Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi 6% Royndir vísa, at hóast páp­ar hava ávís rætt­ indi at fara í barils­ far­loyvi, gera teir ikki nógv av at brúka hesi rætt­indi. Stutt síðani upp­ lýsti Johan Dahl, lands­ stýris­maður, at tøl­ini fyri før­oysku barsils­ skipan­ini vísa, at hesi síðs­tu ár­ini eiga páp­ar­ nir bara ímil­l­um 6% og 7% av út­gjaldi­num úr Barsils­grunni­num. Samstundis eiga páp­ar­nir bara frá sløk­ um 6% til góð 6% av døg­unum, sum før­oy­ sku foreldur til­samans eru í barns­burð­ar­far­ loyvi um ár­ið. Men gongdin hevur verið, at talið hevur enn­tá verið heldur fall­ andi síðstu árini. Johan Dahl vísir eisini til eina kann­ing í Danmark sum vísir, at pápar í al­menn­um star­vi, eru í barns­burð­ ar­far­loyvi 56 dagar í mið­al. Men pápar í privatu vinnu­ni eru bara í barns­burðarfarloyvi í 23 dagar í miðal. - Orsøkin til, at páp­ ar í privatu vinnuni eru nógv stytt­ri í barns­burð­ar­farloyvi enn pápar í al­mennum star­vi, hong­ur helst sam­an við, at pápar í pri­vatu vinnu­ni stúra fyri at mis­sa star­ við, eru teir ov leingi í barns­burð­ar­far­loyvi. Áki Bertholdsen - Tað er heilt klárt, at tað er her, slagið skal standa. Katrin Kallsberg, for­ kvin­na í javnstøðunevndini, legði á ein heldur óvanligan bógv, tá ið Kvinnufelagið í Havn helt altjóða kvinnu­ dag í Miðlahúsinum fríggja­ kvøld­ið 8. mars. - Skulu vit hava javnrætt ímillum kynini, og javnrætt í samfelagnum, er tað eisini neyðugt at hava javnrætt fyri menn, segði hon. Hon helt, at tað kundi kanska tykjast undarligt, at hon stóð her, á altjóða kvinnu­degnum, og tosaði so inniliga fyri rættindum hjá monnum. Men hon helt sam­stund­ is, at tað neyðugt, at eisini onk­ur berjist fyri javn­støðu fyri menninar. - Og fyri mær at síggja gera teir púra einki sjálvir fyri at vinna síni rættindi á javn­støðuøkinum, legði hon aftur­at. Tað, sum hon sipaði til, er at vit eiga at áseta eina pápa­kvotu í sambandi við barnsburðarfarloyvi, so at ein partur av barns­burð­ar­ farloyvi hjá nýklaktum for­ eldr­um, verður markað til páp­an. Hon heldur, at tað er ein týð­andi mál fyri javnstøðu ímillum kynini og fyri javn- støðu í samfelagnum. Og tað er nettupp enda­ málið við javnstøðulógini, at beina burtur allan ójavna ímill­um kynini. So í grundini er javn­ støðu­lógin líka nógv til fyri mannfólk, sum fyri konu­ fólk. Sostatt tekur hon und­ ir við at pápa­kvota verð­ur ásett, nú Johan Dahl sig­ ur, at barsils­skipan­in skal endur­skoð­ast, so­leið­is sum nevnt er aðra­stað­ni í blað- num. - Tað er so sjálvsagt, sigur hon. Annars heldur hon, at javn­støða ikki bara skal fevna um vanligar nevndir og van­lig ráð hjá tí almenna. Javnstøða skal eisini fevna um vinnuligar nevnd­ ir og vinnulig ráð hjá tí al­ menna. Kvinnurnar berjast fyri rættindum hjá monnum JAVNSTØÐA Kvinnurnar mugu berjast fyri rættindini hjá monnum, tí sjálvir gera teir einki Áki Bertholdsen - Nú skal barsilsskipanin endurskoðas! Tað lovaði Johan Dahl, landsstýrismaður í javn­ støðu­málum teimum, sum vóru í Miðlahúsinum fríggja­ kvøld­ið, har kvinnufelagið hevði fund í sambandi við al­tjóða kvinnudagin 8. mars. Hann segði, at hann hevur sett gongd á arbeiðið at endur­skoða barsils­skipan­ ina og sam­gong­an hevur av­ gjørt at leggja uppskot fyri Løg­ting­ið á ólavsøku um at broy­ta hana. Í hesum sambandi fer hann eisini at viðgera spurn­ ing­in um pápafarloyvi. Tað merkir, at hann fer at viðgera spurningin um kvota skal setast á farloyvi hjá pápum, so at teir skulu í barns­burðarfarloyvi eina ávísa tíð. Johan Dahl sigiur, at í hesum sambandi fer hann eisini at viðgera spurn­ingin um gjaldið úr barns­burð­ar­ grunni­num eisini skal geva rætt til eftirløn, tí tað ger tað ikki í dag. Sum skipanin er í dag, merk­ir tað, at hvørja ferð ein kvinna er í barns­burð­ar­ farloyvi, missur hon eftir­løn og í longdini kann av­leið­ ingin vera, at hon fer at fáa væl minni í eftirløn, enn hon hevði fingið, var hon ikki í barns­burðarfarloyvi. Vilja hava pápakvotu Tað er mangt, sum bendir á, at Johan Dahl hevur undir­ tøku í samgonguni fyri at álegg­ja pápum at fara í barns­burðarfarloyvi í eina tíð. Løgtingið viðgjørdi í fjør eitt uppskot frá Bjørt Samuel­sen og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi um at leingja barns­burð­arfarloyvi, men sam­gongan tók ikki undir við tí. Kortini staðfestu um­ boð­ini fyri samgonguna í vinnunevndini, Alfred Ol­ sen, Bjarni Djurholm, Jógv­an Skorð­heim og Hanus Sam­ró, at tað er neyðugt at endur­ skoða skipanina. Men teir vísa á, at hetta er møguliga við í eini heild­ ar­loysn hjá samgonguni um at forða fyri fráflyting og at økja fólkatalið í Føroyum. Tí vildu teir ikki samtykkja uppskotið hjá Tjóð­veldis­kvinnum, men vildu bíða eftir samgongi. Men teir staðfesta, at tað er neyðugt at endurskoða barsils­skipanina. Og tað skal ikki bara við tí endamálið at leingja barsils­farloyvi. Endamálið skal eisini vera at gjaldið úr barns­burð­ar­grunninum skal vera eftirlønargevandi og at ein partur av farloyvinum skal markast til pápan. Men so er spurningurin, hvussu langt tann góði vilj­in røkkur, táið samanum kem­ur. Tað er ein sannroynd, at páp­ar­nir forvinna í mið­al mun­andi meira enn mamm­ ur­nar. Skulu páparnir hava longri farloyvi, fer tað so­ statt at verða dýrari fyri barns­burð­ar­grunnin og tað er eisini eitt politiskt atlit at taka. Markast til pápan Katrin Kallsberg sigur, at í Ís­landi hava tey markað ein part av barnsburðarfarloyvi til pápan og tað er eitt dømi um, hvussu tað ber til at broyta hugburð við rættiliga ein­føldum inntrivum. Í Íslandi hava tey ásett, at mamman skal hava ein trið­ ing av farloyvinum, pápin ein trið­ing og tann seinasta trið­ ing­in kunnu tey býta sína­ mill­um, sum tey vilja. - Úrslitið av tí er, at í Ís­ landi brúka páparnir 30% av barnsburðarfarloyvinum og í Danmark brúka teir 7% og í Føroyum líkist støðan teirri donsku. Hon sigur, at í kreppuni hesi seinastu árini er støð­ an versna upp aftur meiri í Danmark, tí menn í pri-va­tu vinnuni føla seg ikki trygg­ ar í arbeiðnum og tí lata teir vera við at fara í barns­burð­ ar­farloyvi, so nú eru teir uppaftur minni í barns­burð­ ar­farloyvi enn áð­ur. Í ES hava fleiri lond skriv­ að undir eina avtalu um barns­burðarfarloyvi og eftir teirri avtaluni skal pápin hava fýra mánaðir, mamman fýra mánaðin og tey kunnu í mesta lagi flyta ein mánað ímill­um sín. Hon heldur eisini, at gjald­ ið úr barns­burð­ar­grunn­i­num skal vera eftir­løn­ar­gev­andi - Sum støðan er í Føroyum í dag, eru útlitini til, at vit fara at fáa ein stóran skara av eldri fátækum kvinnum, tí tær fáa so nógv minni av pensjón av tí, at tær eru ofta í barnsburðarfarloyvi, sigur hon. Johan Dahl fer nú at kan­na møgu­leik­ar­nar fyri at ma­rka ein part av barns­burð­ar­fa­r­ loyv­inum til pápan. Tað taka bæði javn­støðu­nevndin, og fleiri poli­ti­k­ar­ar, undir við. Her er Jo­han Dahl mitt í rúgvuni á tiltaki í Miðlahúsinum, sum Kvinnu­felagið skipaði fyri í sambandi við altjóða kvinnu­dagin, 8. mars Umhugsa at áseta kvotur fyri pápar PÁPAKVOTA Johan Dahl ferð nú at endurskoða barslisskipanina og í hesum sambandi umhugsar hann at áleggja pápum at fara í barnsburðarfarloyvi Mannarættindi - Fyri mær at síggja gera menn púra einki sjálvir fyri at vinna síni rættindi á javnstøðuøkinum og so má onkur gera tað fyri teir, heldur Katrin Kallsberg, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn