Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen - Nú skulu vit hava eina javn­støðulóg í Føroyum. Tað var boðskapurin frá Johan Dahl, lands­stýris­ manni í javn­støðu­mál­um, á tiltaki í Miðla­húsi­num fríggja-dag­in, 8. mars, sum er altjóða kvinnu­dagur. Johan Dahl staðfesti, at vit hava ongan javn­støðu­ politikk. Hinvegin hevur sam­ gong­an sett sær fyri at orða ein javnstøðupolitikk fyri, hvussu viðurskiftini ímill­ um kynini skulu skip­ast her á landi. - Bæði kynini skulu hava somu møguleika til gagns fyri einstaklingin, fyri familjuna, fyri ar­beiðs­ plássið og sam­felag­ið, sum heild. Tað merkir, at rætt­ind­ i­ni hjá tí einstaka skulu rúmkast, ikki a­v­mark­ast, tí vit eru helst øll samd um, at vit fáa eitt virkis­fúsari samfelag, tá ið alt til­feing­ið verður gagn­nýtt. Ikki einfalt Hinvegin vísir hann á, at spurningurin um javn­støðu er alt annað enn ein­fald­ur, tí hann er í veru­leika­num, so ómeta­liga um­fatandi. Ein trupulleiki er, at hó­ ast kynini formliga hava somu løn fyri sama ar­beiði, vísir tað seg, at sum heild hava kvinnur væl lægri inntøkur enn menn. Ein orsøk kann vera, at tær hava longri barns­burð­ ar­farloyvi við lægri løn og at tær í nógv størri mun enn menn, arbeiða part­tíð. - Tað vísir seg ofta, at tað er kvinnan, sum tek­ur høvuðsábyrgdina av børn­ unum. - Men tað fær so aft­ur avleiðingar fyri eftir­løn­ina, tí tá ið kvinn­ur forvinna minni í ar­beið­s­áru­num enn menn, klára tær heldur ikki at spara sær so nógva eftirløn sam-an sum menn og tess minni fáa tær eisini í eftirl­øn. - Soleiðis verður ójavn­in í arbeiðsárunum varð­veitt­ur upp í eftir-lønar­ár­ini. Landsstýrismaðurin stað­fest­ir, at tær avgerðir, vit taka tíðliga í lívinum, han­ga oftani við alt lívið, ei­ si­ni hjá kvinnum. - Tað fría valið er ofta dýrt, sigur hann. Johan Dahl vísir eisini á, at ein svensk kanning vís­ir, at í miðal hava menn eina lívsløn sum er tvær milliónir hægri enn kvinn­ ur hava. Kvinnurnar, sum vóru á tiltaki í Miðlahúsinum fríggjadagin, hoyrdu Johan Dahl fortelja teimum, at hann er á veg í Løgtingið við einum uppskoti um eina javnstøðulóg Nú fáa Føroyar ein politikk fyri javnstøðu JAVNSTØÐA Bæði kynini skulu hava somu møguleikar og nú skal tað staðfestast í eini lóg, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður Pápar í farloyvi Javnstøða