mánadagur 11. mars 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
TB vann uttanfyri vøllin. KÍ plagar at hava
mælskar áskoðarar, men tað var einki at hoyra til
leygardagin hóast liðið vann 3-0. Hinvegin vóru
einherjarnir í góða lagnum og sungu og róptu
allan dystin. TB vann minst 3-0 uttanfyri vøllin.
Tøgn fyri Olgari. Undan dystinum
millum KÍ og TB var tøgn í
ein minutt fyri fyrrverandi KÍ
formanninum, Olgari Hansen.
KÍ
3 (1)
TB
0 (0)
Tróndur Arge
Rógvi
Joensen
er
tjúgu
ára
gamal,
meðan
Óli
Jóhannesen er 40 ára gamal
og hevur spælt met nógvar
landsdystir
fyri
Føroyar.
Alíkavæl er tað tjúgu ára
gamli miðvallarin við tíggju
talinum á rygginum, sum
berur liðskiparabandið hjá
TB.
– Óli er liðskiparin á
vøllinum, staðfestur Rógvi
Joensen eftir dystin í Klaks
vík. KÍ vann 3-0 og tað var
uppiborið, men TB hevði
sínar møguleikar. Tað kundi
verið øðrvísi um TB skoraði
upp á sínar møguleikar í
fyrra hálvleiki.
Tað var sermerkt at síggja
ein ungan mann renna á
miðvøllinum við liðskipara
bandinum um vinstra arm,
tá eitt nú Óli Johannesen,
ein legenda í føroyskum
fótbólti, var í verjuni. Í TB
hava tey stóra tiltrúgv til
ungu spælararnar og tora
at vega teimum ábyrgt. Ein
kundi sikkurt sagt, at hetta er
týpiskt Hans Fróði Hansen,
at gera okkurt heldur óvant.
– Hans Fróði kom yvir til
mín eina venjing beint áðrenn
fyrsta venjingardystin, og
segði at eg skuldi verða lið
skipari, greiður Rógvi frá
eftir dystin í Klaksvík.
So
er
spurningurin
hvussu tað ber til, at Rógvi
er liðskipari hjá TB?
– Tað má nokk verða tí at
eg havi vent hvørja ferð og
gevi alt tað eg kann. Óli hevur
ikki so nógv eftir, so vit mugu
læra at taka ábyrgd. Annars
er Óli liðskiparin á vøllinum
og til venjing, men so lærir
tú av honum og Hans Fróða,
sigur Rógvi Joensen.
Rógvi hevur lært nógv av
Óla og hinum, men tað fyrsta
hann mátti læra var hvørjum
armi liðskiparabandið skuldi
verða á.
– Eg mátti spyrja Óla
hvørjum armi liðskipara
bandið skuldi á, sigur Rógvi
og smílandi.
lagið er ikki so ringt á
monnum sjálvt um teir hava
tapt 3-0. Spælið var á góðari
leið og glottar eru at hóma á
TB liðnum.
KÍ spælistýrandi
KÍ sat tungt á dystinum leyg
ardagin. Meinhard Joensen
er nýggjur í málinum, meðan
verjan er áleið tann sama sum
í farnu árini. Atli Danielsen
er nýggjur á miðvøllinum,
meðan Kristoffur Jakobsen
var í vinstru og Álvur
Christiansen í høgri.
Gjøgnum
allan
dystin
hevði KÍ bóltin meir, men
megnaði ikki at niðurbrota
TB verjuna sum hevði 17 ára
gamla Teitur Jespersen Olsen
í miðverjuni. Hann er lítil av
vøkstri, men datt ikki niður
í millum.
– Hann er ein klókur
verjuspælari. Hann minnir
meg um ein ungan Jan Dam,
sigur Hans Fróði Hansen,
venjari hjá TB, um nýggja
ungan mannin undir liðini á
Óla Johannesen í miðverjuni
hjá TB.
TB hevur tveir stórar
møguleikar at koma odda,
men hvørki Poul Ingason
ella Ragnar Tausen vóru
neyvir í avgerandi løtuni.
Hinvegin
var
Hjalgrím
Elttør eirindaleysur, tá ein
feilavlevering endaði við at
KÍ liðskiparin blívur púra
leysur.
KÍ helt fram at trýsta allan
dystin og miðskeiðis í seinna
hálvleiki kom avgerðin. TB
missur bóltin á miðjuni og
Hjalgrím er skjótur og sendur
Páll A. Klettskarð avstað.
Deildi toppskorain frá í fjør
var somuleiðis eirindaleysur
og skoraði til 2-0.
Tólv minuttir fyri tíð
stðafesti Álvur Christiansen
sigurin
eftir
uppspæla
frá
Hjalgrími
í
vinstru.
Hjalgrím bleiv í gjár úttikin
til A-landsliðið. Passandi, tá
hugsað verður um avrikið
hjá honum.
KÍ vann uppiborið, meðan
avrikið hjá TB var gott nokk
til at hava góðar vónir til
restina av kappingini.
– Eg ætli mær at spæla
í TB í nógv ár afturat, sigur
Rógvi Joensen at enda. So
líkt er til, at TB viðhaldsfólk
og fótbóltsføroyar koma at
síggja nógv til mannin við
tíggju talinum og liðskipara
bandinum hjá TB.
trondur@sosialurin.fo
Óli hevur ikki so nógv eftir,
so vit mugu læra at taka ábyrgd
Mátti spyrja Óla hvørjum armi
liðskiparabandið skuldi á
Rógvi Joensen gongur í fótasporunum hjá pápa sínum, Pól F. Joensen, og er liðskipari hjá TB.
Tað er ikki oftari enn so, at liðskiparin á einum liðið er helvtina so ungur sum aldursforsetin á liðnum
Meinhard Joensen
Jógvan Isaksen Sørmund Kalsø
Johan Jacobsen Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen Ivan Joensen
(Helgi Samson, 80.) (Henry Heinesen, 80.)
Hjalgrím Elttør Kristoffur Jakobsen
(Ísak Simonsen 75.min)
Álvur Christiansen
Páll A. Klettskarð
Ivan Stojkovic ■
Teitur J. Olsen Óli Johannesen
Babacar Ndiour Teitur Justinussen
Martin Tausen Ndende
Aron Sørensen Rógvi Joensen
(Dan Mortensen, 46.)
Ragnar Tausen
(Heini Mortensen, 70. ■)
Poul Ingason
(Hjalti Vestergaard, 78.)
1-0 Hjalgrím Elttør, 37
2-0 Páll A. Klettskarð, 65
3-0 Álvur Christiansen, 74
fótbóltur effodeildin
20 ára gamli Rógvi Joensen:
Myndir: Álvur Haraldsen