týsdagur 12. mars 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
- Vit skulu uppdragast til at
hugsa um javnstøðu.
Tað heldur Katrin Kalls
berg, forkvinna kvinnufelag
num í Havn.
Hon heldur, at ein máti at
venja okkum við at hugsa um
javnstøðu er, at hvørja ferð,
eitt uppskot verður lagt fyri
løgtingið, skal tað viðmerkj
ast, hvørjar avleiðingar tað
hevur fyri javnstøðuna.
Sum er, verður greitt frá,
hvørjar fíggjarligar avleið
ingar eitt uppskot hevur fyri
landið
og
kommunurnar,
hvørjar sosialar avleiðingar
tað hevur, hvørjar avleiðingar
tað hevur fyri umhvørvið og
fyri umsitingina.
Men nú skal javnstøðu
hugtakið við, heldur Katrin
Kallsberg.
- Tað kann tykjast løgið, at
vit hava eitt slíkt ynski í 2013,
men hetta er eitt, vit halda,
eigur at vera sett í verk.
- Tað krevur ikki tað stóra
av umsitingini, men hevur
ein uppalandi ávirkan.
Manglandi virðing
Og tað heldur hon er neyð
ugt, tí hon heldur ikki, at
virðingin fyri javnstøðu er
serliga stórur.
Hon minti á, at altjóða
kvinnudagurin. 8. mars, er
almennur flaggdagur í Før
oyum.
Tí fegnaðist hon um, at
tey í Tinganesi høvdu minst
til tað og høvdu vundið
Merkið á stong fríggjadagin.
Tað er als ikki ein sjálv
fylgja, tí á landsins størsta
arbeiðsplássi fyri kvinnur, á
Landssjúkrahúsinum, høvdu
tey ikki minst til tað. Har
varð Merkið ikki vundið í
húnarhátt, fyrrenn hon ring
di og gjørdi vart við tað.
Langt á mál
Men sambært forkvinnuni í
Javnstøðunevndini er langt á
mál, áðrenn javnstøða verður
ein natúrligur hugburður her
á landi.
Hon vísir til eina kann
ing, sum er gjørd í 2011 og
2012 og sum vísir, at 17%
av kvinnunum og 39% av
monnunum eru av teirri fatan,
at í Føroyum hava vit ongar
trupulleikar av javnstøðu.
Í eini aðrari kanning var
niðurstøðan enn meiri hug
stoytt, tí har vórðu ungar
gentur í framhaldsdeildini
spurdar, hvørja støðu, tey
høvdu til javnstøðu.
- Tað vóru heili 22% av
teimum, sum hildu, at menn
vóru betri leiðarar og dugdu
betri at taka avgerðir, enn
kvinnur.
Í sínum arbeiði sum lækni
sær Katrin Kallsberg eisini
javnan, hvussu hugburðurin
er.
- Hevur ein kvinna átt ein
beiggja, siga øll, hvussu rask
ur hann er. Eigur hon eina
diddu, er hon fitt.
- Longu har síggja vit
hugburðin til kynini, sig
ur forkvinnan í javnstøðu
nevndini
Hon sigur, at tað eru tveir
vegir fram ímóti betri javn
støðu og tað er við upplýsing
ella við lóggeving.
- Í Noregi hava tey prógva,
at tað ber til at fremja eina
hugburðsbroyting ígjøgnum
lóggeving.
Í Noregi tóku tey tað
støðu, at tey vildi hava javn
ari kynsbýti í nevndum og
ráðum og at býtið skuldi vera
minst 40% og 60%.
Tað varð gjørt við lóg og
tað hevur eydnast væl.
Í Danmark valdu tey upp
lýsingarvegin, akkurát sum
vit hava gjørt tað, og at javn-
støðan skuldi vera sjálvboð
in.
Men har hevur milt sagt
ikki gingist nakað serligt við
javnstøðu.
Tvørtur ímóti er tað ging
ið skeivan vegin á summum
økjum, tí har er pro-sentpart
urin av kvinnum í leiðslum
enntá minkaður seinastu
árini.
Skulu uppdragast at
hugsa um javnstøðu
JAVNSTØÐA Spurningurin um javnstøðu er mest millum
oyruni og tí er neyðugt við hugburðsbroytingum,
sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini
Løgmaður og aðrir politi
karar, skulu vanda sær van
da sær um orðini, tá ið teir
halda óvavsøkurøðu, nýggj
ársrøðu ella aðrar røður.
Tað helt Hallbera Fríða
Vest á tiltakinum í Miðla
húsinum í sambandi við al
tjóða kvinnudagin.
Á tiltakinum var tað
nevnt meiri enn einaferð,
at spurningurin um javn-
støðu er ikki minst ein
spurningur um hugburð.
Tískil er eisini neyðugt
við eini hugburðsbroyting,
skulu vit røkka javnstøðu
ímillum kynini.
Í hesum sambandi nevn
di Hallbera Fríða Vest tær
røður, ið løgmaður heldur á
ólavsøku og á nýggjárinum.
- Har haldi, eg, at løg
maður átti at vanda sær
um málið, tí mangan er tað
ógvuliga maskulint.
Hon nevndi seinastu
nýggjársrøðuna sum dømi,
tí tað var ein røða, sum
var ”gjøgnumsúrgað við
maskulinum metaforum”
har løgmaður eisini dyrkaði
fortíðar fyrimyndir.
Hon hugsar um, at løg
maður sipaði til Trappu
brøðurnir,
sum
keyptu
sluppina, Fox, til Føroya.
Men hon hugsaði eisini
um aðrar politiskar røður,
har tað alla tíðina verður
sipað til ”teir, sum bygdu
land” og ”felags áratøk” og
onnur maskulin virði.
-
Tað
eru
allatíðina
menninir, sum gera alt og
avrika alt og tískil verða
kvinnurnar ósjónligar.
Johan Dahl, landsstýris
maður í javnstøðumálum,
sum eisini var staddur á
tiltakinum, lovaði at bera
løgmanni boðini.
Løgmaður má
hugsa seg um
Røðan hjá løgmanni var gjøgnumsúrgað av maskulinum metaforum,
helt Hallbera Fríða Vest, sum her situr mitt í myndini á tiltakinum
í Miðlahúsinum í sambandi við Altjóða kvinnudagin
Gjøgnumsúrgað
Altjóða kvinnudagurin er altjóða kvinnudagur, men størsta almenna arbeiðspláss í landinum
fyri kvinnur, Landssjúkrahúsið, gloymdi at flagga. Vit mugu fáa eina hugburðsbroyting,
var ein boðskapur á tiltaki í Miðlahúsinum í sambandi við altjóða kvinnudagin