Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Lagt til rættis: Árni Joensen Bann Fær ein serfrøðingabólkur hjá norska heilsumála­ ráðnum sín vilja, verður tað bannað at roykja, skráa og snúsa í Noregi frá 2040. Bólkurin er av teirri áskoðan, at myndugleikarnir skulu seta forboð fyri snúsi innan 2017. Síðani skal aldursmarkið fyri at keypa tubbak hækka stigvíst, til tað endaliga bannið so kemur í gildi um 27 ár. Stórtingið fer í hesum mánaðinum at viðgera eitt uppskot, sum millum annað skal banna royking í øllum skúlum, og at kommunurnar skulu gera av, hvør kann selja tubbak. Granskararnir komu eftir, at fólk, sum hava ilt við at sovna, sova illa ella ikki kenna seg hvíld, tá tey vakna um morgunin, eru í tríggjar ferðir størri vanda fyri at fáa trupulleikar við hjartanum enn tey, sum sova væl og kenna seg hvíld. Granskararnir skriva í tíðarritinum European Heart Journal, at teir duga ikki at siga, hví trupulleikar við svøvninum hava samband við hjartatrupulleikar, men at ábendingar eru um, at or­søkin er av lísfrøðiligum slagi. Norski granskarin Lars Erik Sande Laugsand, sum var við í kanningunum, sigur við norska kringvarpið, at úrslitið vísir, at svøvnloysið er ein trupulleiki, sum skal takast í álvara, og at fólk eiga at venda sær til læknan, um tey hava trupulleikar við svøvninum. Sjálvur hev­ ur hann varhugsan av, at í heilsu­verkinum er svøvn­ loys­ið undirmett sum ein heilsu­trupulleiki. Hagtøl vísa, at umleið 10. hvørt fólk hevur trupulleikar við svøvninum. Svøvntrupulleikar kunnu elva til hjartatrupulleikar Hevur tú trupulleikar við svøvn­ in­um, skalt tú vera á varðhaldi, tí sambært nýggjum kanningum kann svøvnloysið økja vandan fyri hjartatrupulleikum Tað elvdi til kjak í donskum fjølmiðlum í síðstu viku, tá eitt av bløðunum visti at siga, at danskar føðistovur brúka evnið Cytotec til at skunda undir barnakonur, sum hava gingið út um ta ásettu tíðina, hóast Sundhedsstyrelsen ikki hevur góðkent evnið til hetta endamálið. Samstundis hava jarða­ møð­ur víst á 12 dømi, har illgruni er um, at Cytotec hevur verið orsøkin til álvars­som hjáárin so sum menn­ingartarn. Føroyskum barnakonum nýtist ikki at stúra fyri hesum. Katrin Kalls­berg, serlækni á Lands­sjúkra­ húsinum, sigur, at í Før­ oyum verður Cytotec ikki brúkt til at skunda undir barnakonur, sum hava gingið út um tíðina. Brúka ikki Cytotec í Føroyum Tað eru ísraelsk og kines­ isk vísindafólk, sum hava staðið fyri kann­ing­un­um. Tey gjørdu royndir við 130 sjúklingum, og úr­slitið var, at andin var nóg mikið til at avdúka 90 prosent av teimum, sum høvdu magakrabba. Úrslitið av kann­ing­ unum hjá teimum ís­raelsku og kinesisku vísinda­fólk­ unum er kunngjørt í tíðar­ rit­inum British Jour­nal of Cancer, og har verður sagt, at úrslitið kann fáa sera stóran týdning, tí tað fer at gera tað nógv lættari og skjótari at staðfesta sjúkuna. Árliga fáa umleið 7.000 fólk í Bretlandi krabbamein í maganum, og royndirnar vísa, at tey flestu hava drig­ist við sjúkuna leingi, áðrenn hon verður staðfest. Í dag verður sjúkan stað­ fest við einari roynd av maga­vegginum innan, men í fram­tíðini verður tað nóg mikið at kanna andan hjá við­komandi, skrivar tað bretska tíðarritið. Vísindafólk hava leingi arbeitt við at kanna, um andin hjá fólki ikki kann brúkast til at avdúka, um tey hava krabbamein, eitt nú lungnakrabba, og tær kann­ingarnar halda fram. Andin hjá fólki kann avdúka um tey hava magakrabba Nýggjar kanningar vísa, at andin hjá fólki kann av­ dúka, um tey hava krabba­mein í maganum