Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 72 - 16. apríl 2004 Nr. 72 - 16. apríl 2004 5 Jóannes Eidesgaard er rættiliga innbilskur, tá ið hann heldur, at tað besta er at flyta Norrønu úr Havnini, so at nýggi Smyril kann fáa fast atløgupláss í Havn, heldur borgarstjórin SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin. fo – Vit vilja fegin geva Smyrli góðar umstøður í Havn. Men tað kemur ikki upp á tal at troka Norrønu og Skipafelagið burtur fyri at útvega atløgupláss til nýggja Smyril. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, er rættiliga avgjørdur. Í Sosialinum í gjár helt løgmaður, at besta loysnin hevði verið at landið yvir- tekur ferjuhavnina, sum er gjørd til nýggju Norrønu, so at nýggi Smyril kundi fáa fast atløgupláss har. Hann helt eisini, at Tórs- havnar Havn er ov lítil til nýggju Norrønu og at tað tí var rættast at finna henni annað atløgupláss uttanfyri Havnina. – Eg haldi, at tað er rætti- liga innbilskt av sjálvum løgmanni at siga, hvat vit skulu gera ella ikki, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri. Hann sigur, at var talan um ein lokalpolitikara, sum vildi skora nakrar atkvøður, kundi tað verið. – Men eg haldi ikki, at hetta sømdi seg fyri Føroya løgmann, sigur borgarstjór- in í Havn. Ein stórur trupulleiki Jan Christiansen leggur eis- ini dent á, at tey hava hugs- að bæði væl og leingi um, hvussu tað skuldi bera til at geva Smyrli so góðar um- støður í Tòrshavnar Havn, sum gjørligt. – Og vit halda, at loysnin, sum vit hava funnið, har vit leggja Smyril uttaná Nor- rønu, er ein góð loysn. Men so krevst, at loyvi fæst at dýpa framvið Tinga- nesi. Men tað er langt frá vist, at tað fæst loyvi til tað, tí fornminnafelagið mælir landsstýrismanninum í mentamálum til at økisfriða Tinganes heilt út á 10 metra dýpi. Møguliga skuldi lands- stýrismaðurin taka endaliga støðu eftir at Sosialinum var farin til prentingr í gjár, men í farnu viku segði hann við okkum, at alt bendi á, at hann fór at fylgja tilmælin- um og at friða Tinganes. Hann minnir á, at tað eru nakrir heilt fáir túrar um vikuna, at bæði Skipini eru í Havn ísenn. – Teir allarflestu túrarnar, kann Smyril brúka atløgu- plássið hjá Norrønu. Jan Christiansen sigur undir øllum umstøðum, at hetta er einasta loysn, Tórs- havnar Havn hevur at bjóð- að nýggja Smyrli. – Verður hendan loysnin av ongum, hevur fyrst og fremst Strandferðslan ein stóran trupulleika, tí so hava vit onki fast pláss til nýggja Smyril. Annars heldur borgarstjór- in, at tað er løgið at løg- maður nú skjýtur upp at samráðast við Tórshavnar Kommunu um at yvirtaka ferjuhavnina hjá Norrønu. – Vit hava í fleiri ár roynt at fingið tað almenna at betalt ein part av útbygg- ingini, sum kravdust til nýggja Smyril, men lands- stýrið hevur hvørki verið til at høgt ella stungið í, hóast tað brúkar 65 milliónir til atløgupláss til skipið í Trongisvági. – Men er landsstýrið sinnað at samráðast við okkum um havnaviðurskift- ini, eru teir vælkomnir til tað, sigur borgarstjórin í Havn. Hann sigur, at Tórshavn- ar Havn hevur arbeitt við nøkrum tankum um at útbyggja havnaviðurskift- unum í Kommununi. – Tankarnir, vit arbeiða við, eru bæði at byggja út í Kollafirði, at byggja út inni á Sundi og at byggja ytra molan á Skansabryggjuni longri fyri at fáa eina góða havn uttanfyri molan. Hann leggur tó dent á, at onki er avgjørt um nakað sum helst. Men hinvegin leggur hann dent á, at tað kemur ikki upp á tal at troka Skipafeløgini ella Norrønu burtur fyri at geva pláss til nýggja Smyril. – Meginreglan hevur alla tíðina verið, at ferðamanna- skipini skulu inn ímóti Bursatanga og at restin av havnalagnum skal vera til farm. – Skipafeløgini og Nor- røna leggja nógvan pening eftir seg í Tórshavnar Havn og tað kemur ikki uppá tal, at flyta tey til frama fyri nýggja Smyrli. Eitt annað uppskot, sum suðuroyingar hava nevnt, er, at gera ferjuskráa til nýggja Smyril í krókinum undir Havnarskrivstovuni og so at fáa skipini hjá Skipafelagnum at rykkja eina skipslongd longri út á molan? – Tað kemur heldur ikki upp á tal. Skipafelagið hev- ur lagt alt sítt virksemi eftir at skipini liggja so nær goymsluni sum gjørligt og vit fara ikki at gera umstøð- urnar hjá teimum verri. Jan Christansen sigur, at tað verður eisini ein stórur trupulleiki í sambandi við tey altjóða krøv, sum havnir skulu lúka um stutta tíð og sum ásetir, at vatntætt skott er ímillum farmaflutning og ferðafólk. Óli Hammer,stjóri í Smyril Line, heldur at tað er ósømiligt, at nýggi Smyril ikki fær fast pláss í Havn TÓRSHAVNAR HAVN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, ætlar ikki at leggja seg út í kjakið um atløgu- viðurskiftini hjá Norrønu og nýggja suðuroyarskipin- um. – Tað er eitt mál, sum ikki liggur hjá okkum. Tað er eitt mál, sum eigur at viðgerðast á einum øðrum støði og tí fari eg ikki at gera viðmerkingar til tað, sigur Óli Hammer. Sostatt vil hann heldur ikki gera viðmerkingar til hugsanina hjá løgmanni um at lata landið yvirtaka at- løguplássið hjá Norrønu í Havn til nýggja Smyril, so at ein loysn kann finnast fyri Norrønu onkra aðra- staðni. Tað einasta, hann vil siga, er, at Smyril Line hevur fyrireikað seg uppá at sigla uppá Havnina og at teir ikki hava aðrar ætlanir. Hann sigur eisini, at Nor- røna er smíðað hareftir við so mikið stórari maskin- orku, at hon skal kunna manøvrera í Tórshavnar Havn í væl verri veðri enn gamla Norrøna kundi. Nýggja Norrøna kann manøvrera í Tórshavnar Havn í vindi upp í 18-20 metrar um sekundið. Er verri veður enn tað, má Norrøna bíða. Gamla Norrøna kláraði seg bara í upp til 12 metrar um sekundið. Men yvirskipað ásannar stjórin í Smyril Line, at tað er ógvuliga óheppið, at nýggi Smyril ikki fær fast atløgupláss í Havn. – Støðan hjá suðuroying- um er ikki góð. Tað er bein- leiðis ósømiligt, at tey, sum skulu við nýggja Smyrli, ikki skulu vita, hvar báturin liggur, heldur hann. Hann vísir eisini á, at í summar verða nýggjar, strangari reglar settar í gild- ið fyri havnir. Eftir nýggju reglunum skulu ferðafólk og farmur skiljast sundur og ferðafólk innanlands og ferðafólk uttanlands skulu eisini skiljast sundur. Smyril sleppur aldrin at troka Norrønu og Skipafelagið burtur Hugsa ikki um aðrar møguleikar enn Havnina – Spurningurin um atløguviðurskiftini í Tórshavnar Havn er ikki okkara borð at viðgera, sigur Óli Hammer, stjóri í Smyril Line Flogvallarovastin kenir einki til ætlanina um at flyta partar av løgregluni úr Vágum til Havnar MIÐSAVNING Edvard Joensen Vágar: Hóast løgreglan hevur ábyrgdina av rygdini á flogvøllinum, hevur flog- vallarovastin onga almenna fráboðan fingið um, at tað er upp á tal at flyta partar av løgregluni í Vágum til Havnar. Í gjár skrivaði Sosialurin, at tað verður arbeitt við bygnaðarbroytingum í løg- regluni, sum kunnu hava við sær, at partur av løg- relgumanningini í Vágum verður fluttur til Havnar. Finnbogi Niclasen, flog- vallarovasti, sigur, at hann hevur hoyrt onkra hendinga leysasøgu, sum hann ikki kann taka fyri fult í so álvarsligum máli. Frá løg- regluni hevur hann einki ítøkiligt fingið at vita, men væntar tó, at um tað kemur upp á tal at flyta part av løgregluni til Havnar, hevði hann helst frætt tað, áðrenn tað varð gjørt. Finnbogi Niclasen sigur, at tað er løgreglan, sum hevur ábyrgdina av trygdini á flogvøllinum. Abreiðið, sum starvsfók á flogvøll- inum ger í eitt nú trygdar- efirlitinum, har ferðafólk verða kannað á veg umborð á flogførini, verður gjørt fyri løgregluna. Flogvallarovastin leggur dent á, at hann hevur einki ítøkiligt fingið at vita um nakra broyting í arbeiðs- gongdini hjá løgregluni á flogvøllinum, og kann tí ongar viðmerkingar gera til tað. So skjótt fíggjarlógin er samtykt, verður heimið fyri sinnisveik latið upp í Sandavági. Starvsfólkini eru sett, og nøkur búfólk flyta beinanveg, opið er ALMANNAMÁL Edvard Joensen Sandavági: Nú er klárt at flyta inn í heimið fyri sinnisveik, sum skal vera í Sandavági. Men nú verður bíðað eftir, at fíggjarlógin verður samtykt. Signa Andreasen í Vest- manna er sett sum leiðari á heiminum. Hon sigur, at aftur at henni eru átta starvsfólk sett í starv. Enn eru starvssetanirnar bara munnligar, tí tað ber ikki til at geva fóki skrivliga frá- boðan, fyrr enn hon veit, um nakrir pengar yvirhøvur eru til tess. Av teimum átta starvs- fólkunum, sum sett eru aftur at leiðaranum, eru seks kvinnur og tveir menn. Fýra teirra hava viðkom- andi útbúgving, og hini, sum sett eru, hava dúgvar arbeiðsroyndir at taka av, sigur leiðarin. Seks av starvsfólkunum eru úr Vág- um, og hini búgva á Streymoynni. Einki av búfólkunum, sum í fyrsta umfari flyta inn í Sandavági, er úr Vág- um, sigur Signa Andreasen. Talan er um fólk, sum flyta av psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, nú pláss er fyri teimum aðra- staðni. Hetta eru vaksin fók í aldrinum millum 35 og 55 ár, sigur leiðarin. Hesi fólkini eru kropsliga væl fyri, og kunnu tí taka hond í eitthvørt arbeiði, sum kann bjóðast teimum. Tó eru tey sinnisliga so mikið veik, at tey hava tørv á, at fólk er um tey alt samdøgurði. Signa Andreasen sigur, at eitt, sum hesum fólkunum dámar sera væl, og sum tykist hava góða ávirkan á fólk í teirra støðu, er at sleppa at ríða. Eisini hevði verið ynskiligt at fingið til dømis eitt jarðarstykki at dyrka, sigur hon. Av øðrum tilboðum í oynni eru til dømis svimj- ing og møguliga pláss á varda verkstaðnum, sum nú kemur í Sørvági. Tað er pláss fyr fimm bú- fólkum á heiminum í Sandavági. Men í fyrsta umfari eru tey bara trý, sum flyta inn. Bíða eftir fíggjarlógini Heimið fyri sinnisveik letur upp í Sandavági, so skjótt fíggjarlógin er samtykt. Starvsfólkini eru sett, og fyrstu búfólkini eru klár at flyta inn Mynd: Edvard Joensen Kennir ongar smálutir Løgreglan ehvur ábyrgdina av trygdini á flogvøllinum. har undir eisini kanning av tiemum, sum fara umborð á flogførini C M Y K 5 4