Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Uni Holm Johannesen Álvur Haraldsen L eygardagin var effodeildin skotin í gongd. Fólk sum vóru til teir fimm dystirnar í effodeildini vóru sjálvandi, sum altíð ósamd um dómaraavgerðir og disposisjónir hjá venjarunum. Men á einum øki vóru øll samd, og sama niðurlag mjarraði framvið síðulinjuni kring vallirnar: tað var tann reini naglakuldi at verða til dyst.. Òhepnið í telvingini, tá skráin fyri hesa HM-undankappingina varð løgd gav okkum ein útidyst ímóti Eysturíki 22. mars. Burtursæð frá undankappingardystinum í Eysturíki 22. mars, so er ringt at fáa eyga á aðra góða grund til at byrja kappingina so tíðliga. Árini undirritaði arbeiddi úti í tí føroyska veðurlagnum lærdu ein, at mangan kann tann størsti kavin fella í mars mánað. Tað var ein sannroynd í áttatiárunum, nítiárunum, og í árunum aftaná aldarskiftið. Og tað fer meir enn so at henda aftur, og tá fara vit at uppliva, at eitt, tvey, og enntá kanska trý umfør verða avlýst vegna veður, um vit fáa eitt veruliga drúgt kavatørn. Tey sum hava áhuga í ymiskum ítróttargreinum hava tað eisini óhøggligt, tá fótbóltskappingin fer í gongd, samstundis sum FM-finalur eru í flogbólti, og liðini í hondbólti stríðast um at røkka FM-finalunum. Tað gerst næstan, sum tá allar bøkurnur, og allar fløgurnar koma út í senn í desember. Tíbetur varð hitalagið beint omanfyri frostmarkið farna vikuskiftið. Næsta ár, tá stórkavi liggur í mars verður gott at hava FM- finalurnar í flogbólti og endaspurtin í hondbólti. Tí inni í føroysku ítróttarhallunum er veðrið altíð gott. So lat effodeildina byrja ein mánað seinni, ella byg eina innandura fótbóltshøll. Og tá klokkan er flutt til summartíð er lættari at hava fríggjakvøldsdystir. Summartíð er fótbóltstíð. Vit fara aftur til vetrartíð, tá kappingin endar, leygardagin 26. oktober. Fótbólts­ umfar við nagla­kulda www.b36.fo: Stórfavorittarnir og “føroyameistararnir” úr HB skulu prísa sær lukkuliga, at teir fingu stig við sær av vøllinum í dag www.07vestur.fo: Í fjør royndu vit tað aftur! At standa við steypinum. Hóast kenslan var góð, var glansurin ikki ordeliga tann rætti. Tí steypið í EFFO deildini er baði størri og blankari. www.ab.fo: ”Hatta var nakað lort”. Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, sigur tað, sum tað er. ”Hatta var forferdiligt, men tað gerst ikki við. www.nordlysid.fo: KÍ vóru hepnir at vera á odda í hálvleikinum, men tað endaði við 3-0 sigri og dreymabyrjan til KÍ. www.vikingur.fo: Jú, jú, tað er nakað um tað teir siga. Víkingur kann koma at vera eitt av liðununum, sum kemur at stríðast heilt frammi í oddinum! www.if.fo: Á fundinum var nevndarval og formaðurin seinastu árini, Ólavur Larsen tók ikki við afturvali. Eftir fundin hevur nýggja nevndin skipað seg við Magnus Jørmundsson formaður. www.svimjing.com: Stjórnin í ÍSF var ikki samd um at Pál Joensen aftur í ár skuldi fáa 500.000 krónur av játtanini á fíggjarlógini til úrvalsstuðul. www.hvannrok.fo: KÍF sýndi meistaraspæl ímóti VÍF í Kollafirði, og KÍF staðfesti enn einaferð, at liðið er klárt besta liðið í landinum. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Breti til TB TB fær í næstum nýggjan spælara úr Bretlandi. Hann eitur Nicholas Ferenc Diverdics og er føddur í 1987 í Newcastle. Millum spælararnar verður hann bara róptur Nicky. Hann brúkar vinstra bein og er miðvallari. Hann er í Føroyar og hevur vant við TB. Hann var eisini í Klaksvík, tá KÍ og TB spældu. Tað snýr seg bara um tíð áðrenn hann verður partur av liðnum sum skilst. frá Hera Simonsen Tróndur Arge Tá ið landsliðið fyrr í ár var á venjingarlegu í Thailandi, vóru tað ábendingar um, at eitt nú Kaj Leo í Bartalts­ stovu, Andreas Lava Olsen, Gilli Sørensen og Erling Jacobsen vóru á veg í lands­ liðs­hitan. Teir hava ivaleyst vónað at fáa boð, tá ið Lars Olsen í gjárkvøldið boðaði frá, hvørjar hann vil hava við niður til Eysturríki, har tað verður HM undankappingardystur fríggjakvøldið 22. mars. Um teir hava roknað við tí, so eru teir vónbrotnir, tí teir vóru ikki millum teir nítjan á listanum, sum lands­liðs­ venj­arin á tíðinda­fundinum í gjár­kvøldið. Miðalaldurin er framvegis lutfalsliga lágur, men hann verður drigin upp av veteran­ unum, sum nú eru við aftur. Millum teir, sum hava fingið landsliðsboð, eru Hjalgrím Elttør og Fróði Benjaminsen, sum góvu avboð, tá ið liðið skuldi takast út undan venj­ ingarleguni í Thailandi, og so hevur venjarin hesa ferð sent boð eftir Hans Paula Samuelsen úr EB/Streymi: – Eg havi alla tíðina havt eitt gott eyga til Hans Paula. Hann spældi væl í EB/Streymi í fjør, og í gjár var hann stinnur, tá ið EB/Streymur í fyrsta umfari vann 4-0 á 07 Vestur, segði Lars Olsen í samrøðu við Rás2, tá ið hann hevði kunngjørt, hvørjar hann ætlar at hava við sær til Eysturríki, har fyrsti HM undan­kapp­ingardysturin í ár verður fríggjakvøldið 22. mars. 28 ára gamli Hans Pauli Samuelsen er skrásettur at hava umboðað Føroyar tríggjar ferðir. Tað eru meiri enn fimm ár síðani, at hann síðst var á landsliðnum. Tað var í oktober 2007, tá ið Før­ oyar høvdu vitjan av Frak­ landi. Gunnar Nielsen, sum ikki enn hevur funnið nýtt felag, er ein av málverjunum. Hinir eru Kristian Joensen og Teitur M. Gestsson: – Eg haldi, at Gunnar og Kristian eru bestu mál­verj­ arnir í Føroyum. Vit hava valt at hava ein ungan málverja við. Í Thailandi var tað Hans Jørgensen, og hesa ferð er tað Teitur M. Gestsson, sigur landsliðsvenjarin, sum harvið hevur tikið til eftirtektar, at HB venjarin Oddbjørn Joensen við úttøkuni til dagsins dyst ímóti B36 vísti, at hann heldur, at Teitur M. Gestsson í løtuni er fremri enn Hans Jørgensen. Jákup Mikkelsen, sum í ÍF málinum leygardagin vísti, at hann framvegis stend­ur seg væl, hevur boðað lands­liðs­ venj­aranum frá, at hann ikki er tøkur at spæla á lands­lið­ num. Merkisvert er tað, at Súni Olsen ikki hevur fing­ ið landsliðsboð hesa ferð. Súni skoraði eitt fram­úr mál fyri B36 við frí­sparki úr 20 metrum, tá ið HB og B36 spældu 1-1 í granna­upp­gerð í Gundadali í gjár, og hann hevði eis­ini aðrar vanda­ miklar frísparks­royndir og góðar fríspælingar av lið­ feløg­um. Men venjarin heldur ikki, at Súni er orduliga kom­ in fyri seg, eftir at hann hev­ ur drigist við skaðar. Teir, sum eru úttiknir, eru Gunnar Nielsen, Kristian Joen­sen, NSÍ, og Teitur M. Gests­son, HB, málverjar. Jónas Tór Næs, Valur Ís­ landi, Atli Gregersen, Vík­ ingur, Odmar Færø, For­far Ath. Skotland, Rógvi Bald­ vins­son, Bryne BK Noreg, Vil­ jormur Davidsen, Jerv Noreg, og Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ, verju­spæl­arar. Pætur Dam Jacobsen, EB/ Streymur, Fróði Benjaminsen, HB, Hallur Hansson, AaB Danmark, Christian Lam­ hauge Holst, Silkeborg IF Dan­mark, Daniel Udsen, Her­lev IF Danmark, Hjalgrím Elttør, KÍ, og Hans Pauli Sam­ uelsen, EB/Streymur, mið­ vall­arar. Arnbjørn Hansen, EB/ Streymur, Jóan Símun Ed­ munds­son, Viking Stavanger og Símun Samuelsen, HB, álops­spæl­ar­ar. Tíggju spælarar umboða feløg í bestu føroysku deildini, átta eru á lønarlistum í út­ lendskum feløgum, og so er tað Gunnar Nielsen, sum sam­bært FSF yvirlitinum fram­vegis einki felag hevur funn­ið at umboða. Ungdómurin settur í skuggan av royndunum Hans Pauli Samuelsen og Hjalgrím Elttør hava fingið landsliðsboð, meðan eitt nú Kaj Leo í Bartalsstovu, Andreas Lava Olsen og Erling Jacobsen ikki vera í ferðalagnum niður til Eysturríki í næstu viku Besta sms´ið, sum vinnur eitt atgongumerki til lands­ dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober = B36 leikararnir mugu fáa kumpass, so teir raka tað rætta málið (HB-B36) Besta sms´ið um Víking-NSÌ = Hóast NSÍ eigur Klæ­ mint, ið er stinnur, so eru tað vit ið eiga Finnur, og hann vinnur Besta sms´ið um KÍ-TB = Brandur Enni sang tann nýggja TB-sangin "Vit byggja Varðar" í hálvleikinum í Klaksvík Besta sms´ið um EB/Streym-07 Vestur = Í dystinum millum EB-Streymur og 07 Vestur blivu O7 Vestur púra úrlætnir og til "slut var de nødt til at spille uden Blè"