikki bara er
"dislike", sum er tað mest
upplagda - men eisini at
vera líkaglaður. Líkasæla
er tað øvugta av viður
kenning.
Rósið
honum,
sum
rósið eigur, sigur eitt
orðatak. Í nútíðarmálið
kunnu vit umseta tað til -
at skulu vit føra virtuella
upp-peikandi tummilin út
í veruliga lívið.
So góðu Ghettobúgvar
og góðu lurtarar - viður
kennið
hvønnannan,
rósið hvørjum øðrum og
"leikið" - eisini í veruliga
lívinum. Komið og leikið
í - tað krevur so lítið, men
gevur so nógv!
Leikið í!
LEYGARKVØLDS
FRÍSK, FREK
OG FESTLIG
SENDING ÚR KEYPMANNAHAVN
LIVESHOW
Synd í kv
Eg haldi tað er synd í kvinnunum
í dag, sum skulu royna at líkjast
hasum photoshoppaðu kvinnunum
vit síggja allastaðni. Slappið av,
brúkið heilan og tykkum sjálvar
innanífrá, sigur Annika Hoydal
Búgvi hevði stýr á teknikkinum
Frísk og frí greiddi
Annika Hoydal
frá sínum leikluti í
javnstøðustríðnum
í 70'unum