Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Mánamorgunin 25/2-2013 and­aðist Sverri Eysturlíð, Rød­ovre, 84 ára gamal. Sverri var sonur Jóa­ nnes og Ludviku Eyst­ ur­líð og var føddur og upp­vaksin í Havn. Hann var næstyngstur av fýra systkj­um og vaks upp á Hoy­víksvegnum, beint und­ir Kongaminninum. Tá í tíðini var tað útjaðarin í Havn. Longu 16 ára gam­ al flutti Sverri til Keyp­ manna­havnar. Hann búði nøkur ár í Sveits, men flutti sum frá leið aft­ur til Dan­markar, og í nær­um 50 ár búði hann á Ny­skifte­ vej í Rødovre. Sverri var út­lærdur fínmekanikari og giftur við Rut, ið er úr Keyp­manna­havn. Tey eiga døturnar Ninu og Heidi, og abbabørnini eru fýra í tali. Sum árini liðu, fór Sverri at mala alt meir aft­ur á blóð­ið. Hann kom nógv í Før­oya­húsið, m.a. til týs­ dags­døg­urð­ar­nar, og var fastur hjálp­ar­maður, tá ið kvøldsetur vóru í Sam­uels­ kirkjuni. Hann lærdi seg eisini at fáast við teld­ur og inter­net á gam­als­aldrinum, og hann hevði nógva gleði av at kunna lesa føroysk bløð, lurta eftir Út­varp­in­ um og hyggja eftir Sjón­ varp­in­um í teld­uni. Ikki minst tað at kunna síggja myndir og frætta tíðindir úr Havn. Frá Sam­uels­ kirkj­uni frættist, at tá ið Sverri og aðrir gamlir úti­ setar undir­hildu við havn­ ar­søg­um, var stuttligt at vera hjá. Eyðvitað tosaðu hesi gomlu havnar­fólkini tað gamla, ektaða havn­ar­ málið. Heri Eysturlíð Sverri Eysturlíð f. 21/6-1928 d. 25/2-2013 Munirnir millum menn og kvinnur mugu varðveitast. Kynini mugu ikki gerast eins. Hendan áskoðanin var aftur og aftur at hoyra frá við­merkjarum, tá ið Altjóða kvinnudagurin 8. mars var til viðgerðar í almennu luft­ bornu miðlunum. Evnið var á skrá í Vangamyndini í sjón­ varpinum sjálvan kvinnu­ dagin og í Also í útvarpinum morgunin eftir. Tey, sum stúra fyri eini kynsútjavning, hava einki at óttast, tí í føroyska sam­fe­ lagnum er á nógvum økjum framvegis stórir munir á um­ støðunum hjá kynunum báð­ um. Og eg kann tíverri ugga tey stúrnu við, at tað ikki eru stórvegis ábendingar um, at hesir munirnir minka. Við samleikakreppu á síðuspori Í luftbornu miðlunum varð ført fram, at maðurin skal hava okkurt at hyggja eftir, at hann skal kunna verja kvinnuna og kunna kenna seg sum tað sterka kynið. Kvinnur, sum vilja fram, eru allarhelst í samleikakreppu, og kvinnur, sum leggja ta mestu orkuna í familjuna, kenna seg ofta happaðar av kvinnum, sum arbeiða nógv uttan fyri heimið. Kvinnan er farin út á eitt síðuspor, og tað er ikki seksut, tá ið kvinnur rulla eina tunga trillubøru. Kynini mugu ikki blandast sam­an, og spurningurin er, um ikki sereyðkennini fyri før­oysku kvinnuna eru horv­ in. Well denn! Meg lysti vita, hvørji hesi sereyðkennini hjá føroysku kvinnuni eru, og um tað yvirhøvur ber til at tosa um slík sereyðkenni. Dímunarseyðurin hevði nøk­ur sereyðkenni, og før­ oyska rossið hevði onnur ser­eyðkenni. Hvørgin teirra finst longur í Føroyum. Før­ oyska kvinnan er ikki heilt út­deyð enn, og vónandi megna vit at skapa eitt sam­ felag, sum gevur henni orsøk til at venda heimaftur. Munirnir Tungar trillibørur ella ei, á nógvum økjum eru stór­ur munir á monnum og kvinn­ um. Lat meg nevna burtur úr rúgvuni. Lønarmunir eru stórir, vita vit, hóast hendan vitanin er ófullfíggjað. Og ongar ábendingar eru um, at hesir munir minka. Alt fleiri dreingir og ung­ ir menn fella frá í út­búgv­ ingarskipanini, og fara ong­ antíð í holt við útbúgving. Barnsburðarfarloyvið er at kalla afturlatið land fyri páparnar. Mannfólk gong­ur treyð­ugt til lækna, og konu­ fólk dálkar sær ikki hend­ urnar á valdsins tindum. Tær tíma heldur ikki so væl sum mannfólk at búgva í Før­oyum. Hesir stóru munir millum kyn eru viðurskifti, ið eyð­ kenna okkara samfelag, um vit vilja tað ella ikki. Vit eiga at arbeiða fyri, at hesir munirnir minka, og tí er 8. mars framvegis ein við­ komandi minnisdagur. Munur er á! Nøkur orð um 8. mars Kristianna Winther Poulsen løgtingskvinna fyri Sjálvstýrisflokki