mánadagur 11. mars 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
so nógv um at hava nervar,
greiður Hørður Askham frá.
Á miðvøllinum hava Súni
Olsen og Róaldur Jakobsen
yvirtakið. Teir halda fast
upp á bóltin og eru ágrýtnir í
verjupartinum.
– Tað er deiligt at hava
Róald og Súna frammanfyri
seg. Tú kanst altíð spæla bólt
in niðan á teir, sigur Hørður
Askham
Aftná 24 minuttir fær B36
fríspark í góðari støðu. Hetta
er aðru ferð í dystinum. Fyrra
royndin hjá Súna endar í
manngarðinum.
– Tað kendist sum tað
plagar, sigur Súni Olsen við
smíli, tá hann verður spurdur
um hann kendi tað á sær tá
hann rakti bóltin, at hann fór
at enda í netinum.
Í 36 minuttir eigur Súni
Olsen og B36 Gundadal. Súni
er undangongumaður og B36
liðið fylgir við. Eisini 18 ára
gamli Hørður Askham.
Tú má bara reista
teg eftir sjálvmál
Í
36.
minutti
fær
HB
hornaspark. Høgni Midjord
er í iva hvat hann skal gera
við ein høgan leysan bólt
í brotsteiginum og stútar
hann út til horna. Tað endar
við, at Símun Samuelsen
sendir hornasparkið innfyri,
har
Símun
Joensen
er
óheppin og stútar bóltin í
egið mál.
– Eg var í einum nærdysti
og komi onkursvega at standa
forlangt úti, og tá eg so fái
høvdið á bóltin, so skrúvar
hann bara víðari inn í málið,
sigur Símun Joensen.
– Tú mást bara reista teg
eftir eitt sjálvmál. Tað er
einki annað at gera, leggur
vinstri bakkurin afturat.
Eftir hetta hevur HB bólt
in nógv fram til hálvleiks,
men við Hørðuri og Martini
í miðverjuni kemur HB ikki í
gjøgnum.
– Martin dugur væl at
stýra og tosar nógv. Tað ger
tað lættari hjá mær, sigur
Hørður um at spæla í mið
verjuni saman við danskar
inum.
Súni Olsen hevur eitt frí
spark afturat, sum fer beint
viðsíðuna av.
Vit vóru betri í dag
og skuldu havt vunnið
So greiður er Hørður Askham
á málinum. Í seinna hálvleiki
er B36 meiri vandamikið enn
HB. Teir eru skjótir at um
stilla seg tá teir fáa fatur á
bóltinum, og miðvøllurin hjá
HB megnar ikki saman við
verjuni at steðga Gilla, Lawal
og Lukasz, tá teir seta ferð á.
Serliga tvær ferðir er
vandi á ferð. Fyrri ferð
tuskar Lawal frá HB verjuni
og eftir eitt tvey spæl endar
bólturin fyri føturnar á
Róladi Jakobsen, men Teitur
Gestsson bjargar meistarliga
í málinum.
Stutt fyri tíð er tað Lukasz
Cieslewicz, sum brýtur í
gjøgnum í vinstru og leggur
innfyri til Jákup, sum áraka
fimm
meturin
ikki
fær
ordiligt skot á.
– Hann lá ikki væl, men
hann lá nóg væl til at eg skuldi
skorað. Bólturin er ikki á veg
í mál, men raki í hondina á
einum verjuspælara, men
hon er upp á pláss, sigur
Jákup á Borg.
B36 er um at missa alt á
gólvið, tá Tórður Thomsen
kemur skeivt út til eitt inn
legg, sum Fróði Benjaminsen
fekk høvdið á. Bólturin fór
dygst framvið stongini.
B36 kom betri frá granna
uppgerðini, men vónirnar til
teir vóru ikki av teimum stóru
undan fyrsta bríkslinum.
Tað vóru tær hinvegin til
HB, sum ikki avrikaði í
mun til spádómarnar, men
hetta er bara ein dystur av
27 í landskappigini og nógv
kann verða broytt í oktobur
mánaði. Ein maður hevur
prógvað sítt virðið. Tað er
Hørður Askham, sum í fjør
varð kostin til ársins spælara
í unglingum.
– Eg eri miðvallari, men
eg spæli fegin í miðverjuni.
Eg vil bara sleppa at spæla,
eru seinastu orðini frá unga
manninum, sum í gjár stóð
royndina sum miðverji hjá
B36.
Sjey debutantar. Sjey spælarar vóru á fyrsta sinni
á vøllinum fyri síni lið í grannauppgerðini. Fyri
B36 er talan um fimm. Tórður Thomsen, Martin
Pedersen, Gilli Sørensen, Høgni Midjord og Lawal.
Fyri HB var tað Bárður Olsen og Bárður J. Heinesen.
Tórður Thomsen 3
Bleiv ikki settur upp á prøva so
oftani, men hevði nøkur vánalig
útspørk, og var heppin, at Fróði
Benjaminsen ikki stútaði HB á
odda stutt fyri tíð, tá hann kom
skeift út til eitt innlegg.
Høgni Eysturoy 3
Spældi ein fínan dyst uttan at
verða serliga sjónligur. Fekk gult
kort tíðliga í dystinum, men tað
ávirkaði ikki restina av avrikinum.
Hørður Askham 4
18 ára gamli Hørður spældi ein
fínan dyst í miðverjuni hjá B36.
Er likamliga væl fyri og sterkur
í nærdystinum. Tykist sum ein
góð loysn upp á miðverjuna og
fjáltur var ikki at síggja á unga
manninum.
Martin Pedersen 4
Setti seg ígjøgnum frá fyrsta
bríksli og dirigeraði runt við
hinum á liðnum. Hann kom
ongantíð í trupulleikar av
manglaði hæddin.
Símun Joensen 3
Var óheppin og gjørdi sjálvmál,
men var um reppi at skorað stutt
seinni. Datt ikki niður í millum,
men hevði í løtum ringt við at
fylgja skjótu dribblinginum hjá
christiani R. Mouritsen.
Róaldur Jakobsen 4
Spældi saman við Súna Olsen
á miðvøllinum og hóast teir
vóru upp ímóti trimum, so
vunnu teir miðvallarslagið. Góði
bóltførleikin kom liðnum til
góðar, men helst skuldi hann
havt skorað stutt fyri tíð, men
Teitur Gestsson bjargaði.
Súni Olsen 5
Súni átti Gundadali í 36 minuttir.
Hann fangaði allar leysar bóltar
og var stýrimaður á miðvøllinum,
Skoraði eitt dreyma fríspark,
men orkan gekk undan í seinna
hálvleiki.
Høgni Midjord 3 (74.)
Tuskaði runt til hann bleiv
útskiftur í seinna hálvleiki. Harða
arbeiði í verjustøðu gjørdi, at
HB hevði ringt við at fáa Símun
Samuelsen í spæl.
Gilli Sørensen 4
Ein tann mest spennandi
spælarin í føroyskum fótbólti.
Bjóðaði av og tordi at skjóta, men
kom eisini væl frá uppspælinum.
Tóktist rigga væl inn í B36 spælið
saman við Lukasz Cieslewicz.
Adeshina Abayomi
Lawal: 3 (89.)
Vísti í løtum tekin um ein skjótan
áleypara, sum passaði væl inn
í skjótu álopini hjá B36. Er ikki
nakar nýggjur Ahmed Sylla,
men kann vísa seg at eitt fínt
keyp. Rann minst tvær ferðir HB
verjuna av og legði upp eitt nú til
Róald, sum skuldi havt skorað.
Lukasz Cieslewicz 5
(Dagsins spælari) Polski
framherjin var ágangandi
gjøgnum allan dystin og skapti
stórar trupulleikar fyri HB
verjuna. Virkar lættari og skjótari
enn onkrar av dystunum í fjør,
og samanspælið við restina av
liðnum riggaði væl.
Jákup á Borg (Inn 74.)
Hevði ein risa møguleika at
avgera dystin, men rakar ikki
nakað óneyvu avleveringina frá
Lukasz tætt undir málinum.
Rasmus Dan Sørensen
(Inn 89.)
Kom inn seinastu minuttirnar.
Avrik: tøli 1 til 6
Teitur Gestsson
Gunnar Haraldsen Jóhan T. Davidsen ■
Jógvan Rói Davidsen Alex Dos Santos
Bárður Olsen Fróði Benjaminsen
Christian R. Mouritsen Kristin R. Moritsen
(Jógvan S. Nolsøe, 69. ■)
Símun Samuelsen Andrew av Fløtum
(Bárður J, Heinesen, 82.)
Tórður Thomsen
Hørður Askham Martin Pedersen
Høgni Eysturoy ■ Símun Joensen
Róaldur Jakobsen Súni Olsen
Høgni Midjord Gilli Sørensen
(Jákup á Borg 74.min)
Lukasz Cieslewicz ■ Adeshina Lawal
(Rasmus Dan Sørensen, 89.)
Dagfinn Forná hevði lagt Premier
League linjuna. Menn fingu lov at
verða menn og stríðast um bóltin.
Hann kom væl frá uppgávuni.
Fyri uttan onkrir
einkultir áskoðarar, so
var einki at hoyra til
fólkini í Gundadali.
Myndir: Álvur Haraldsen
0-1 Súni Olsen, 25
1-1 Símun Joensen, 37 sjálvmál
Hørður Askham í dysti
við Andrew av Fløtum
og Alex dos Santos