týsdagur 12. mars 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
av útreiðslunum vóru til løn
ir og 80% vóru til rakstur.
- Men tað, at býtið er, sum
tað nú er, merkir bara, at alt,
sum hevur við rakstur at
gera, tað veri seg ljós, varmi,
heilivágur og matur, er skorið
inn a bein og tað eru nógv
teir størstu postarnir.
- Oljuna og SEV rokning
ina hava vit onga ávirkan á
– og heiliváginum sleppa vit
heldur ikki undan.
Samstundis
brúka
vit
góðar 62 krónur til mat fyri
hvønn sjúkling um dagin og
tað fæst nokk ikki bíligari.
Ronnie Midjord sigur, at
sostatt sær hann ikki fyri
sær, at tað ber til at spara
meiri, tí teir snøklarnir, sum
kunnu vera eftir at spara,
gera hvørki frá ella til.
- Ein avleiðing er, at til
trongdar ábøtur verða útsett
ar og tað kostar mangt slíkt
seinni. Tað er bara at spyrja
tey á Landssjúkrahúsið, sum
var so niðurundirkomið av
væntandi røkt, at tað mundi
ikki komið upp undan aftur.
Men Ronnie Midjord sig
ur, at tað ber heldur ikki til at
siga fleiri fólkum upp, tí tað
førir bara við sær, at meiri ar
beiðið verður lagt á tey, sum
eftir eru, so tað verður ikki
spard ein króna við at siga
fleiri fólkum upp.
Men skuldi onkur hugsa
um at spart við at niðurlagt
laboratoriið,
ella
okkurt
annað lið í tilbúgvingini
burtur, er bara at gloyma tað
sum skjótast.
- Verður bara eitt lið skor
ið burtur, fellur øll tilbúgv
ingin saman og so er sjúkra
húsið liðugt.
Sær svart út
Tí heldur stjórin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, at tað verður ein
ómetalig uppgáva at frem
ja politisku ætlanina um at
spara 50 milliónir í heilsu
verkinum hesi næstu fáu
árini.
- Eg veit ikki, hvar tað skal
koma frá. Sjálvt um tey nið
urleggja Klaksvíkar Sjúkra
hús, ber ikki til at spara so
nógv.
- Tað kostar einar 60
milliónir um árið at reka
Klaksvíkar Sjúkrahús. Men
verður sjúkrahúsið lukkað,
verður sparingin ikki 60
milliónir, men kanska bara
einar 15-20 milliónir, tí verð
ur arbeiðið ikki gjørt í Klaks
vík, skal tað bara gerast í
Havn ístaðin, sigur Ronnie
Midjord.
Tað sigur eitt sindur um
avbjóðingina at spara 50
milliónir í einum heilsu
verkið, sum longu framman
undan er tað bíligasta upp á
seg í øllum Norðurlondum,
sambært Valcon frágreiðing
ini, sum varð gjørd fyri nøkr
um árum síðani.
- Føroyska Heilsuverkið
er kanska ikki so galið, tí vit
hava ein hin hægsta livialdur
í verðini og nøgdsemiskann
ingar vísa, at yvir 90% sv
sjúklinginum eru nøgdir við
tænastuna, tey fáa í Heilsu
verkinum.
Kortini heldur Ronnie
Midjord, at viðgerðir verða
dýrari og dýrari og vit kun
nu koma í eina støðu, har vit
skulu velja, hvørjar viðgerðir,
vit
skulu
bjóða
okkara
borgarum. Tað verður ein
tung avgerð at taka hjá tí,
sum skal taka hana, men vit
kunnu koma í ta støðu, at vit
skulu seta eitt mark.
Nógv og gott samstarv
Vit hoyra vit javnan og savn
an um, hvussu illa sjúkrahús
ini samstarva. Hvørja ávirk
an hevur tað á heilsuverkið?
- Vit hoyra javnan og
savnan politikarar tosa um
samstarvstrupulleikar. Men
veruleikin er ein heilt annar,
tí støðan er tann, at vit hava
ótrúliga nógv samstarv á
nógvum økjum og tað gong
ur fyrimyndarligt, sigur Ron
nie Midjord.
Hann sigur, at nú er tað
enn-tá fest á blað, hvussu
hetta samstarvið skal vera
framyvir.
Hinvegin ásannar hann,
at enn er tað eitt sindur tor
ført at fáa læknar at ferðast
ímillum sjúkrahúsini.
- Men tað er ikki bara sum
at siga tað hjá yngri læknum,
sum hava hús og heim, at
ferðast ímillum.
Hinvegin ásannar hann
eisini, at eitt kundi verið bet
ur og tað er, at sjúkrahúsini
senda sjúklingar ímillum sín.
- Á Suðuroyar Sjúkrahúsi
kundu vit skurðviðgjørt ein
ar 300 sjúklingar afturat um
árið, uttan at tað kostaði
heilsuverkinum eina krónu
eyka.
- Tað ræður bara um at
brúka tað orkuna, vit hava,
til fulnar.
Men úrslitið av tí hevði
verið, at nógvir bíðilistar á
Landssjúkrahúsinum vórðu
munandi styttir.
Nú hava vit so eina skip-
an, har læknar av Lands
sjúkrahúsinum koma reglu
liga suður at arbeiða.
- Tað er ein skipan, sum
riggar serstakliga væl.
Ronnie Midjord er sann
førdur um, at hetta, at vit
koma í samband við hvønn
annan og fara at kenna
hvønn annan, fer at bøta enn
meiri um samstarvið.
Men hvussu sært tú fram
tíðina hjá sjúkrahúsinum. Øll
gremja seg um at tað ber ikki
til at fáa læknar og hjá einum
lítlum sjúkrahúsið sum í
Suðuroy, fer tað at verða
heilt ómøguligt?
- Hatta havi eg hoyrt í 30
ár, men tað hevur altíð borið
til og vit hava sjáldan verið so
væl stødd við læknum, sum
akkurát nú við tað, at fyri
fyrstu ferð hava vit eisini ein
medisinskan yvirlækna, sum
harafturat er hjartalækni.
- Eg vænti ikki at tað fer
at verða ein trupulleiki, tí tað
eru altíð læknar, sum koma
upp í árini og sum ikki tíma
at koyra so nógv á longur,
og so leita teir sær á eitt líti
sjúkrahús, sum hetta.
Hinvegin heldur Ronnie
Midjord,
at
tað
verður
neyðugt at leggja onkra ser
grein í á smáu sjúkrahús
unum. Men tað ber væl til
at finna eina sergrein, sum
liggur sera væl fyri á smáu
sjúkrahúsið. Eitt nú hava vit
ein serlækna í hjartasjúkum
og tað hevði verið sjálvsagt
at lagt sergreinina í Suðuroy.
Og so hava vit eisini einasta
urolog í landinum, so tað
skuldi borið væl til at lagt
eina sergrein á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Ikki 10 ár afturat
Nú hevur tú havt 40 ára
starvsdag og tú ert enn í góð
um árum, skalt tú eisini hava
50 ára starvsdag á Sjúkra
húsinum
- Nei, tað verður tað ikki,
er hann skjótur at svara.
Hann sigur, at starvið
hevur kravt so nógv, at hann
hevur ikki havt stundir at
vera tað fyri familjuna, sum
hann hevði viljað.
Tí kundi hann hugsað sær
nøkur góða ár afturat, sum
pensjónistur, har familjan
skal raðfestast fremst.
Men
fráfaringardagin
hevur hann kortini ikki ásett
enn.
Ronnie Midjord er ein sannur stríðsmaður fyri
Suðuroyar Sjúkrahúsi, siga tey, sum hava við
hann at gera til dagligt. Sjálvur sigur hann,
at hann tilskilar sær at síga sína meining, tá
ið tað krevst – og viðhvørt tosar hann hart