Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Super veteranar. Fyri fyrstu ferð síðani 2008 hevði Albert Ellefsen ábygdina av liði í bestu deildini, tá ið ÍF leygardagin hevði vitjan av AB. 25. oktober 2008 endaði tað við málleysum javnleiki, tá ið B71 vitjaði ÍF í Fløtugerði. Jobin iðraði seg. Longu í 8. minutti varð Jobin Drangastein skiftur inn fyri Mikkjal Hentze, sum noyddist skaddur av vøllinum. – Vit harmast, tí vit kendu okkum í løtum at hava gott tak á. Vit vunnu okkum til málmøguleikar, men tíverri vóru vit ikki nóg neyvir, og tá ið verjukiks kostaðu, so fingu vit einki burturúr, staðfesti Jobin Drangastein, sum sigur seg rokna við, at AB fer at vinna úrtøku, tá ið HB leygardagin fer at vitja á Argjum. ÍF 2 (0) AB 1 (0) Jóannes Hansen Tað var tætt, og tað var spenn­andi í Fuglafirði leygar­ dagin. Spælararnir góvu seg fult og heilt, men kort­ini vóru teir bláir í kulda, tá ið Rói Jacobsen hevði bríksl­að fyri síðstu ferð. Teir skundaðu sær undir tak, og teir á heima­liðnum vóru ovur­fegn­ ir, meðan AB spælararnir vóru vón­brotnir. Einki var at undrast á reaktiónirnar. AB vísti góðan hugburð, og tað eydnaðist miðskeiðis í 2. hálvleiki at svara aftur, eftir at Ari Ó. Ellingsgaard, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, fýra minuttir eftir steðgin hevði lagt heimaliðið framum. Útjavnandi málið var fint. ÍF álop varð steðgað mitt á vøllinum, og so streyk vinstri vongverjin Beinir Ellefsen ígjøgnum, smekkaði flatt innfyri, og við handara stólpan stýrdi Bjartur Kjærbo bóltin í málið. Løtu seinni var um reppið, at innskifti Keita legði AB framum. Hann streyk ígjøgn­ um eitt sindur til høgru, men úr góðari støðu misnýtti hann, og so var tað, at ÍF skor­aði sigursmálið: Seks minuttir undan leik­loki varð Bartal Eliasen skiftur inn í álopið, og ein min­utt seinni skoraði hann sigursmálið, tá ið hann í eyðkenda stílinum taklaði bóltin framvið Símun Rógva Hansen og inn um mál­ strik­una! Mest eyðsýndi ÍF spælarin var Bogi Reinert Petersen, sum var við í tí mesta. – Eg eri sera fegin, tí hetta var einki serligur dystur at byrja við. Kanska eru vit mann fyri mann stinnari enn teir, men AB hevur staðið seg væl í venjingardystunum, með­an tað er stutt síðani, at vit allir fóru at venja í felag. Tí var uppgávan tor­før, og tað kennist sum lætti, at vit vunnu, staðfesti veteran­ urin í ÍF málinum Jákup Mikkelsen. Frammanfyri 42 ára gamla ÍF málverjan var son­ ur hansara, Poul Nolsøe Mikkelsen í ÍF miðverjuni. 19. apríl verður hann 18 ár, og í sín­um fyrsta dysti á besta ÍF lið­num stóð hann seg væl: – Undan dystinum kendi eg eitt sindur til nervar, men meðan vit spældu, so kendi eg tað sum um, at tað gekk væl, segði unglingaspælarin, sum undan hesum kapp­ ingar­árinum flutti úr KÍ og til Fuglafirðar. Ivaleyst er tað meiri enn sum lundi á jóla­ nátt, at faðir og sonur eru á sama liði og á hægsta støði. Jan Ó. Ellingsgaard er kom­in aftur av flatlondum og mannaði vinstra vong­ verja hjá ÍF. Hinir báðir í ÍF verjuni vóru tvey ættarlið í somu familju. Veteranurin í miðverjuni, 30 ára gamli Høgni Zachariassen, hevði systir­sonin saman við sær í verjuni. 19 ára gamli Leivur Joensen var fyri fyrstu ferð vong­verji í høgru, og hann vísti gott hegni. Ari Ó. Ellingsgaard setti hol á fyri ÍF fýra min­uttir eftir steðgin, og tað var inngangurin til 40 min­uttir, sum endaðu vit 2-1 heima­ sigri: – Hetta var ikki gott, tí vit stríddust og okkara vístu góðan hugburð. Men vit vóru ikki nóg disipliner­ aðir í avgerandi løtum. Tað kostaði, og so var tað ógvu­ liga óheppið, at vit longu í 1. hálvleiki orsaka av skaða mistu tveir spælarar, stað­ festi Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, sum sipaði til Mikkjal Hentse og Leivur Holm Joensen. joannes@sosialurin.fo Ivaleyst er tað meiri enn sum lundi á jólanátt, at faðir og sonur eru á sama liði og á hægsta støði Tvey ættarlið mynda ÍF verjuna Sjáldsamt var tað, at faðir og sonur og mammubeiggi og systirsonur vóru í verjuni hjá ÍF, sum í kuldanum tryggjaði sær trý stig ímóti uppflytarunum í AB, tá ið superveteranurin Bartal Eliasen skoraði sigursmálið fyrstu ferð hann setti fótin undir bóltin Jákup Mikkelsen Poul N. Mikkelsen Høgni Zachariasen Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard Høgni Madsen ■ Bogi Reinert Petersen (Aleksandar Jovevic, 84.) Hanus Thorleifsson Ari Ó. Ellingsgaard ■ (Jákup Johansen, 62.) (Bartal Eliasen, 84.) Øssur Dalbúð Nenad Saric ■ Símun Rógvi Hansen Leivur Holm Joensen Morten Overgaard (Rói Danielsen, 25.) Martin Midjord Beinir Ellefsen Sorin Anghel Dion Splidt Jónas Stenberg Mikkjal Hentze (Jobin Drangastein, 8.) Bjartur Kjærbo Nikolaj Eriksen (Ahmed Keita, 78. ■) – Hetta var fyrsti dysturin, og vit vóru órógvaðir av, at Clayton Soares ikki var við. Vit fingu um endan síðstu løtuna í 1. hálvleiki, og tá ið vit tíðliga í 2. hálvleiki skoraðu, so sá tað gott út, men AB menti seg aftur, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist Bartali at skora sigursmálið, og ikki minni at Jákup Mikkelsen, sum framvegis er fan­ tastiskur, vísti meistar­ ligar bjargingar, tá ið AB stríddist fyri at javna enn eina ferð. joannes@sosialurin.fo Nú fegnaðist Albert Ellefsen um sigurin 1-0 Ari Ó. Ellingsgaard, 49. 1-1 Bjartur Kjærbo, 69. 2-1 Bartal Eliasen, 85. fótbóltur effodeildin Høgna Zachariassn og Leivi Joensen Jákupi Mikkelsen og Poul Nolsøe Mikkelsen