Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 72 - 16. apríl 2004 Nr. 72 - 16. apríl 2004 7 Vælumtókti sjónleik- urin "Vinkonur" vitjar í sjónleikarhús- inum í Havn um vikuskifti. Spælt verður leygardagin klokkan 20.00 og sunnudagin klokkan 17.00. Atgongumerki kunna bíleggjast í Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Klaksvíkar Sjónleikarfelag ger nú klárt til at fara út at ferðast við sjónleikinum "Vinkonur", sum felagið frumframførdi í Klaksvík fyri páskir, og byrjað verð- ur við at spæla leikin í Sjónleikarhúsinum í Havn, komandi vikuskifti. "Vinkonur", er enskur nútíðarleikur um tríggjar kvinnur miðskeiðis í 30´unum, sum hittast aftur, eftir ikki at hava sæð hvørja aðra í nógv ár. Ymiskt er hvussu tær minnast barndómin og vinarlagið frá fyrr og sum kvøldið líður kemur okkurt undan kavi, sum kanska betur ongantíð hevði sæð dagsins ljós. Viðkomandi leikur Leikurin um vinkonurnar er ein sera viðkomandi leikur. Hann er stuttligur, men eisini spennandi og dramatiskur. Hetta er ein leikur, har vit kenna okkum aftur bæði við látri, tárum og undran. Enski rithøvundurin Tamsin Oglesby hevur skrivað leikin, sum Andreas Justesen og Birita Mohr hava umsett. Birita Mohr hevur eisini leikstjórnað leikin, og Edward Fuglø hevur gjørt pallmyndina. Tað eru tær tríggjar Jaco- bina Heinesen, Eyð Matras og Jakobina Joensen, sum seta lív í tær tríggjar vin- konurnar í leikinum, sum varðar í góðan hálvan ann- an tíma. Væntandi eisini í Suðuroy Tvær sýningar verða í Havn hetta vikuskiftið, tann fyrra leygardagin klokkan 20.00 og tann seinna sunnudagin klokkan 17.00. Og tey, sum ætla sær at síggja leikin um Vinkonur- nar og sum vilja verða í góðari tíð, kunna ogna sær atgongumerki í Kunningar- stovuni í Havn. Umframt at sýna leikin í Havn hetta vikuskiftið, er ætlanin eisini millum ann- að at fara til Suðuroyar við leikinum, um nóg nógvur áhugi verður fyri tí. Klaksvíkar kommuna veksur Mikukvøldið varð avgerandi stigið fyri, at Mikladals komm- una fer í søguna, tik- ið. Tá skrivaðu borgarstjórin í Klaks- vík Steinbjørn O. Jacobsen og Markus í Norðnástovu, borgar- stjóri í Mikladals kommunu undir sátt- mála um komm- unusamanlegging KOMMUNUSAMAN- LEGGING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Um hálvgum seks tíðina mikukvøldið var ein hátíð- arløta hildin í býráðshøllini, tá sáttmálin um samanlegg- ing millum Klaksvíkar kommunu og Mikladals kommunu varð undirskriv- aður. Heilt nógv fólk vóru savnað. Býráðslimir í Klaksvík, bygdarráðslimir í Mikladali, landsstýrismað- urin í kommunumálum Jógvan við Keldu og mong, mong onnur høvdu lagt sær leiðina inn í býráðshøllina til hesa søguligu løtu. Kvinnukórið Suð við Steinvør Fonn legði út við at syngja nakrar vakrar sangir, og síðani skrivaðu borgarstjórarnir báðir undir sáttmálan. So tók Steinbjørn Jacob- sen orðið. Hann segði mill- um annað, at hetta var ein søguligur dagur í norð- oyggjum, tí hetta var fyrsta kommunusamanlegging í nýggjari tíð. Og hann fjaldi ikki, at hann vónar, at tað fara at verða fleiri saman- leggingar í framtíðini, so- leiðis at norðoyggjar við tíðini verða ein kommuna. Steinbjørn kom eisini inn á, at frá 1.januar 2005, tá Mikladals kommuna al- ment leggur saman við Klaksvíkar kommunu, veksur fólkatalið. – Tað búgva í dag 4.864 fólk í Klaksvíkar komm- unu, og við teimum 74 íbúgvunum í Mikladali og á Trøllanesi afturat, nærkast Klaksvíkar kommuna av álvara aftur teimum 5.000 íbúgvunum, sum kommun- an náddi fyri kreppuna í nítiárunum, segði Stein- bjørn millum annað. Hóast Mikladals komm- una alment ikki verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu fyrr enn 1. januar komandi ár, so fer sam- starvið millum kommun- urnar at byrja beinanvegin, siga báðir borgarstjórarnir. Virkar báðar vegir Síðani tók Markus í Norðnástovu orðið. Hann fegnaðist eins og Stein- bjørn um samanleggingina og tær samráðingarnar, sum hava gingið fyri seg sein- astu tíðina. Hann nýtti eis- ini høvi til at ynskja klaks- víkingum vælkomnum upp í Mikladal eins og hann fegnaðist um tað øvugta. Hann tosaði millum ann- að um, at hendan saman- legging kemur báðum pørtum væl við. – Serliga teir klaksvík- ingar, sum eiga jørð og hús í Mikladali ella á Trølla- nesi. Og um fólk ynskja at flyta til aðra av bygdunum, so sleppa tey undan at skifta kommunu framyvir. Einans bústaðurin skal broytast, og tað má sigast at vera ein fyrimunur, helt Markus fyri. Hann legði eisini dent á, at tað hevur stóran týdning fyri bygdarfólkið í Mikla- dali og Trøllanesi, tá fólk koma hagar í summarfrítíð- ini, tí tá kemur meira lív í bygdirnar. Og hetta vónar hann fer at standa við og økjast í framtíðini, nú talan er um eina kommunu. Báðir borgarstjórarnir komu eisini inn á møgu- leikarnir við ferðavinnuni. Kalsoyggin er ein vøkur og søgulig oyggj, og ivaðust teir ikki í, at við miðvísum arbeiði, so ber væl til at betra munandi um ferða- vinnuna. Samanlegging er svarið Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður, fegnaðist somuleiðis um samanlegg- ingina. Hann hevur sjálvur sitið í mong ár sum borgar- stjóri í Klaksvík, og er hann sannførdur um, at verða norðoyggjar ikki ein stór kommuna, so er ongin møguleiki fyri at yvirliva úti í økinum. – Tað havi eg eisini sagt við suðuroyingar. Og tað má enda soleiðis, um økini skulu lívbjarga sær, segði landsstýrismaðurin at enda í røðu sínari. Síðani kom kvinnukórið Suð aftur. Tær sungu tvey løg, og so handaði Stein- bjørn Jacobsen bygdarráðs- limunum í Mikladals kommunu nálir við bú- merkinum hjá Klaksvíkar kommunu á. Og so var ábit, har fólk fingu pinnamat og okkurt at leska sær aftur- við. Prátið gekk dúgliga millum fólk, og lagið var gott. Nú er tann fyrsta kommunusamanleggingin í norðoyggjum í nýggjari tíð veruleiki. Her handar Steinbjørn Jacobsen Jógvani við Keldu, landsstýrismanni í komm- unumálum, sáttmálan, sum júst er undirskrivaður Sáttmálin um samanlegging millum Klaksvíkar og Mikladals kommunu varð undirskrivaður í býráðshøllini í Klaksvík mikukvøldið Vinkonur í sjónleikarhúsinum í Havn Klaksvíkar Sjónleikarafelag vitjar í sjónleikarhúsinum í Havn um vikuskiftið við leikinum vinkonur, sum Birita Mohr hevur leikstjórnað Savnsmynd Nýggj føroysk sending ætlað konufólki: Cassiopeia Nú kemur hon endi- liga á SVF. Sendingin, sum føroysk konufólk higartil hava verið noydd at leita á út- lendskum rásum eftir. Sendingin um móta, kenslur og sex, yvir- náttúrlig evni, make- overs og annað, sum vit elska at hyggja at og lesa um. Sendingin eitur Cassiopeia og verður sýnd fyrstu ferð 25 apríl. SJÓNVARPSSENDING Eydna Skaale Sendingin Cassiopeia verð- ur eitt føroyskt "Alt for Damerne" í sjónvarps- formi. Í fyrstu atløgu verða 4 sendingar á 40-45 min. gjørdar. Tann fyrsta kemur á skýggjan flaggdagin og hinar koma so trý tey fylgj- andi sunnukvøldini. Nøkur føst evni verða viðgjørd í øllum sendingunum. Tað verður ein makeover, har ymisk fólk verða umgjørd frá topp til tá. Hárið verður fríðkað og ein stylistur letur tey í nýggj klæðir. Har verður ein lagnu- søga, tvs, at ymiskir føroy- ingar fara at siga frá hend- ingum, sum teir sjálvir hava upplivað, og sum á ein ella annan hátt hava broytt tilveru teirra. Har verður ein kokkur, Leif Sørensen, sum fer at gera gourmet mat. Hetta verður ikki "okkara-kokkar matur", sum øll kunnu gera, men fínur, lekkur matur, sum eisini er fyri eyguni. Í hvørji sending verður eisini eitt lítið talkshow. Her fara fólk at koma inn í studio og tosa um parlag og sex, singlelív, kærleika og tílík evni. Hetta verða alt føroyingar búsitandi í Før- oyum, sum fara at práta. T.d. verður eitt par, sum hevur verið gift í 40 ár og nakrir stakir ungir menn. Við í studio verða eisini nakrir expertar, sum koma at geva professionellar við- merkingar. Eisini verður ein spákona við í Cassiopeia. Hon fer í hvørji sending at lesa í hondunum á kendum før- oyingum og út frá tí stað- festa ymiskt, sum er farið fram í lívum teirra. Har verða trend og móta innsløg, sum vísa okkum á tað nýggjasta nýggja frá innast til uttast. Har verður stutt sagt alt, sum tú van- ligvís mást keypa eitt danskt vikublað fyri at frætta um. Munurin verður bara, at tú nú fert at frætta um føroyingar og føroyskan trend. Aldurin á gestunum verður alt millum 17 og farin um tey 60. Hugskotið Tey hava í SVF arbeitt við hugskotinum um sendingina síðan á jólum, og í uml. ein mána hava tey so arbeitt við tí praktiska partinum av sendingini. Hugskotið kom, tí SVF hevur verið alt ov nógv mannfólkadominerað. – Nú hildu vit, at tað mátti vera slutt við øllum hesum fótbóltinum og øðrum mannfólkasendingum, vit vildu hava eina feminina sending, sigur annar av vert- unum, Barbara Samuelsen. Tey, ið standa aftanfyri sendingina leggja dent á, at hetta verður ein estetisk sending. Tað verður tað listfrøðiliga og lekkra, sum kemur at bera sendingina. Edward Fuglø hevur staðið fyri at smíða studio, og tað er hann komin sera væl frá. – Alt skal verða flott og tað skal fanga eygað, so vit hava arbeitt nógv við at finna akkurát teir røttu litirnar, bæði til studio og til klæðini hjá okkum vertum. Eisini hevur tað tikið langa tíð at funnið møblarnar til studio, sigur Barbara Samuelsen. Hin verturin Heri Jacobsen, úr sendingini Satsa, sigur seg hava verið heilt inni í Eysturoynni og funnið klæðir at fara í. – Og eg havi eisini fingið boð um at strípa hárið, sigur hann. Barbara og Heri greiða frá, at tað verður gott sam- spæl millum tey í sending- ini, og at tað er við til at gera sendingina avslapp- aða. Tey leggja dent á, at hetta skal verða ein send- ing, sum skuldi kunna klárað seg uttanlands, hvat ið støði viðvíkur. Alt er væl umhugsað og planlagt út í odd og egg. – Sjálvt um hetta er ein konufólkasending, so haldi eg sagtans at mannfólki kann hyggja við. Kjakevn- ini og lagnusøgurnar eru viðkomandi fyri øll, sigur Heri. – Her verður stórur dentur lagdur á móta og lívsstíl, men eg haldi, at føroysku mannfólkini eru blivin eitt sindur meiri móta tilvitað. Teir eru í øllum førum komnir langt síðan tuflurnar, cowboy- buksurnar, hvítu skjúrtuna og leðurjakkan, sigur hann flennandi. Lowbudget sending Afturat sendingini eru knýtt uml 30 fólk. Og tey eru ógvuliga spent uppá hvussu sendingin fer at verða móttikin. – Føroyingar eru eitt sera nostalgiskt fólkaslag. Sjón- varps sendingarnar skulu helst vera afturlítandi og vísa hvussu raskir teir gomlu vóru. Hetta verður ein kontraversiel sending, sum setur nøkur onnur ting á dagsskránna. Vit fáa vanligar føroyingar at tosa opið um parlívið og kensl- ur. Tað eru føroyingar ikki vanir við, so tað verður spennandi at vita hvat fólkið fer at siga. Tað er altíð ringt at bróta upp úr nýggjum, men vónandi kann henda sendingin bæði vera við til at flyta nøkur mørk og samstundis verða góðtikin. Hetta sigur Jan Berg Jørgensen, sum er pr maður fyri sendingina. – Svf hevur fingið ógvu- liga nógvar ákoyringar í seinastuni um at vit bara endursenda gamlar danskar sendingar. Hetta verður so ein roynd at bøta eitt sindur um tað, sigur hann. Hann undirstrikar eisini, at fólk sum grenja um sendingar- nar ikki ána hvussu nógv arbeiði tað er av at gera eina sending. – Svf hevur somu fíggar- ligu orku, sum ein lítil lokalstøð í Danmark, sum bara ger ein hálvan tíma av tíðindum um dagin. Men fólk forlanga at síggja før- oyskar sendingar á altjóða støði. Hetta verður ein low- budget sending, men vónandi ein góð og við- komandi sending allíkavæl. Munurin á Svf og størri sjónvarpsrásum er t.d., at har hava sendingar sum hendan eitt royndar publik- um, áðrenn sendingin fer í luftina. Tey siga so hvat er gott og minni gott. Tað ger, at sendingin kann broytast, so hon verður perfekt og fólkinum fer at dáma hana. Tað hava vit ikki ráð til, so vit mugu bara stóla uppá okkara instinkt, sigur Jan Berg Jørgensen at enda. Men um Jan fór inn í eina kiosk tann dagin donsku damubløðini komu á hyll- arnar, so hevði hann sæð hvussu stórur áhugin er fyri damublaðs tilfari. At tað er í sjónvarpsformi og at tað er á føroyskum eru heilt sikkurt bara pluss. Vertirnir verða Barbara Samuelsen og Heri Jacobsen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6