Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 72 - 16. apríl 2004 Nr. 72 - 16. apríl 2004 3 Kappingin um at ger- ast ársins songrødd 2004 fer í gongd um vikuskiftið. Sera stórur áhugi er fyri at luttaka í kappingini, og kappingin er nærum fullteknað TÓNLEIKAKAPPING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað eru okkurt um 25 ár síðani, at føroyingar av fyrstan tíð fóru undir at kappast um heitið sum ársins songrødd. Tey fyrstu árini var kappingin rópt ársins songfuglur, men seinni hevur tað broytt navn til ársins songrødd. Nú um vikuskiftið fer ársins kapp- ing í gongd, og finalan verður sjálvan grundlógar- dagin 5. juni. Sera stórur áhugi Fyrireikararnir av kapping- ini hava ongar trupulleikar havt av at fáa luttakarar til kappingina. Longu áðrenn farið var undir at lýsa við ársins kapping, hevði hópin av fólki teknað seg sum lut- takarar. Mark Joensen, ein av fyrireikarunum, sigur, at gongdin seinnu árini hevur verið tann, at fólk tekna seg í heilt góðari tíð. Tað er bert til undanumfari í Suðuroy, at tað enn er pláss fyri lut- takarum, meðan tað aðra- staðnis er yvirteknað, og tað kann merkja, at onkur luttakari í Havn verður fluttur til Suðuroyar, um ikki fleiri suðuroyingar tekna seg. Mark Joensen sigur eis- ini, at tað gleðiliga er hent, at miðalaldurin á luttakar- unum er vaksandi. Fyrr var sagt, at tað bert vóru hálv- vaksin, sum tóku lut, men nú er vend komin í. Aldurs- markið fyri at luttaka í ársins songrødd er 14 ár, og Mark Joensen sigur, at í ár eru luttakararnir millum 14 og 36 ár. Býtið millum konufólk og mannfólk hev- ur altíð verið so, at ein stórur meiriluti hevur verið konufólk, men menninir gerast fleiri og fleiri í tali, sigur Mark Joensen. Í ár er okkurt um triði hvør lut- takari mannfólk. Tað hevur eisini bøtt um umstøðurnar hjá luttakar- unum, at teir nú kunnu velja frítt, hvat fyri sang teir vilja syngja, har mann fyrr bert hevði ein avmark- aðan lista at velja burturúr. Góðir karmar Nógv verður gjørt burturúr í sambandi við kappingina. Fyrireikararnir hava við góðari hjálp frá Tórshavnar Skipasmiðju og Føroya Banka fingið ein nýggjan yvirbygning til pallin, sum fer at seta sín heilt serliga dám á kappingina. Haraft- urat hava fyrireikararnir fingið nýtt og størri ljóð- anlegg, ið neyvan hevur sæð sín líka í Føroyum, og saman við einum stórum ljósshowi fer tað at gera sítt til, at umstøðurnar til ársins kapping verða í topp. Um- framt sjálvar sangfram- førslurnar verður diskotek, sum DJ Switch tekur sær av, í sambandi við undan- umførini, og summastaðnis verður eisini skipað fyri mótasýningum. Tey fimm undanumførini verða býtt soleiðis, at tvey verða í Havn, tvey í Eystur- oynni og eitt í Suðuroy. Tað verða tey bæði, Elin í Stórustovu og Jákup Jacob- sen, ið fara at verða frá- søgufólk til kappingarnar. Vinnarin av ársins song- rødd fær ein kekk áljóðandi 10.000 krónur, nummar tvey fær 5.000 krónur, meðan nummar trý fær 3.000 krónur. Ársins song- rødd av bakka- stokki um vikuskiftið Tey bæði, Jákup Jacobsen og Elin í Stórustovu, verða frásøgufólk til kappingarnar um ársins songrødd kring landið mynd: Finnur Justinussen Tað verður DJ Switch, ið fer at taka sær av diskotekinum í sambandi við kappingina um at gerast ársins songrødd 2004 mynd: Finnur Justinussen – Føroyingar skulu nú hava fult innlit í og ávirkan á uttanríkaspolitisku hernaðartrygdina kring Føroyar, og gomlu hernaðarsamtyktirna r undir kalda krígnum mugu skiftast út, sigur Jóannes Eidesgaard løgmaður. Nýtt uppskot um økt føroyskt frælsi á hernaðarøkinum skal samtykkjast í tinginum í næstum eftir fundir við donsku stjórnina TRYGDARPOLITIKKUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Higartil eru fýra uttanríkis- politiskar hernaðarsamtykt- ir settar í gildi í Føroyum, men nú skal broytast og moderniserast á økinum. í kjalarvørrinum av nýggja uppskotinum um trygdar- politikk, sum skal til fyrstu viðgerð í tinginum í næstu viku, vísir løgmaður á, at føroyingar nú skulu hava fult innlit í og ávirkan á tey uttanríkispolitisku trygdar- tiltøk, sum verða framd í føroyskum øki. Áður- nevndu hernaðarsamtyktir, sum nú eru í gildi, eru framdar í tíðarskeiðnum millum 1940´ini og 80´ini, og metir løgmaður tað vera átroðkandi at endurnýggja ótíðarhóskandi og gomlu lógirnar. Yvirgangur er nýggja spøkilsið Jóannes Eidesgaard vísir fyrst og fremst á, at vit liva í einum grundleggjandi nýggjum heimi samanborið við tíðina, tá núverandi galdandi hernaðarsamtyktir vórðu settar í gildi. – Hesar samtyktir eru framdar undir kalda krígn- um, tá umstøðurnar við t.d. NATO og Warschawa-av- taluni vóru grundleggjandi øðrvísi enn nú, og tískil má øki moderniserast við út- gangsstøði í nýggja heimin- um, vit í dag liva í, sigur løgmaður. Hann vísir á, at heimsumfatanandi yvir- gangurin í 2004 er nýggi uttanríkispolitiski og her- naðarligi høvuðstrupulleik- in, sum hevur avloyst hætt- isligu hóttanirnar undir kalda krígnum í fremm- andagjørda, fíggindagjørda og tvíbýtta heiminum. Hernaðarstrategisk lyklastøða Nýggja uppskotið inniber í stuttum, at føroyingar mót- vegis farnum tíðum skulu hava ávirkan á og innlit í tær avgerðir, sum viðkoma Føroyum og verða framdar í føroyskum øki, sum hevur verið ein týdningarmikil strategisk farleið í hernað- arpolitiskum høpi. T.d. hevur NATO mett tað vera alneyðugt at hava verju- støðir í Føroyum til tess at tryggja eftirlitið við hav- leiðunum og loftrúminum millum Hetland og Ísland. Hetta var høvuðsleiðin hjá máttmikla sovjetiska norð- urherflotanum út í Atlants- hav, har Sovjetsamveldið hevði ætlanir um at kvetta sambandið millum Vestur- europa og Norðuramerika. – Avgerðirnar kring t.d. Sornfelli og Mjørkadal vórðu tiknar av dønum, uttan at føroyingar á nakran hátt høvdu ávirkan, og táverandi Føroya løgmaður varð bert kunnaður um tær avgerðir, danir tóku um Føroyar, sigur Jóannes Eidesgaard. Sambært løg- manni skal nýggja løg- tingsuppskotið tryggja, at eingin avgerð verður tikin uttan um føroyingar. – Hóast hernaðarmál er eitt felagsmál, gevir nýggja uppskotið um trygdarpolit- ikk føroyingum størri av- gerðarrætt á økinum, og krevja vit fult innlit í tey mál, sum á ein ella annan hátt ávirka okkum, slær løgmaður fast. Danir stuðla uppskotinum Tá økið ikki er føroyskt málsøkið burturav, krevst sjálvsagt, at danir stuðla og taka undir við uppskotin- um, og higartil hevur løg- maður fingið tað fatan, at danir eru villigir at sam- starva um nýggja uppskot- ið. – Eg havi verið á fundi við bæði danska forsætis- ráðharran og danska uttan- ríkismálaráðharran í sam- bandi við nýggja verju- politiska uppskot okkara, har vit vístu á, at landsstýr- ið metir tað vera umráðandi fyri Føroyar at umboða seg sjálvar í egnum málum, meðan vit fáa innlit og møguleika at ávirka av- gerðirnar í felagsmálum, sum viðvíkja Føroyum, sig- ur Jóannes Eidesgaard. Bæði danski forsætisráð- harrin og uttanríkisráðharr- in søgdu seg skilja føroysku sjónarmiðini, og semja er um, at heimastýrislógin ikki gevur slíkar heimildir. Tískil verður arbeitt í sam- starvi millum Føroyar, Danmark og Grønland at fyrireika lógaruppskot, ið skal áseta eitt annað uttan- ríkispolitiskt heimildarbýti, har Føroyar (og Grønland) skulu fáa munandi størri virkisfrælsi. – Danski verjumálaráð- harrin hevur eisini fyri stuttum víst á, at eingin avgerð verður tikin uttan um føroyingar, sigur Jóan- nes Eidesgaard, sum sær fram til broytingar og moderniseringar í føroysk- um verjupolitikki. Løgmaður undirstrikar, at uppskotið verður sam- tykt av samgonguni. Upp- skotið, sum skal broyta før- oyskan uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, skal til fyrstu viðgerð í næstu viku. Løgmaður: Hernaðarpolitikkurin á føroyskar hendur – Avgerðirnar kring t.d. Sornfelli og Mjørkadal vórðu tiknar av dønum, uttan at føroyingar á nakran hátt høvdu ávirkan, og táverandi Føroya løgmaður varð bert kunnaður um tær avgerðir, danir tóku um Føroyar, sigur Jóannes Eidesgaard – Nýggja uppskotið um føroyskan trygdarpolitikk, sum danir taka undir við, gevur okkum størri avgerðarrætt á økinum, og krevja vit fult innlit í øll tey mál, sum á ein ella annan hátt ávirka okkum, slær Jóannes Eidesgaard løgmaður fast Ikki Alinson men Himes Í grein um Statoil og Føroyaøkið mikudagin kom eitt navn skeivt fyri. Maáurin blaðið tosaði við var ikki Gareth Alinson men Gregory Himes, sum er varaforseti fyri altjóða leiting hjá Statoil. Umberið okkum mistakið. Blaðm. C M Y K 3 2