Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur var miðverji. Í stórsteypadystinum ímóti Víkingi var nýggi miðverjin hjá EB/Streymi, Rógvi F. Nielsen, ikki tøkur. Tað var hann heldur ikki ímóti sínum gamla felagi hesaferð, so Pætur Dam Jacobsen røkti aftur uppgávu sum miðverji. – Hann trívist kanska best á miðvøllinum, men hann spælir væl sum miðverji eisini, er skoðsmálið frá Hans Paula Samuelsen. Stinni málskjúttin væl fyri. Arnbjørn Hansen er tiltikin málrevur. Leygardagin kom framherjin somuleiðis á máltalvuna tvær ferðir. Hans Pauli Samuelsen heldur, at Hansen er sera væl upplagdur. EB/Str 4 (1) 07Vestur 1 (0) Uni Holm Johannesen Tað mundi renna kalt niður eftir rygginum á teimum flestu vágafólkunum við Marg­áir, tá Hans Pauli Samuelsen eftir bara tveir min­uttir sendi sítt lið á sigurs­ kós í ársins fyrsta lands­ kapp­ingar­dysti. Arnbjørn Hansen kom tá at standa væl fyri í brotsteiginum, áðrenn framherjin spældi tvørtur um til Hans Paula, sum bara skuldi seta fótin á bóltin. – Hetta er eitt tað lættasta málið, eg havi skotið, stað­ festir málskjúttin. Tað er væl eingin ivi um, at setningurin hjá 07 Vestur á útivølli oftast verður at halda tørn um javnleikin. Tann ætlandni glapp teimum av hendi umgangandi. Nú lúrdi brádliga eitt skrædl. Munurin ikki so stórur Andras Gango vardi á fyrsta sinni í málið hjá 07 Vestur í skrásettum dysti hesaferð. Hann heldur, at René Tórgarð var mest eyðsýndi maðurin á vøllinum fyrstu 60 minuttirnar. Í borgini hjá føroyameistarunum smædd­ust uppflytararnir ikki burtur. – Hann hevði fýra fram­ úr bjargingar hesa løtuna, um­framt tey mongu horna­ spørk­ini, vit høvdu. Vit mis­ nýttu nakrar upplagdar møgu­leikar. Tá teir síðan økja um leiðsluna, tá verður mót­brekkan ov strævin hjá okk­um, heldur hann. Seinna umfarið var trett­an minuttir gamalt, tá heimaliðið økti um leiðsl­ una. Arnbjørn Hansen var tá einsamallur við mál­ verj­an, og tá misnýtir stinni málskjúttin sjáldan. Sundalags­menn høvdu verið meira á bóltinum fyri hetta, og teir spældu seg eisini til einstakar málkjansir. Gango sigur, at luftin fór meira ella minni úr teimum tá. – Vit reistu okkum eftir van­lukkuligu byrjanina. Tað ávirkar sjálvsálitið, at tað ikki eydnast at fáa útjavnandi mál­ið, men at teir brádliga økja um leiðsluna heldur, sigur Gango, sum ikki heldur, at »tað sá so galið út« hjá teim­um, sum hann málber seg. Hans Pauli Samuelsen heldur, at teir høvdu fult tamarhald á støðuni eftir hetta. – Tá glapp loksins hjá okk­ um. Teir vóru vandamiklir við sínum skjótálopum, men vit stevndu av álvara eftir sigr­inum, tá Arnbjørn økti um munin, sigur hann. Seinni skutu Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariasen hvør sítt mál. Úrs­litið 4-0 ber boð um triva­ l­igan sigur, men tað var ikki fyrr enn seinastu løtuna, at føroyameistararnir høvdu tamarhald á. Luturin hjá vágamonnum hevur øll árini verið at stríðast fyri at sleppa upp í part í fremstu røð og at síð­an royna at varðveita pláss­ið í bestu deildini. Nú skal 07 Vestur vinna sær fastartøkur millum teir bestu. Útgangsstøðið er gott. Í 07 Vestur verður fyrst og fremst dúva upp á teir, sum eru uppvaksnir í fel­ag­ num. Men fyri at røkka mál­ setninginum er neyðugt við íkasti aðrastaðni frá. Álitis­ menninir verða eisini fyri tað mesta útlendingar, umframt Tór-Ingar Akselsen. Andras Gango er nýggjur millum stólparnar. Tehe Aristide er stýrismaðurin í miðverjuni, og á sentrala miðvøllinum verð­ur Evrard Blé, sum er komin úr Víkingi. Afturat teim­um er garvaði Jovan Radinovic-Panic. Ein dyst í senn »At taka ein dyst í senn” er við tíðini ein tann mest slitna fótbóltsklisjein. Men tað er við hesum í huga, at vágamenn fara til venjing í dag. Komandi vikuskiftið kemur TB á vitjan í Sørvági, og tá skal stigaposin fyllast. Á triðja sinni er 07 Vestur í fremstu røð. Fyrru ferðirnar, tað var í 2009 og 2011, hevur steðgurin verið stuttur, bara eitt ár. Fótbóltsmenninir í Vágum hava seinastu árini runnið millum bestu og næstubestu deildina. Nú brynja teir seg til enn eina roynd, og aftur hesa ferð ræður um at varðveita sætið í bestu deildini. At tapa 4-0 fyri føroyameistarunum er ikki ein ynskilig byrjan, men semja tykist vera um, at avrikið var betur enn úrslitið sigur. Tað er so altíð nakað. Hetta er eitt tað lættasta málið, eg havi skotið, stað­festir málskjúttin Avrikið var betri enn úrslitið Fýra mál skiltu liðini, tá føroyameistararnir høvdu vitjan av uppflytarunum. Úrslitið talar fyri trivaligum sigri, men tað var ikki fyrr enn seinastu løtuna, at EB/Streymur gjørdi bart René Tórgarð Pætur D. Jacobsen ■ Marni Djurhuus Gert Hansen Árni G. Olsen ■ (Hanus Olsen, 76.) Niels P. Danielsen Hans Pauli Samuelsen (Arnar Dam, 66.) Brian Olsen Gunnar Zachariasen Leif Niclasen Arnbjørn Hansen (Poul G. Olsen, 80.) Andras Gango Emil Mikkelsen Aristide Tehe Ásmund Hansen Petur Dalbø (Hørður Johansen) Evrard Blé Eli F. Nielsen (Jákup Sveinbjøn Olsen) (Sjúrður Ellefsen) Holgar Durhuus Tór-Ingar Akselsen Jovan Radinovic-Panic Ibrahima Camara 1-0: Hans Pauli Samuelsen, 2. 2-0: Arnbjørn Hansen, 54. 3-0: Gunnar Zachariasen, 66. 4-0: Arnbjørn Hansen, 74. At tapa 4-0 fyri føroya­ meistarunum er ikki ein ynskilig byrjan hjá 07 Vestur, men semja tykist vera um, at avrikið var betur enn úrslitið sigur Mynd: Álvur Haraldsen