mánadagur 11. mars 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Síðsta umfarið Dystirnir í Atlantic Airways-kappingini um
vikuskiftið vóru teir fyrstu í síðsta fjórðinginum av kappingini,
tá øll liðini skulu spæla ímóti hvørjum øðrum eina ferð, áðrenn
sjálv landskappingin er liðug og klárt er til FM-finalurnar.
Miðvikudystir Tveir miðvikudystir í hondbólti verða spældir í
ítróttarhøllini á Hálsi í Havn hesa vikuna. Í annaðkvøld klokkan 20
spæla fremstu kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjørnuni, og hóskvøldið
klokkan 19 spæla Neistin og H71 í Atlantic Airways-kappingini.
Hilmar Jan Hansen
– Vit vóru noyddir til at
vinna og í minsta lagi at fáa
javnleik, men eg vil siga, at nú
er tað farið, staðfesti annar
av venjarunum hjá Kyndli,
Bárður Johannesen, eftir
at lið hansara leygardagin
í Hoyvíkshøllini hevði tapt
fyri H71, sum hinvegin liggur
best fyri av liðunum, ið
kappast um at koma í FM-
finalurnar.
Talan var um ein dyst, har
H71 rann undan tað mesta av
tíðini, men fleiri ferðir mundi
verið tikið aftur av Kyndli.
At enda gjørdist tað tó bara
ov
strævið
hjá
teimum
grønu at royna at vinna seg
uppaftur, og tá hoyvíkingar
veruliga fingu gongd á ímóti
endanum, gjørdist munurin
bara størri.
– Tá vit eftir steðgin
komu upp á 13-13, høvdu vit
nógvar stórar kjansir, men
brendu og brendu upp í slag,
og í staðin byrjaðu teir at
fáa skjótálop og mál, segði
Bárður Johannesen, ið fekk
viðhald frá venjaranum hjá
H71:
– Ja, tá vit umsíður fingu
kontraspælið
hjá
okkum
at rigga ímóti endanum
á dystinum, fóru vit frá
Kyndli,
og
eg
má
rósa
mínum monnum fyri ein
fyrimyndarligan
innsats.
Tað kendist tungt ígjøgnum
allan dystin, hóast vit høvdu
munin. Teir stríddust væl,
so vit sluppu ikki ordiliga
frá teimum, og serliga fyrst
í seinna hálvleiki koma teir
í so nær, segði Petur Mittún.
– Men mínir spælarar
fingu víst, hvørjum teir
eru gjørdir av, og at hóast
manningin er ung, liggja vit
altso á næstfremsta plássi.
Og sjálvt um liðini bara hava
fimm dystir eftir nú, so kann
enn alt henda.
hilmarjan@sosialurin.fo
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
KÍF
19
567
426
141
31
H71
19
515
461
54
25
VÍF
19
536
480
56
22
Kyndil
19
489
483
6
21
StÍF
19
463
445
18
19
Neistin
18
428
460
-32
14
Team Klaksvík
19
373
616
-243
0
Fremsta deild kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
Neistin
15
475
351
124
30
Kyndil
16
356
354
2
18
VÍF/Tjaldur
16
392
408
-16
17
VB
16
382
411
-29
11
StÍF
14
350
395
-45
9
Stjørnan
15
340
376
-36
7
hondbóltur atlantic airways deildin
H71-Kyndil 24-18 (12-9)
H71 liggur væl fyri
Nú fimm umfør eru eftir, eru hoyvíkingar trý stig framman fyri vestmenningar
og liggja best fyri at spæla seg í FM-finalurnar ímóti kollfirðingum
H71-Kyndil 24-18 (12-9)
H71: Rógvi Sørensen 6, Bogi G. Davidsen 4, Hans Kári Hansen 3, Rúni
Højgaard 3, Hallur Biskopstø 2, Bogdan Florea 2, Niels Viggo Niclasen 2,
Tróndur Arge 1, Sigmundur Dahl 1
Kyndil: Rógvi Dal-Christiansen 4, Ludvík Súnason 4, Josef Abrahamsen 3
(2), Finnur Hansson 2, Birgir Poulsen 2, Thorvald Abrahamsen 1, Frank
Askildsen 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1
Dómarar: Karsten Joensen & Thomas Juul Thomsen
Fremsta deild kvinnur:
Stjørnan – Kyndil: 16-19 (7-12)
Stjørnan: Ema Bezanovic 7, Durita Christophersen 3, Ella Petersen 2,
Lovisa Lassen 2, Mina Sirdal 1, Bára S. Klakstein 1
Kyndil: Anja Heinadóttir 7, Simona Petersen 3, Turið Arge 2, Annika
Sigurðsdóttir 2, Randi Wardum 2, Jórun G. Ludvig 1, Anna Sofía Mohr 1,
Simona Iacob 1
VB-VÍF/Tjaldur 27-27 (15-13)
VB: Tamara Radic 8, Helga Eyðunsdóttir 6, Bára Krosslá Mortensen 4,
Gurið Mortesen 3, Rannvá Johannessen 2, Una Nolsøe 1, Rúna Midjord
Jacobsen 1, Marijana Trbojevic 1, Andrea Nielsen 1
VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 7, Adina Petrea 7, Amanda Kristiansen 3,
Ansy Sevdal 3, Eilin Hansen 2, Heidi Sevdal 2, Annika Patti 1, Tóra Seloy
1, Barbara Nygaard 1
Dómarar: Arnar Dam og Thomas Juul Thomsen
Fleiri
umboð
fyri
Team
Klaksvík
hava
gjøgnum
kappingarárið
lovað,
at
Team Klaksvík fer at fáa stig
í hesum kappingarárinum.
Fríggjakvøldið
manglaði
so lítið sum ongantíð fyrr í
hesum kappingarárinum.
- Tað eru seks sekund
eftir og vit fáa tríggjametrar
kast. Tað verður spælt upp til
mín, men tíverri fór bólturin
upp um. Tað kennist bitturt,
sigur ein vónbrotin Sámal T.
Olsen eftir dystin.
Levi Nybo í málinum
hjá StÍF var farin skeivan
vegin, tá Sámal gjørdi klárt
at skjóta.
-
Hatta var óheppi
hjá Sámali. Eg helt eg hevði
rímuligt tak á skotunum hjá
honum í seinna hálvleiki,
men eg hasa ferð roknaði
eg við at hann fór at skjóta í
hina síðuna, so eg fór skeivan
veg, sigur Levi Nybo eftir
dystin.
Sveinur Justinussen var
ikki við, men tað var beiggin,
Leivur Justinussen. Hann
gjørdist eisini toppskorari
hjá felagnum fríggjakvøldið.
Team Klaksvík – StÍF: 24-25 (14-13)
Levi Nybo var farin í skeiva síðu. Málið stóð opið og tað vóru bara fáa
sekundir eftir og eitt mál á muni. Men skotið hjá Sámali T. Olsen fer uppum
Millimetrar frá fyrsta stignum
Team Klaksvík – StÍF: 24-25 (14-13)
Team Klaksvík: Zarko Pejovic 9, Sámal T. Olsen 7, Beinur Heðinsson 3,
Dánjal Kjærbo 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellinggaard 1
StÍF: Leivur Justinussen 7, Steinar Prestá 6, Pætur Joensen 5, Borgar
Danielsen 2, Jógvan G. Joensen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Marius Joensen 1,
Jákup Berthelsen 1