Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Kyndil vann í Klaksvík Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu 19-16 á Stjørnuni í Klaksvík. Hetta var fyrsti dysturin hjá Unu Olsen sum spælandi venjara. Anja Heinadóttir var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum, meðan Ema Bezanovic somuleiðis skoraði sjey mál fyri Stjørnuna Hilmar Jan Hansen Um ein einstakur spælari skal ávirka, hvønn veg ein hond­bóltsdystur kopp­ ar, má tað sum oftast vera annaðhvørt ein góð­ur málverji ella ein av úti­ spælar­unum, ið fær mál burt­ur úr øllum sínum skot­ roynd­um. Í gjár hevði KÍF ein av hvørjum á vøllinum – Nicklas Selvig, ið ferð eftir ferð var ósvikaliga tryggur av høgra vongi, og Jaspur Joen­ sen í málinum – so tí fekk tað illa endað við øðrum enn heimasigri í høllini í Kolla­ firði, har VÍF var á vitjan. Serliga stóð Jaspur Joen­ sen í KÍF-málinum sjónskur í myndini, tí ferð eftir ferð vísti hann bjargingar í stór­ um stíli, so sjálvt royndir spæl­ar­ar á VÍF-liðnum byrj­ aðu at yvirplasera í ólukk­ mát. Teir, ið royndu seg úr spísk­um, skutu við síðuna av málinum, og teir, ið skutu av bakkinum ella mitt fyri, sen­ du ferð eftir ferð ból­t­ar­nar oman fyri málið hjá Jaspu­ri. – Jú, tað var ein øgiliga góð kens­la at standa í málinum í dag og gera tað gott, men verj­an hjálpti eisini sera væl til. Ein spælari sum Filip Jojic var ikki so neyvur, sum hann plag­ar at vera, men so skal eisini sigast, at eg nokk havi lisið eitt sindur uppá, hvussu teir plaga at skjóta, og tað haldi eg eydnaðist væl í dag, segði Jaspur Joensen eftir dyst­in, ið endaði við greiðum KÍF-sigri. At málverjin, sum bara ta einu ferðina varð av­loyst­ur av Óla Christian Djur­huus í sambandi við eitt brotskast, var hin stóri mun­ur­in á liðunum, mátti striku­spæl­ ar­in hjá VÍF ásanna eftir dystin: – Jaspur var heilt raskur í dag og pilkaði okkum niður í dag. Saman við sera skila­góð­ um álopsspæli hjá KÍF, var hann munurin á liðunum í dag, segði hann. Gjørdu ongar feilir Lið­ini fylgdust upp til 4-4, men so vann KÍF seg framum við trimum málum og økti ta einu løtuna upp í fimm, 12-7, áðrenn vestmenningar fin­ gu minkað eitt sindur um munin fyri steðgin. Men hó­ast KÍF í seinna hálvleiki bein­an­vegin økti upp í 17-11, kom VÍF væl aftur til 18-16, áðrenn KÍF triðju ferð legði sjógv ímillum liðini og streyk av­stað og vann greitt. – Teir gjørdu ongar feilir í álopinum, men spældu, til teir komu fram til 100 pro­ sents kjansirnar, og tá vit so svóvu nakað nógv í verjuni eisi­ni, blivu teir púra leysir hvørja ferð, segði Agnar Joen­sen, ið tó hevði væntað, at tað bleiv torført at vinna í Kolla­firði. – Av teimum síðstu seks dyst­unum væntaði eg, at bleiv tað nakar dystur, vit fóru at tapa, so var tað hes­ in. Hoyvíkingar gera neyv­an heldur nakað við koll­firð­ing­ ar, so tí kundi tað sæð út til, at tað verður dysturin mill­ um okkum og H71, ið verð­ ur avgerandi fyri, hvør av okkum kemur í finaluna. Kollfirðingar skulu bara vinna ein dyst aftrat, so er finalu­plássið eisini teoretiskt tryggj­að, tí tá kunnu teir ikki enda niðan fyri næstfremsta pláss­ið í landskappingini, men teir í KÍF fara eftir at halda fast um oddasessin, sig­ur Jaspur Joensen: – Vit taka einki fyri givið, men tað sær øgiliga gott út hjá okkum, og tað eru bara hoy­vík­ing­ar, sum kunnu fara fram um okkum, um tað skal vera. Men tá vit nú skulu í finalu­na, so vilja vit sjálvandi helst enda sum oddalið, so vit fáa tveir heimadystir, segði mál­verjin, ið stjól myndina í Kolla­firði í gjár. VÍF/Tjaldur eitt stig í Vági VB hevði brotskast í evstu løtu og kundi vunnið, men tað endaði við javnleiki. Tamara Radic skoraði átta mál fyri VB, meðan Liljan Djurhuus og Adina Petrea skutu sjey í part fyri felagsliðið, sum nú er eitt stig aftanfyri Kyndil hondbóltur besta deildin kvinnur Jaspur Joensen var ótrúligur í málinum hjá KÍF í gjár, tá hann við einari bjarging fyri og aðrari eftir pilkaði VÍF-álopini niður Savnsmynd: Álvur Haraldsen Jaspur tók alt Ungi KÍF-málverjin var fremsta orsøkin til, at VÍF ongantíð ordiliga slapp í gongd í dystinum í gjár, og við óteljandi bjargingum og paradum pilkaði hann spakuliga sjálvsálitið úr vestmenningum KÍF-VÍF 29-21 (14-10) KÍF-VÍF 29-21 (14-10) KÍF: Nicklas Selvig 10, Andrias Nielsen 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Tony Weyhe 4, Rúni Joensen 2 VÍF: Filip Jojic 6 (1), Joen Pauli Høgnesen 3, Sámal Joensen 3 (1), Magnus Müller 3, Agnar Joensen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1, Regin Joensen 1, Rasmus Junker 1, Sjúrður Nielsen 1 Dómarar: Kári Hansen & Karsten Joensen