mánadagur 11. mars 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
23
Stuðla sendingini hava
BankNordik, Elektron og Atlantic Airways
innum í dag
Tey framskygnu høvdu egnar stólar við til Ghetto Kvøldið,
tí rúmið var at kalla fult, áðrenn tiltakið byrjaði. Fólk
sótu á gólvinum - ella stóðu framvið veggjunum. So
nógv fólk møtti upp, at øll rúmtust ikki inn í Sumpin
- sera nógv stóðu úti á gongini og kagaðu inn
Í sambandi við at ein frisørsalong er blivin meldað fyri at
gera mun á prísinum grundað á kyn, kom Annfríð Hansen,
sum eigur salongina »Hansen & Co«, og greiddi frá um,
hvussu hon setir prísirnar á salongini. Ein dama og ein
harri vórðu klipt live í sendingini, og vit kundu staðfesta,
at tað tók 25 min longri at klippa damuni, enn harranum
Tá Eivør trínir á pall við sínum guittara, er lítið, sum
kann kiksa, og framførslan í Sumpinum var heilt einfalt
framúrskarandi. Hóast hennara komandi konsertir í
Vega eru útseldar, og hóast hon júst hevur verið í USA og
framført, so forsmáddi hon ikki Sumpin. »Hetta er minst líka
feitt« staðfesti hon - til stóra gleði fyri Ghetto búgvarnar
Torkil Rasmussen, løgfrøðingur, greiddi frá um
frisør-dómin og um nær tað er í lagið at áseta
ein prísmun - og nær tað ikki er loyvt
Kendi Oyrasundstroubadoururin Pætur á Borg hevði Óla
Olsen afturat sær, tá teir stílaðu fyri felagssangi. Kvøldið
endaði nevniliga við Ghetto tjóðsanginum: Súrligar nætur
Kjakast varð um javnstøðu og kynsrollur, og tað
vóru Eirikur í Jákupsstovu, Marita Gunnarstein
Joensen og Dánjal á Neystabø, sum kjakaðust
Myndir: Beinta Haraldsen
Gutti og Barbara endaðu uttan at vita av tí í eini spurnarkapping, sum Eydna
hevði fyrireikað, og tá á stóð kundu tey leita sær hjálp frá áskoðarunum