Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Áki Bertholdsen - Ja, eg má viðganga, at eg havi stutt fjús. Ronnie Midjord stjóri á Suður­oyar Sjúkrahúsi kann ikki annað enn geva teimum rætt, sum onkuntíð arga hann við, at hann hevur góða tendr­ing. - Men eg kann so eisini siga, at fjúsið slóknar líka skjótt aftur sum tað festir í, sig­ur hann. - Og eg beri aldrin agg, legg­ur hann afturat. Ronnie Midjord hevur nú ver­ið í starvi á Suðuroyar Sjúkra­húsið í samfull 40 ár. - Tá ið eg var liðugur á fólka­skúlanum fór eg í fisk at arbeiða, men síðani fór eg á posthúsið. - Mín fyrsta arbeiðsdag á Posthúsinum kom eldur í tað og tað brendi mestsum í grund, so vit máttu flyta. Men í 1973 varð søkt eftir skrivstovulærlingi á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað søkti eg, og fekk tað og byrj­ aði í læru tann 1. mars. Ein stórur partur av læruni var á Lands­sjúkra­ húsi­num, men í 1976 kom eg suð­ur aftur sum skriv­stovu­ mað­ur á sjúkra­húsi­n­um. Men tvey á seinni varð eg full­trúði á sjúkrahúsinum og í 1986 varð eg settur í starv sum stjóri. - Tað eru stórar broytingar síð­ani eg kom suður aftur í 1976. Tá var ikki so frægt sum ein kopimaskina á sjúkra­ húsi­num. Einasta kopi­mask­ ina nær í námind av okkum var á apotekinum, so hvørja ferð, vit skuldu hava eitt kopi, máttu vit út hagar. Tað er eisini í hansara tíð á sjúkrahúsinum at Ellis- og Røktareimið varð bygt mitt í sjeyti­árunum og longu í 1977 ella 1978 varð bygginevnd sett at byggja nýtt sjúkrahús. Men tað málið sigldi aftur og fram í fleiri ár og tað var ikki fyrrenn í 1988, at farið var undir arbeiðið. Men so kom kreppan og av tí sama varð arbeiðið drýggj­að og sostatt var tað ikki liðugt fyrrenn í 1995. Góð tendring Fyri stuttum var móttøka á Seglloftinum í sambandi við, at Ronnie Midjord hevur havt 40 ára starvsdag. Ein reyður tráður ígjøg­ num fleiri av røðunum var, at Ronnie hevði eitt heitt sinna­lag. Onkur segði, hann hevði stutt fjús. Onkur málbar seg so­leiðis, at fjúsið var ongan­ tíð vátt. Og so var tað ein, ið stað- festi, at Ronnie Midjord var ikki bangin fyri at taka teir bar­dag­ar, ið kravdust fyri at varð­veita sjúkrahúsið. Og Karsten Hansen, lands­ stýris­maður í heilsumálum orð­aði seg soleiðis, at Ronnie Mid­jord fýrir ikki fyri at smasja, tá ið hann helt, tað kravd­ust og hann var heldur ikki bangin fyri at tala roma midt ímod. Hann sipaði til fortíðina hjá stjóra­num sum borð­ tennis­spæl­ari. Men tað var líka týðiligt, at í hesum føri var tað ikki meint at ligga Ronnie til last. Tvørt­ur ímóti hildu tey, at tað hevði verið honum, og sjúkra­húsinum, og øllum suður­oy­ing­um, ein dygd, at hann hevði tað lyndi, hann hevði. Tey vóru nevniliga øll samd í, at í Ronnie Midjord hev­ur Suðuroyar Sjúkrahús altíð havt ein treytaleysan stríðs­mann. Fleiri søgdu, at nettupp hansara lyndi og medferð hevði hjálpt honum ígjøg­ num mangar ringar løtur og var ein høvuðsorsøk til, at Suður­oyar Sjúkrahús varð so frægt, sum tað var, tí hann brúkar alla sína orku at sláa garð um sjúkrahúsið. Og so hevði hann eisini tann eginleika, at tað kólnaði líka skjótt aftur og so var alt gloymt. - Eg má nokk viðganga, at tað er nakað um hatta har við fjúsinum. Men tað sting­ ur ikki djúpt og eg gloymi øgi­liga skjótt. - Hinvegin er tað rætt, at eg havi tikið mær rætt til at siga mína meining, og við­hvørt havi eg følt, at tað mátti sigast hart. Hann sigur, at onkuntíð hevur ágangurin verður stór­ur serliga frá summum á Landssjúkrahúsinum, tað skerst ikki burtur. - Og eg havi so eisini fleiri ferðir merkt, at land­sins myndugleikar fáa upp­lýs­ ingar, eg ikki eru samdur í og tá havi eg tilskilað mær rætt til at tala at og at forklára tann rætta samanhangin, eisini so at øll hoyrdu tað - og skiltu tað. - Summi halda kanska, at eg tosi ov hart. Møguliga er tað eisini kropsmálið, sum ger tað. Tað er bara at hyggja eft­ir, hvussu suðurlendingar veipa við ørminum. Tað er ikki tí at teir skeldast, ella eru illir, teir tosa bara soleiðis. - Men eg haldi nú, at saman­um­tikið er tað polit­ iska forstáilsi fyri sjúkra­húsi­ num, sum ber frukt, tí í síðsta enda eru tað politikarar, sum eiga avgerðirnar, sama, hvat eg sigi. - Og har má eg siga, at politik­arar úr øllum flokkum hava tikið lógvatak saman um okkara sjúkrahús. Trygdin hjá suðuroyingum Men tað skerst heldur ikki burt­ur, at eg havi altíð brent fyri Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí eg eri sannførdur um, at tað er sjálvt grundarlagið undir lívi og trivnaði í oynni. - Sjúkrahúsið er trygdin hjá Suðuroyingum, tí hjá okk­um er ongin annar máti at hava ein akutta tilbúgving, enn at hava eitt sjúkrahús. -Vit eru líka langt frá Lands­sjúkrahúsinum, sum Lands­sjúkrahúsið er frá Ríkis­sjúkra­húsinum. - Og so skerst heldur ikki burtur, at vit hava 120 fólk á lønarlistanum á sjúkra­húsi­ num og ellis­heimi­num og vit rinda 53 milliónir í løn­um um árið. Hetta er størsta arbeiðs­ pláss í oynni og tað hevur eisi­ni ein týdning. - Men tað hava sanniliga eisi­ni verið tungar løtur og vøku­nætur, tá ið sparingar hava verið upp á tal og tá ið starvs­fólk skulu sigast upp. Viður­skiftini eru smá og vit kenn­ast øll rættiliga væl, so tað hevur verið tungt at siga góð­um starvsfólki farvæl. Á pínumarkinum Men nú heldur Ronnie Mid­ jord, at sjúkrahúsið er komið nið­ur á pínumarkið. Hann vísir á, at av játtan­ ini til sjúkrahúsið, fara upp ímóti 85% til lønir og góð 15% fara til rakstur. - Onkur hevur stúrt fyri, at samfelagið skal líða rentu­deyðan. Eg stúri fyri, at sjúkra­húsini líða løn­ar­ deyð­an, tí nú er onki eftir til rakst­ur. Eitt rímiligt býti hevði verið 70%-75% til lønir og 25%-30% til rakstur. - Eg sá av tilvild ein 80 ára gamlan roknskap fyri Lands­ sjúkrahúsið og har var býtið akkurát øvugt við tað, at 20% Stjórin við tí stutta fjúsinum Tað kann vera ein vansi at hava stutt fjús. Men tey, sum kenna Ronnie Midjord siga, at hjá honum hevur tað verið ein dygd. Hann er stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi og eigur ein stóran part av heiðrinum fyri, at sjúkrahúsið er so framkomið, sum tað er