Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Sum tað plagar. Tað er altíð tætt í grannauppgerðunum millum Víking og NSÍ. Um tað ikki er javnt, so er munurin sum oftast ikki meiri enn eitt stig. Síðstu árini eru tvey undantøk. Í fjør vann Víkingur fyrsta dystin 2-0. Annar av hinum endaði 1-1, og so vann NSÍ 1-0. Í 2011 vann Víkingur tvær ferðir – 3-2 og 1-0, og NSÍ vann eina ferð 2-1. Í 2010 vann Víkingur 2-0 í 3. umfari. Hinir dystirnir endaðu 3-2 til NSÍ og 1-0 til Víking. Víkingur 2 (0) NSÍ 1 (1) Jóannes Hansen 22. oktober 2011 var 27. og síðsta umfar á skránni. Víkingur vann 4-1 í Klaksvík, og eftir dystarlok vórðu bronsu­krónurnar hongdar um hálsin á spælarunum. Í 19. minutti skoraði Finnur Justinussen fyrsta málið, og har­við var hann við 21 málum greiður toppskjútti í 2011. Síðani hevur tað verið soltnari. Í fjør var hann í Svøríki, og beinbrot tíðliga á ár­inum var høvuðsorsøkin til, at hann bara spældi 25 minuttir á besta liðnum hjá Jönköpings Södra IF. Einir tíggju dystir og nøkur mál á næstbesta liðnum var ikki tað, sum toppskjúttin í før­ oysku kappingini bæði í 2009 og 2011 hevði ætlað. Nú er Finnur aftur í Sarpu­gerði, har hann í fjør var nógv saknaður. Í gjár var fyrsta høvið hjá honum at prógva fyri sær sjálvum og øllum hinum, at máltevinum ikki bilar nakað, og tað var vorðið sum Finni, sum 30. mars verður 24 ár. – Sjálvandi var hetta ein lætti fyri meg. Eg veit væl, at øll í og kring Víking rokna við, at eg skal skjóta mál. Nú savni eg meg fult og heilt um hesa uppgávuna, og tað gevur sjálvsálit, tá ið tað eydn­ast, sum tú sjálvur vilt, og sum hini rokna við, at tú gert, staðfestir Finnur Justinussen. NSÍ var omaná undan steðg­inum. Nýggja miðverjan við Jónhardi Frederiksberg og Pól Jóhannusi Justinussen, stuðlað av Karl Løkin á verjukenda mið­ vallar­plássinum, helt Finni og Víkingi burtur, og tá ið lið­ini fóru úr kuldanum og undir tak at heita seg og hvíla seg, var NSÍ á odda. Lítil hálvur tími var farin, tá ið Árni Frederiksberg, sum saman við Magnus Olsen var á sentrala miðvøllinum, við vinstra beini sendi horna­ spark innfyri úr høgru, og bólt­urin endaði í netinum. Eftir steðgin vístu heima­ menninir betri hugburð. Teir vóru avgjørdari í nær­ dystunum – ikki minst riggaði tað væl hjá Hans Jørgen Djurhuus á verjukenda mið­ vallar­plássinum – fluttu seg meiri enn í 1. hálvleiki, og sjey minuttir eftir steðgin var Finnur upp á spæl fyri fyrstu ferð, tá ið hann eitt sindur úr vinstru og við vinstra beini smekkaði bóltin upp í nærra málhornið. Væl upplagdi Philip Djordjevic átti síðsta fótin í uppspælinum So var tað tætt, og tað kundi koppað báðar vegir, men at enda var tað Finnur Justinussen, sum av­gjørdi. Hesa ferð var tað eitt sindur úr høgru, og enn eina ferð var Djordjevic við í uppspæl­ inum. – Hetta var fyrsta ferðin, at eg havi spælt saman við Philip Djordjevic, sum var fremstur á miðvøllinum, og tað riggaði væl. Eg havi heldur ikki spælt saman við Jann Inga Petersen og André Olsen, sum var ein av teim­um, ið komu inn. Øllum hinum hava eg verið hjá lið­ felagi hjá, og eg haldi, at vit sum lið eru komnir langt hesar báðar mánaðirnar, sum vit hava vant, sigur Finnur Justinussen. Tú var ikki millum teir, sum landsliðsvenjarin hesa ferð sendi boð eftir. Ert tú vón­brotin av tí? – Nei. Sjálvandi vil eg fegin spæla á landsliðnum, men í løtuni liggur tað ikki fremst í huganum. Tað eru góð­ir álopsspælarar, sum í løtuni eiga sjálvsagdan lut framm­an­fyri meg í lands­ liðs­høpi. Hjá mær ræður um á Víkingaliðnum at vísa støðug avrik og taka av, tá ið liðfelagarnir spæla meg leysan. Tað er upp til lands­ liðs­venj­aran at gera av, hvør skal umboða Føroyar, og eg skilji hann væl, at hann í løt­uni ikki hevur meg á list­ anum. Í Leirvík og Gøtu fegnast tey um Víking og Finnur Justinussen. NSÍ ferðalagið var sjálv­ andi vónbrotið um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku. Av­rikið bendi á, at tað ikki verður leingi, áðrenn stig fara at koma á NSÍ kontuna. Eg veit væl, at øll í og kring Víking rokna við, at eg skal skjóta mál Finnur og víkingarnir svinga saman Málrevurin í Sarpugerði var ovurfegin um, at máltevið framvegis vísti seg at vera har, eftir at tað ikki gekk so væl í Svøríki í fjør fótbóltur effodeildin Geza Turi Atli Gregersen ■ Erling Jacobsen Bárður Hansen Hanus Jacobsen Jann Ingi Petersen ■ Hans J. Djurhuus ■ Hjartvard Hansen Philip Djordjevic (Ingi Sørensen, 90.) (Heðin Hansen, 90.) Kaj Leo í Bartaltssovu (André Olsen, 90.) Finnur Justinussen Kristian Joensen Jónhard Frederiksberg Pól J. Justinussen ■ Monrad H. Jacobsen Einar Tróndargjógv ■ (Sjúrður Jacobsen, 83.) Karl Løkin ■ Árni Frederiksberg ■ Jann Martin Mortensen Magnus Olsen (Debes Danielsen, 83.) - Klæmint A. Olsen Abraham Løkin er nýggjur venjari í NSÍ, og Jógvan Martin Olsen er framvegis venj­ari hjá Víkingi. Eftir dystarlok vóru teir rættuliga samdir um tað, sum teir høvdu verið eygnavitnir til. – Hetta var sera tætt og spennandi. Tað koppaði okkum til fyrimunar, men tað kundi eins væl endað javnt ella við teprum NSÍ sigri, staðfesti Víkinga venj­arin. Abraham Løkin var samdur við starvs­felag­ num: – Vit løgdu sera væl fyri, og vit høvdu møguleika at økja um leiðsluna, áðrenn teir komu fyri seg. Eg eri nøgdur við avrikið hjá okk­ara monnum, og vit arbeiða víðari út frá avrik­ inum hesa ferð. Báðir venjararnir fegn­ aðust um, at tað higartil í ár hava verið so góð líkindi at venja og spæla: – Síðani á nýggjárinum hava vit ongantíð avlýst venj­ingarnar orsaka av veðri. Tað hevur borið til at vant við bólti alla tíð­ ina, og tað ber við sær, at bólt­førleikin er betri nú, enn hann plagar at vera um hesa tíðina. joannes@sosialurin.fo Samdir venjarar 0-1: Árni Frederiksberg, 26. 1-1: Finnur Justinussen, 52. 2-1: Finnur Justinussen, 79. Finnur Justinussen Savnsmynd