mánadagur 11. mars 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
FM-finalurnar Fyrstu FM-finalurnar í flogbólti verða hjá kvinnum
mikukvøldið klokkan 20 millum Mjølnir og SÍ, og hjá monnum
hóskvøldið klokkan 19 millum ÍF og SÍ. Leygardagin verða so
aftur FM-finalur, men tá á uttanveltaðum vølli í Trongisvági.
Hilmar Jan Hansen
Í vetur hava kvinnurnar hjá
Mjølni verið fullkomuliga
einaráðandi í Eikliguni, har
tær ikki hava tapt nakran
dyst og bara hava sett trý
sett til, síðani landskapping
in byrjaði fyrst í oktober. Tí
hevur kappingin í kvinnu
flogbóltinum eisini fyri tað
mesta bara snúð seg um,
hvat av hinum liðunum í vár
skuldi sleppa at spæla FM-
finalur ímóti Mjølni.
Herfyri stakk eitt sindur
av spenningi seg upp, tá
Fleyr vann á SÍ og fór fram
um á stigatalvuni. Men hóast
hetta, so lá líkasum í luftini,
at bæði eitt og tvey rættiliga
óvæntað úrslit helst skuldu
til, um ikki SÍ at enda skuldi
fara avstað við finalusessi
num, ið SÍ hevur ligið til tað
mesta av vetrinum.
So var eisini, tí í seinasta
landskappingarumfarinum,
sum var um vikuskiftið,
vann SÍ 3-0 á Ternuni, sum
eisini roknast kundi við,
samstundis sum Fleyr ikki
fekk gjørt nakað við Mjølnir,
ið tók ímóti í Klaksvík og
eisini vann 3-0. Sostatt fór SÍ
framum aftur og endaði við
32 stigum, meðan Fleyr hevði
31 stig, nú landskappingin
endaði.
– Vit vistu, at Fleyr skuldi
vinna á Mjølni fyri at megna
at halda seg framman fyri
okkum, og vit skuldu í øllum
førum bara syrgja fyri at
vinna okkara dyst. Tað gjør
du vit, og tá Fleyr ikki kláraði
at vinna í Klaksvík, vunnu
vit plássið í finaluni, sigur
Annika á Stongum, ið aftur
hevur verið við á liðnum hjá
SÍ síðani á jólum.
– At koma í FM-finaluna,
eins og vit komu í steypa
finaluna, hevur avgjørt verið
okkara mál, so vit halda, at
vit eru komnar so langt, sum
vit kunnu koma.
Eingin græt…
At SÍ bæði í steypa- og lands
kappingini
hevur
verið
næstbest, merkir samstund
is, at Fleyr, sum annars hevur
verið við í kappingini allan
vegin, má rinda prísin við at
koma í hvørga finaluna. Men
hóast Fleyr tapti í Klaks
vík og misti finalusessin,
eru havnarkvinnurnar ikki
knústar:
– Nei, tað var eingin av
okkum, ið græt eftir tapið
fyri Mjølni, flennir Guðrið
Syderbø, sum ikki heldur, at
tað var hesin seinasti dyst
urin, ið var avgerandi fyri, at
Fleyr endaði aftan fyri SÍ.
– Vit mugu heldur hyggja
at øðrum býttum dystum
í vetur, sum vit hava tapt.
Og tað hevur eisini ligið í
hondunum á okkum sjálvum,
hvussu langt vit skuldu
koma, og vit eru slett ikki
knústar, nú tað endaði, sum
tað gjørdi.
Samstundis er Guðrið feg
in um, at tað gekk væl í dysti
num ímóti Mjølni hesaferð:
– Ja, Mjølnir hevur nógv
tað besta liðið og sær ikki út
til at vera til at steðga júst
nú. Tí kundu vit vera ernar
av, at vit í hesum seinasta
dystinum megnaðu at spæla
upp ímóti Mjølni. Hevði tað
koppað okkara veg í øðrum
setti, so kundu vit kanska
gjørt ein vørr, men tað
gjørdi tað so ikki, sigur ein
av royndaru spælarunum á
Fleyr-liðnum.
– Undan dystinum ímóti
Mjølni vóru vit framman
fyri SÍ, men vit høvdu
ikki væntað, at vit skuldu
varðveita
ta
støðuna,
tí
vit væntaðu, at SÍ fór at
vinna sín dyst, samstundis
sum einki talaði fyri, at
vit skuldu vinna okkara.
Og vit eru fegnar um, at
vit eru nummar trý og fáa
bronsuna, tí vit hava ikki
verið so sterkar í vetur sum
hini árini.
Halda høvdið kalt
Nú eru tað so kvinnurnar hjá
SÍ, ið nú skulu fyrireika seg
til FM-finalurnar, og tað eru
tær í Sørvági sjálvandi spent
ar til. Men Annika á Stongum
dylur ikki fyri, at SÍ er eingin
favorittur, tí tann heiðurin
má Mjølnir taka á seg:
– Mjølnir hevur vunnið
allar dystirnar, og sjálvt um
vit í steypafinaluni megnaðu
at vinna eitt sett, so eru
kvinnurnar í Klaksvík øgiliga
sterkar og væl fyri, sigur
royndi hevarin hjá SÍ, ið
heldur ikki hevur hug at lata
alt ov væl at, tá vit spyrja,
hvussu er við vónunum.
– Hvussu vit so fara at
klára okkum í finalunum, er
eitt sindur ilt at siga, tí vit eru
ikki ordiliga fullmannaðar.
Karin Mikkelsen er til skips
og kemur nokk ikki aftur,
áðrenn hetta kappingarárið
er farið, og Tórfríð Tavsen
hevur júst fingið gipsið av
aftur, eftir at hon breyt ein
fingu áðrenn steypafinaluna.
Hon hevur tú eisini verið
burturi í eina tíð.
Annika á Stongum sigur,
at skal SÍ gera ein vørr, er
neyðugt hjá liðnum at halda
høvdið kalt, sum kanska
hevur verið størsti veikleikin
hjá liðnum, tí tá tað verður
spennandi,
kemur
ofta
panikkur í.
– Nú fáa vit so at síggja,
hvussu tað fer at ganga. Men
vit eru komnar so langt, at
vit í minsta lagi fáa silvur, og
tað kunnu vit í øllum førum
vera ernar av, sigur hon.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Tað er longu langt síðani, at
spenningurin í bestu mans
deildini
í
flogbólti
bleiv
burtur, tí har hevur ÍF verið
einaráðandi í allan vetur við
18 vunnum dysti og ongum
tapi. Eitt skifti var eitt sindur
av kapping millum SÍ og Fleyr
um hitt FM-finaluplássið, men
fyri nøkrum vikum síðani var
eisini tann kappingin liðug.
Tí var væl og virðiliga
greitt, at tað verða ÍF og SÍ,
sum skulu spæla avgerandi
FM-finalurnar hjá monnu
num, nú teir báðir síðstu
dystirnir
skuldu
spælast
um vikuskiftið. Tað ráddi
bara um at fáa dystirnar av
greiddar.
Her gjørdist talan um
tveir 3-0 sigrar, og hóast Fleyr
fekk bitið frá sær í teimum
báðum
fyrstu
settunum
ímóti ÍF, gjørdist einki, tá ÍF
knústi alla mótstøðu í triðja
setti. Og Mjølnir, sum hevur
verið púra burturi úr kapp
ingini í vetur, nú eitt nýtt
lið skal spælast inn, gjørdi
heldur einki við SÍ.
Kristian heldur fram Nú er greitt, at sørvingurin Kristian Mikkelsen
heldur fram sum flogbóltsvenjari í TB. – Her eru nógvir evnaríkir ungir
spælarar, sigur Kristian, sum fyri tað mesta hevur havt unglingaspælarar
á besta kvinnuliðnum hjá TB, sum endar á fjórða plássi.
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
Mjølnir
21
21
0
63
3
60
42
SÍ
21
16
5
53
16
37
32
Fleyr
21
15
6
49
26
23
31
TB
21
13
8
40
33
7
21
Dráttur
21
8
13
29
43
-14
16
Ternan
21
7
14
29
47
-18
16
KÍF
21
4
17
21
55
-34
10
ÍF
21
0
21
2
63
-61
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
ÍF
18
18
0
54
5
49
35
SÍ
18
11
7
37
27
10
20
Fleyr
18
6
12
26
37
-11
13
Mjølnir
18
1
17
5
53
-48
2
Eik-ligan kvinnur:
_______________________________
SÍ-Ternan 3-0
(25-17, 25-21, 25-21)
Mjølnir-Fleyr 3-0
(25-19, 25-23, 25-18)
KÍF-Dráttur 2-3
(25-17, 27-25, 16-25, 13-25, 14-16)
ÍF-TB 0-3
(15-25, 17-25, 13-25)
Eik-ligan menn:
_______________________________
Fleyr-ÍF 0-3
(23-25, 24-26, 11-25)
Mjølnir-SÍ 0-3
(14-25, 21-25, 15-25)
flogbóltur eik-ligan
Skuldu bara spælast
menn Dystirnir í Eikliguni hjá monnum um vikuskiftið skuldu bara verða avgreiddir,
tí longu frammanundan var greitt, hvussu stigatalvan fór at síggja út
SÍ fór við sessinum
kvinnur Hóast Fleyr herfyri vann á SÍ og yvirhálaði kvinnurnar í Sørvági, so bleiv tað allíkavæl SÍ, sum – enntá
ikki heilt óvæntað – fór avstað við finalusessinum í evstu løtu og skal spæla finalu ímóti kvinnunum úr Mjølni
Kvinnurnar hjá SÍ vunnu kappingina við Fleyr um at koma í FM-finalurnar,
sum verða ímóti Mjølni, ið ongan dysti hevur tapt í allan vetur
Savnsmynd: Álvur Haraldsen