fríggjadagur 16. apríl 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 72 - 16. apríl 2004
Nr. 72 - 16. apríl 2004
9
– Eg kenni meg
ómetaliga hepnan í
dag. Mest av øllum eri
eg fegin um, at eg fekk
neyðuga eyðmjúkleik-
an til at broyta mítt
lív, sigur Jákup Magn-
ussen. Hann stríddist í
nógv ár við ein oyði-
leggjandi hug til
brennivín, men nú er
hann broyttur, og
tann broytingin kem-
ur innanífrá.Vit hava
hitt útvarpsmannin,
sum hevur gjørt
onkra útvarpssending,
uttan at hann kann
minnast tað
SAMRØÐA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Við Smyrli tekur ferðin av
Tvøroyri til Havnar góðar
tveir tímar. Men hjá Jákupi
Magnussen hevur tann per-
sónliga ferðin úr Trongis-
vági til Sortudíki í Havn
verið long og stundum
buldralig.
Hann
treivst
væl
í
náttarlívinum, vendi plát-
um, drakk illa og gjørdi
onkra útvarpssending uttan
at hann kann minnast tað.
Nú er hann tann nógv
broytti,
fyrrverandi
drykkjumaðurin, sum ger
livandi og frískar sendingar
í Útvarpinum, flennir fyri
opnari mikrofon, og heldur
at lívið er fantastiskt.
Og hann er ikki í iva, hvat
hann skal hava, tá ið vit
leita okkum innar á kaffi-
stovu í Havn.– Eina apol-
lonaris, sigur hann við
fryntligu gentuna handan
diskin. Hann prátar eitt
sindur, grínur ósmæðin, og
tekur so vatnfløskuna við
sær yvir til borðið.
Soleiðis er hann – Disco-
beiggin.
Í góðum lag, lættur í
sinni og fúsur at práta. Hó-
ast partar av fortíðini kunnu
hugsast at vera minni huga-
ligir, nervar stundum trupla
fortíðin ikki Jákup Magn-
ussen í dag. Hann heldur
fyri: – Tað einasta, eg ikki
kann gera, er at drekka og
spyr um tað er so nógv?
Discobeiggin
Jákup Andrias Magnussen
er føddur í 1963 og upp-
vaksin í Trongisvági. Tíð-
liga fær hann áhuga fyri tón-
leiki og tá hann gerst tann-
áringur fer Jákup at venda
plátum. Frá 1979 til mitt í
áttatiárunum ferðast hann
við stórari undirtøku kring
landið at leggja plátur á.
Jákup roynir seg eisini
uttanlands. Í1982 verður
hann kosin til Ársins Disc
Jockey og hetta gevur lut-
tøku til finaluna í Dan-
marksmeistaraheitinum í
plátuvending. Jákup Magn-
ussen endar á triðja plássi í
kappingini.
Stutt eftir kappingina í
Danmark er hann í Íslandi
og roynir seg á diskotekun-
um Broadway og Holly-
wood. Men áhugin fyri
plátuvending minkar støð-
ugt - samstundis sum áhug-
in fyri útvarpi bara økist.
Komin í seinnu hálvu av
áttatiárunum
er
Jákup
sjáldan at síggja sum plátu-
vendari.
Hóast hann ikki hevur
vent plátum regluliga síðan
seinast
í
áttatiárunum,
verður Jákup Magnussen
framvegis róptur disco-
beiggin á Tvøroyri.
– Eg var nógv ynsktur í
systkinaflokkinum.
Eg
hevði tvær systrar og tí
kallaði mamma meg bara
fyri beiggin. Tá eg var 16 ár
meldaði eitt systkinabarn
meg til eina DJ-kapping á
Tvøroyri. Hann gav mær
navnið Discobeiggin og
síðan hevur navnið hingið
við, greiðir Jákup Magnus-
sen frá.
Hann eigur í dag eitt ótal
av plátum og fløgum, og
áhugin fyri tónleiki er
framvegis stórur. Jákup
fortelur, at hann roynir at
fylgja við, hvat rørir í tón-
leikaheiminum, men hann
ásannar, at tónleikurin fyllir
ikki eins nógv í sínum lívi,
sum hann hevur gjørt.
– Heilt frá tí fyrsta, eg
minnist, kendi eg eitt tóm-
rúm í mær. Tímdi ikki sum
barn at takast við seyð og
annað meira handaligt.
Men tónleikurin gjørdist
tann stóri áhugin. Og tú
kanst ætla, at eg fekk at
hoyra fyri tað. Minnist, at
onkur ferð eftir ferð argaði
meg við at spyrja, um eg nú
fór heim at spæla rock fyri
veðrunum í úthúsinum. Tó
bar ikki til at fylla tóm-
rúmið við tónleiki, men
hann var ein gevandi áhugi,
fortelur Jákup.
Vindur upp á seg
Tað er í ungdómsárunum á
Tvøroyri, at Jákup fyrstu
ferð smakkar sær á. Hann
byrjar verulig at drekka, tá
hann er um 15 ára aldur.
Foreldrini lova honum at
ganga á diskotek og tað ger
hann sær dælt av. Í ung-
dómsárunum heldur Jákup
seg hava funnið tað, sum
kann fylla tómrúmið.
– Eg var ikki nøgdur við
lívið og meg sjálvan.
Brennivínið var loysnin
upp á tað heila, sigur hann
Sum 20 ára gamal flytir
hann til Havnar. Jákup vil
royna nakað nýtt og honum
dámar væl Havnina og hev-
ur fleiri vinfólk í høvuðs-
staðnum. Hann hevur gjørt
einstakar útvarpssendingar
og hevur fingið blóð upp á
tonna og ger av at flyta til
Havnar.
– Til eg var 22 ár drakk
eg mest í vikuskiftinum og
onkuntíð mitt í viku. Rús-
drekkatrupulleikin hjá mær
verður ikki heilt álvar-
samur, fyrr enn eg verði 22
ár, tí tá byrji eg at javna
dagin eftir. Frá at ganga í
býnum um vikuskiftið, fái
eg brádliga eisini hug at
ganga á vertshúsum bæði
mánadag og týsdag, sigur
hann
Minnist ikki
sendingar
Stutt eftir, at Jákup flytir til
Havnar, missir hann veru-
liga tamarhald á rúsdrekka-
nýtsluni.
– Tíðin gongur ótrúliga
skjótt frá tí, at eg av og á
javni um morgunin og til,
eg drekki hvønn dag. Tí
skal tað verða mítt ráð til
tey ungu í dag, at tá tey
kenna eina trongd á sær til
at javna dagin eftir, er tíðin
komin til at halda seg heilt
burtur frá rúsdrekka, vísir
Jákup Magnussen á.
Ótálmaða
rúsdrekka-
nýtslan ávirkar sjálvsagt
eisini gerandisdagin hjá
Jákupi. Tað kemur javnan
fyri, at hann møtir til ar-
beiðis í útvarpinum við
stívari kenning.
– Tað var nógv leysari í
80 árunum enn í dag. Fór
ein stillisliga við hurðunum
og lat vera við at provokera
og vera ágangandi, lótu teir
teg fáa frið, sjálvt um tú
vart ávirkaður. Nú hava
flest øll arbeiðspláss ein
rúsevnispolitikk - tíbetur!
Tú hjálpir ikki misnýtarar-
num við at geva honum
leysar karmar. Heldur hin-
vegin, tí tað verður lættari
hjá honum at halda fram,
heldur Jákup fyri
Tað kemur eisini javnan
fyri, at Jákup er beinleiðis í
luftini ávirkaður.
– Einaferð greiddi ein
hýruvognsførari mær frá, at
hann eitt kvøldið hevði
koyrt meg í útvarpið at gera
Rockredaksjónina. Eg var
dýrandi fullur og bilførarin
hugsaði sítt. Men hann
gjørdist sera skakkur, tá
hann løtu seinni hoyrdi meg
tosa, tí hann hoyrdi als ikki
á mær, at eg var drukkin.
Hatta kynstrið hevði eg
neyvan meistrað í dag. Men
eg minnist rætt og slætt
onki til hatta kvøldið. Og
soleiðis var tað fleiri ferðir.
Black-Out kalla vit tað -
heilin lagrar onki, sigur
Jákup Magnussen skemt-
andi.
Ringa sjálvsmynd
Jákup greiðir frá, at hann í
fleiri ár hevði eina ómeta-
liga ringa sjálvsmynd og
var fullur av undirluta
kenslum. Brennivínið varð
brúkt til hevja seg upp til
nakað, hann í veruleikanum
ikki var.
– Tað var eingin trupul-
leiki at spæla kong gularrót
úteftir, men satt at siga var
eg ólukkuligur. Mann kann
á ein hátt siga, at eg flenti
úti men græt heima, for-
telur hann.
– Alkoholisma er í øllum
familjum og eg eri bara ein
av teimum. Eg finni aldrin
orsøkina. Var ikki happaður
verri enn so mong onnur.
Men tað sýntist sum um eg
var yvir-kenslusamur. Tó,
tað er heldur ikki ein nóg
góð frágreiðing. Eg eri eis-
ini givin at leita eftir
orsøkini.
Uppreisn
Jákup er fyrstu ferð á Blá-
krossheiminum í 1989. Eft-
ir uppihaldið á Blákrossi
broytast drykkjuvanarnir
hjá Jákupi. Hann fær nú
tørn í nakrar vikur og er
síðan rúsfríur í fleiri mán-
aðir. Hetta mynstur heldur
fram gjøgnum øll nítiárini.
– Nøgdin av tí, eg havi
drukkið í 90-unum er ikki
so stór, samanborið við
seinnu helvt av 80-unum.
Eg hevði fleiri steðgir og
eitt tíðarskeið drakk eg ikki
í hálvttriðja ár, men datt so
út í aftur. Tað kortini líka-
mikið, hvussu nógv eg havi
drukkið og ikki, tí stóri
trupulleikin var, at eg ikki
hevði arbeitt við mínum
persóni. Ein fær ongan
góðan edrúskap við anta-
bus, tí tað bara forðar tær at
drekka. Tað hjálpir tær ikki
at halda alkoholismuna í
skák. Nei, ein høvuðrein-
gerð skal til, fortelur hann.
Í
2000
tekur
Jákup
Magnussen endaliga stigið
at seta proppin á fløskuna.
Hann fær Heilbrigdið at
hjálpa sær í gongd og setur
sær síðani grundleggjandi
spurningin, hvat hann vil
við lívinum, tí tað var kom-
ið til eitt punkt, har hann
snøgt sagt ikki tímir meir:
– Eg hevði gjørt onkra
jánkasliga roynd at koma úr
trupulleikanum, men uttan
úrslit og hesaferð setti eg
mær fyri at gera alt fyri at
koma burturúr rúsdrekka-
trupulleikanum. Var so
smátt byrjaður at viður-
kenna, at alkoholið kortini
ikki var loysnin uppá tóm-
rúmið, greiðir Jákup frá.
Um túsundáraskiftið fer
Jákup undir at arbeiða mið-
víst við sínum persóni.
Hann beinir burtur negativ-
ar kenslur sum fordøming,
undirluta kenslur, vantandi
sjálvsálit og sjálvupptikni
burtur. Við trúnni á eitt
hægri vald og góð ráð frá
vinfólki, kemur hann so
líðandi á rætt kjøl aftur.
– Eg setti mær fyri at taka
ábyrgd á mínum lívi og
rudda upp. Gud kemur inn í
mítt lív og fær avgerandi
týdning í míni roynd at
venda lívinum. Tað tók sína
tíð, men nú sá eg hvør
loysnin var. Við honum
byrjaði tómrúmið at minka
- hann var loysnin. Onki
hendi fyrr enn eg játtaði, at
eg ikki megnaði trupulleik-
an einsamallur. Eg fór eis-
ini frá at liva upp til onnur
menniskju, tí tað hevur ikki
týdning. Tá alt kemur til alt,
verður tað kortini ikki tey,
eg skal standa til svars fyri,
greiðir Jákup Magnussen
frá
Hann hevur ilt við at seta
orð á , hvat er hent í sínum
lívi eftir at proppurin varð
settur á fløskuna.
– Trúgvin á eitt hægri
vald hevur verið avgerandi.
Trúgvin á Gud fær meg á
rættan kjøl aftur og ein vón
tendrast í mær. Tá eg síggi
at hetta er rætta leiðin fái eg
álit á Gud og hann gevur
mær friðin til at fylla mítt
lív við ørðum enn brenni-
víni.
Jákup leggur dent á, at
hann ikki er religiøsur -
men andaligur. Hann held-
ur at religiøsitetur er eftirlit
og vald, sum er menniskja-
skapt, og hevur einki við
tað andaliga at gera.
Takksamur
Jákup dylir ikki fyri, at
hann er sera takksamur fyri
tað lív, hann hevur í dag.
Hann sigur seg veruliga
hvíla í sær sjálvum og hann
roynir hvønn dag at gerast
eitt betri menniskja.
– Eg havi tað fantastiskt í
dag. Eg havi ongan ótta og
tori alt. Orsøkin til tað er, at
eg valdi at handla, tí tú fært
aldrin nøkur úrslit, uttan at
tú sjálvur handlar. Tað nytt-
ar einki, at onnur siga við
teg, at tú ikki skalt gera tað
og tað, tí tað er bert tú sum
kanst broyta teg! Øll broyt-
ing má koma innaneftir og
tað má vera eitt val hjá tær
sjálvum, fortelur hann.
Hóast ferðin mangan
hevur verið buldralig, áðr-
enn tað loksins eydnaðist at
leggja á annan bógv, vil
Jákup ikki tveita lívsroynd-
irnar hjá sær burtur. Hann
heldur, at royndirnar frá
fortíðini eru gullverdar í
dag og siga hon nógv um,
hvussu hann skal liva lívið í
dag.
– Eg kenni meg ómeta-
liga hepnan í dag. Mest av
øllum eri eg fegin um, at eg
fekk neyðuga eyðmjúkleik-
an til at broyta mítt lív. Eg
kenni nógv, bæði alko-
holikarar og onnur við øðr-
um
trupulleikum,
sum
framvegis vilja vera við, at
teimum ikki nýtist hjálp og
tað er rættiliga syrgiligt,
heldur hann
Jákup greiðir frá, at eftir
at hann fór niður á knæ og
játtaði sín fulla ósigur,
gjørdist tað skjótt greitt, at
hann als ikki var einsamall-
ur. Fyrr helt eg meg sita
eftir við einum serligum
trupulleika, ið ongan annar
visti um. Men tá eg fór at
kanna eftir, fann eg skjótt
út av, at nógv eru í somu
støðu sum eg, sigur hann. -
Og vit hava nógv at geva
hvørjum øðrum
Samrøðan er av. Jákup
hevur drukkið sína apollon-
aris og tankin um eina øl er
fjarður. Broytingin í lívin-
um hjá Jákup er eftir øllum
at døma komin innaneftir.
Áðrenn vit fara hvør til
sín sigur hann, at hann tek-
ur bert ein dag í senn. Hann
hevur ikki lovað sær sjálv-
um, at hann ongantíð fer at
drekka aftur. Tað gjørdi
hann oftani fyrr og tað helt
ongantíð.
Broytingin kemur innaneftir
C
M
Y
K
9
8