Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur B36 ongan landsliðsspælara. Landsliðið var úttikið sunnukvøld. Bæði Gilli Sørensen og Súni Olsen hava verið á A-landsliðnum seinastu tíðina, men teir vóru ikki millum teir 19, sum Lars Olsen hevur tikið út til dystin móti Eysturríki. Kanska Lars Olsen hevði broytt meining um hann var í Gundadali og ikki í Gøtu? H E S A V I K U N A stóð royndina fótbóltur effodeildin Slagið um Havnina: Teitur Gestsson 4 Hevði eins og Tórður nøkur vánalig útspørk í fyrra hálvleiki. Stórbjargaði frá Róaldi og hevði eisini onkrar aðrar bjargingar. Ilt at siga, um hann kundi fingið hondina á frísparkið hjá Súna. Jógvan Rói Davidsen 3 Stríddist sum altíð væl, men kom eins og restin av liðnum í trupulleikar av skjótleikanum í álops­spælinum hjá B36. Gunnar Haraldsen 3 Ilt at siga um tað var verjan, sum ikki hevði tamarhald á skjót­álopunum, ella um tað var miðvøllurin í haltaði. Stóð stinnur í deyð­bóltsstøðum, men hevði trupul­leikar Lukasz og hinum. Jóhan Troest Davidsen 3 Hevur staðið sterkari í myndini enn í gjár. Misti onkrar bóltar í uppspælinum og megnaði ikki at verja fyri nógvu B36 álopunum. Tóktust fleiri ferðir standa langa aftri á vøllinum og tað gav B36 pláss at venda á miðvøllinum. Alex Dos Santos 2 Stóð veikastur í myndini av spælarunum í HB verjuni. Hann misti fleiri vandamiklar bóltar serliga í fyrra hálvleiki. Hann er framrættaður bakkur og tí síggjast mistøkini væl. Kom tó væl framvið, tá pláss var. Bárður Olsen 2 HB miðvøllurin tapti slagið um miðvøllin, hóast teir vóru tríggir móti tveimum. Bárður megnaði ikki at koma til sín rætt við góðu avleveringinum og misti eisini fleiri bóltar í uppspælinum. Fróði Benjaminsen 3 Var sjónligastur av teimum trim­um á miðvøllinum, men megn­aði ongantíð at seta seg á dystin, sum vit hava sæð fyrr. Átti møguliga eitt lítið brotsspark í fyrra hálvleiki og var nær við at avgerð í evstu løtu. Kristin R. Mouritsen 2 (69.) Kom ikki til sín rætt á miðvøll­ inum og endaði úti á vonginum í seinna hálvleiki. Kom væl við í skjóta spælinum í løtum í fyrra hálvleiki, men datt annars niður í millum. Christian R. Mouritsen 3 Hevði ein óstøðugan dyst á høgra vongi og bleiv fluttur inn á miðvøllin í seinna hálvleiki. Er kvikur og snildur við bóltinum og átti frálíkt innlegg til Símun Samuelsen, sum rakti stongina. Símun Samuelsen 3 Rakti stongina tíðliga í dystinum og virkaði tendraður frá byrjan. Var spældur inn um B36 verj­ una nakrar ferðir, men var ikki nóg avgjørdur.Bleiv annars væl eftiransaður og tí ikki so sjón­ligur. Andrew av Fløtum 3 (82.) Spældi væl í fyrra hálvleiki og helt væl upp á bóltin. Fánaði úr dystin sum tíðin gekk og bleiv eisini útskiftur seint í seinna hálvleiki. Eitt miðal avrik. Jógvan S. Nolsøe 2 (69.) Fekk tjúgu minuttir á høgra vongin. Fek gult kort fyri at filma, men sum skilst, so var talan ikki um film, tí lissan endaði undir gagguni hjá mótstøðuspælara. Tí sá tað býtt út, men ikki film. Bárður J. Heinesen (82.) Var ov stutt til at gera eina meting. Fekk sum so einki at arbeiða við og tí er ilt at siga nakað um avrikið. Avrik: tøli 1 til 6 18 ára gamli venjarasonurin var tveittur fyri leyvurnar, tá B36 og HB byrjaðu kappingarárið 2013 við eini grannauppgerð. Hørður Askham stóð royndina millum teir vaksnu og tykist kunna verða ein góð loysn í miðverjuni hjá B36, sum skuldi havt vunnið HB 1 (1) B36 1 (1) Tróndur Arge HB liðið var undan dystinum mett sum stórfavorittur. Spæl­ið í venjingardystunum hevur verið framúr og bæði venjarakappingin og Klaks­ víks­kappingin endaðu við sigri til HB. Útskiftingin hev­ ur verið lítil í vetur og lið­ið hevur havt tíð at skipa seg. Í fjør skoraði HB næst flest mál í Effo-deildini. Upp­gávan hjá verjuni hjá B36 sá møtu­mikil út undan granna­brakinum. Ongin hevur verið meiri kroystur enn Hørður Askham. 18 ára gamli sonurin hjá U21 landsliðsvenjaranum, Heðini Askham, hevur bara nakr­ar fáar royndir í bestu deildini, men í gjár fekk hann álit­ið at standa í miðverjuni sam­an við Martini Pedersen, sum ongantíð hevur spælt ein dyst í føroyskum fótbólti. Gamaní er talan um spælara, ið hevur spælt Champions League fótbólt við AaB móti eitt nú Manchester United, men hann er nýggjur í B36 og nýggjur í Føroyum. Í 90 minuttir av ferðmiklum grannauppgerðsfótbólti stóð Hørður Askham royndina. Eins og restin av liðnum var hann allatíð eitt fet framm­ an­fyri. Spentur – Eg var ikki nervøsur, eg var meiri spentur vil eg siga, sigur Hørður Askham eftir dystin. Hann stendur uttanfyri skiftirúmið og tað ljóðar til, at tað er ein róligur stemningur á spælarunum. B36 leggur frá landi við fullari ferð. Teir trýsta HB langt frammi á vøllinum. Mið­vøllurin fær onga tíð á bólt­inum. Tað er líka Christian R. Mouritsen, sum við góðum innleggi finn­ur Símun Samuelsen við hand­ ari stong. Vinstri vongurin fær fatur á bóltin, sum hann úr spískum sendir í stong­ ina. Fyri uttan tað, so hevur miðvøllurin hjá B36 yvirtakið, meðan Gilli Sørensen og Lukasz Cielsewicz geva HB verj­uni nokk at arbeiða við. Onki er at síggja til nakran fjáltur­stungnan ungnan mann í B36 verjunin. Hetta tí har er ongin. Tann fjálturin er skjótt burtur úr kroppinum á Hørðuri. – Eg vann ein luftdyst móti Andrew av Fløtum. Aftaná tað hugsaði eg ikki Eg vann ein luftdyst móti Andrew av Fløtum. Aftaná tað hugsaði eg ikki so nógv um at hava nervar Hørður