mánadagur 11. mars 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Útbúgvingin hjá ambulansu
fólki er í trimum stigum, men
higartil hevur eingin verið á
hægri enn á fyrsta stigi, tí
víðari
útbúgvingarmøgu
leikarnir hava ikki verið í
Føroyum.
Men nú eru tey fyrstu
nýggju
ambulansufólkini
komin upp á annað stig og
nevnast nú ambulansuvið
gerar.
Narkosulæknin
Hans
Jákup Simonsen tók saman
við øðrum stigið til hesa
eyka útbúgving saman við
heilsuskúlanum í Silkeborg
í Danmark.
Av tí at næmingarnir vóru
so nógvir, var bíligari at fáa
undirvísarar av skúlanum til
Føroya enn at senda ambu
lansufólkini til Danmarkar.
Undirvísingin fór partvís
fram við fjarlestri.
Næsta liðið av ambulansu
fólki fer undir somu útbúgv
ing næsta ár.
– Tá ið tey eru komin
ígjøgnum
útbúgvingina,
verður tað krav, at ein ambu
lansuviðgeri skal vera í hvørj
um sjúkrabili, sum fer út,
sigur Hans Jákup Simonsen.
Neyðug útbúgving
Tørvurin á at útbúgva am
bulansufólkini meira vaks,
tá ið Læknavaktin á Lands
sjúkrahúsinum
kom,
og
kommunulæknarnir
kring
landið ikki longur skuldu
hava vakt alt samdøgrið. Tað
gjørdist neyðugt at útbúgva
ambulansufólkini betur, tí
tey høvdu ongan lækna á
staðnum a ráðføra seg við.
– Endamálið við øllum er
at bjarga mannalívum, og við
hesi útbúgvingini eru hesi
fólkini uppaftur betur fyri at
bjarga lívi, sigur Hans Jákup
Simonsen.
Hann sigur, at tað um árið
eru einir sjey átta tilburðir,
har tað eydnast ambulansu
fólkunum at fáa lív aftur í
fólk, sum eru dottin um.
– Tað gongur rætta vegin,
og tað er so týdningarmikið,
at tá fólk fáa ein hjartatilburð,
at tey sum skjótast fáa hjálp,
til møguleikarnir fyri bjarg
ing fella við 10 prosentum
um minuttin. Fyrr yvirlivdi
eingin.
Tað eru mest fólk frá 40
árum og uppeftir, sum fáa
hjartatilburð, men dømi eru
eisini um heilt ung ítróttar
fólk, sum mitt í øllum smella
um.
– Vit eru øll líka takksom,
tá ið vit møta fólki aftur og
tey hava tað gott eftir ein til
burð, sigur Hans Jákup Sim
onsen.
Málið hjá Landssjúkra
húsinum er, at øll ambu
lansufólkini skulu útbúgvast
víðari, men tað er ein sera
krevjandi útbúgving, og øll
standa tí ikki royndirnar
fyrstu ferð.
Útbúgvingin fylgir altjóða
krøvum.
Víðkaðar heimilidir
Ambulansuviðgerarnir refe
rera beinleiðis til liðlæknan,
Hans Jákup Simonsen. Hann
hevur gjørt eina bók til
hvønn einstakan viðgera við
mannagongdum, sum teir
skulu fylgja í arbeiði sínum.
Bøkurnar skulu teir hava so
leingi, teir eru í arbeiðinum,
men hann eigur tær.
Við nýggju útbúgvingini
hava ambulansuviðgerarnir
fingu víðkaðar heimildir til
at geva heilivág.
Hans Jákup Simonsen er
fegin um, at fyrsta hjálp nú
er krav, tá ið fólk taka koyri
kort. Jú fleiri fólk duga fyrstu
hjálp, jú størri er møguleikin
fyri bjarging. Eru fólk, sum
duga fyrstu hjálp, eiga tey
beinanvegin at leypa til at
geva hjartamassasju, til pro
fessionellu ambulansufólkini
koma og kunnu taka yvir.
Ambulansutænastan er
eisini ment tekniskt.
Ambulansufólkini kunnu
taka hjartabílæt, máta puls
og blóðtrýst og senda vakt
havandi lækna hesar upp
lýsingar beinleiðis yvir teld
una.
Málið hjá Ambulansutæn
astuni er at útbúgva ambu
lansuviðgerarnar
víðari
til tað, sum nevnist para
metikarar.
randi@sosialurin.fo
Allan
er
errin
Allan Sam
uelsen er ein
av nýútbúnu
ambulansu
viðgerunum,
og hann er
ovurfegin um
at vera komin
gjøgnum ta
krevjandi
útbúgvingina
Randi Jacobsen
Einki av ambulansu
fólkunum fór undir út
búgvinga móti sínum
vilja.
– Eg gjørdi tað, tí
arbeiðið hevur mín
stóra áhuga, sigur All
an Samuelsen.
Tað var nógv at lesa
og nógv praktisk venj
ing.
– Tað stóð nógv á
og var hart at koma
ígjøgnum. Nú kennist
tað einastandandi væl,
og eg eri errin, sigur
hann.
Tað, sum fer at
koma sera væl við, er,
at viðgerarnir kunnu
geva
pínustillandi
heilivág við sproytu, tí
tey koma mangan út til
eitt nú beinbrot á fólt
bóltsvøllum.
Koma ambulansu
viðgerarnir út til onkur,
sum hevur fingið ov
nogv rúsevni í, seg,
hava tey nú andevni at
geva sjúklinginum. Tað
hendir nú ikki so ofta í
Føroyum.
Eisini hava tey nú
heilivág at geva fólki,
sum eru við at kvalast.
– Hetta er gott, men
vit mugu eisini alla
tíðina halda okkum
viðlíka,
sigur
Allan
Samuelsen.
Eru uppaftur betur fyri
at bjarga mannalívum
Sjey ambulansufólk á Landssjúkrahúsinum hava sum tey fyrstu í landinum
tikið eina eyka útbúgving og starvsheiti teirra er nú ambulansuviðgerar
Her eru átta av teimum níggju nýútbúnu ambualnsviðgerunum: Mortan H Swartson. Tóra G Nolsøe, Eirikur Olsen,
Jógvan P Krosslág, Jógvan P Kannuberg, Edith á Hálvmørk, Allan Samuelsen og Olav Andreasen. Á myndini eru
eisini Hans Jákup Simonsen, yvirlækni og Jákup Nolsøe, leiðari á Sjúkraflutningstænastuni.
Ein vantar á myndini, og tað er John A. P. Høgenni