Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 72 - 16. apríl 2004 Nr. 72 - 16. apríl 2004 11 Landsstýrið hevur reist spurningin um trygd Føroya og um hvussuleiðis løgting og landsstýri kunnu fáa størri ávirkan á trygdarspurningin. Tað, at landsstýrið reisir hendan spurning nú, er í sjálvum sær áhugavert. Higartil hevur tað nevniliga verið so, at hvørja ferð spurningurin um støðu Føroya við atliti at verju- og trygdar- spurningum hevur verið reistur, er hetta komið so at siga uttaneftir. Føroyskir myndugleikar hava áður ikki reist hetta mál av sínum einting- um. Verju- og hernaðarspnuringar hava verið nakað, sum ein helst ikki hevur viljað umrøtt, men sum løgting og landstýri hava tikið støðu til, tá hesir myndugleikar hava verið noyddir til tað. Henda støða er vælskiljandi, tí føroyingar hava langa siðvenju fyri at vera uttanveltaðir. Í hesum líkjast vit meira okkara svensku ættfrændum enn t.d.norðmonnum og dønum. Hvør orsøkin til hesa siðvenju er, vita vit ikki við við vissu, men ein hevur tó loyvi at halda, at hetta hevur nakað at gera við okkara søguligu royndir gjøgnum øldir. Eisini hevur hetta kanska nakað at gera við, at føroyingar flestir halda, at tað er ikki uttan vanda at leggja seg út í ósemjur millum stór- veldi. Føroyingar søgdu sum teir gomlu kinverj- arnir: "Tá elefantarnir berjast verður grasið leks- að niður." Tað hevur um hesa støðu verið ein sjaldsama stór og breið semja á tingi og millum manna. Sjálvt meðan Kalda kríggið leikaði í uppá tað harðasta, hoyrdist ikki ein rødd um, at vit skuldu fara aktivt upp í NATO. Hvørja ferð danir royndu at leggja okkum undir verjuskyldu, søgdu vit nei og hetta gongur heilt aftur til gaml- ar dagar. Síðan Kalda Kríggið helt uppat er støðan so broytt. Og tað løgna er hent, at so hvørt sum NATO hevur havt lyndi til at avvikla sítt virk- semi um okkara leiðir, er áhugin millum før- oyskar politiskar flokkar vaksin fyri eini meira virknari føroyskari luttøku í verju- og NATO málinum. Hetta kann stava frá tí broyttu støðuni í heiminum, har tað í dag bert er eitt stórveldi eftir á heimspolitiska leikvøllinum. Nú er verju-og trygdarspuringurin so reistur av álvara og løgtingið fær høvið til at umrøða og taka støðu til henda sera stóra spurning. Vónandi fara tingmenn at viðgera hetta mál við tí álvarsemi og nærlagni, sum hetta mál hevur uppiborið. Vónandi fáa vit eitt sakligt alment orðaskifti millum manna í fjølmiðlunum, so tað veruliga fer at bera til at staðfesta, hvørja støðu føroyingar hava til trygdarspurningin. Vit fara at venda aftur til ítøkiliga uppskotið frá landsstýrinum, tá hetta kemur til viðgerðar á tingi. DAGSINS MEINING Sosialurin Trygdin VIÐMERKINGAR Saga greinina av sum øll fiskivinnan hvílir á I Heini O. Heinesen Soleiðis sum Fiskimála- stýrið við sínum landsstýr- ismanni, hevur umsitið lógina um vinnuligan fiski- skap seinastu 8 árini, er ongin ivi í mínari verð, at teir eru í ferð við at saga greinina av, sum øll fiski- vinnana hvílir á. Hetta havi eg so mangan víst á, bæði í skrift og talu. Fiskiloyvið til gomlu Ágot er bara eitt gott dømi um, hvussu ymiskt um- sóknirnar hava verið við- gjørdar av stýrinum, serliga upp undir val. Er hetta pol- itiskt mutur ella hvat? Tá Jákup Mikkelsen leggur landsstýrismanna- nevndina undir at hava viðgjørt hetta mál politiskt uttan at hava eitt einasta prógv fyri hesum, fari eg í hvussu so er ikki at lata slíkt fara óátalað aftur við borðinum. Hann tók sjálvur sum limur í nevndini undir við niðurstøðuni hjá skriv- arnum, sum er ein dugna- ligur og arbeiðssamur løg- frøðingur við góðum innliti í lógina, og hevur verið skrivari í vinnunevndini í mong ár. Tann einasti nevndarlim- urin sum hevði ein polit- iskan trupulleika at viðgera tað ávísa málið varð Jákup Mikkelsen sjálvur. Hetta komst av, at fiskiloyvið til gomlu »Ågot« varð útskriv- að av einum fólkafloks- landsstýrismanni dagin fyri valið 30. apríl 2002 aftan á eina panikviðgerð í fiskimálastýrinum. Upprunin til sjálvt málið um gomlu Ågot, var ein kæra frá »Felagnum Líni- skip« 3. mars 2003. Í kær- uni verður heitt á lands- stýrismálanevndia um at kanna, á hvørjum grundar- lagi veiði- og fiskiloyvi er útskrivað hesum fiskifarið, sum er farið úr flotanum fyri nýggju Ågot. Endaliga niðurstøða landsstýrismálanevndar- innar er sostatt, at avgerð- in hjá Fiskimálaráðnum at geva Sp/f Nakki, Klaksvík, tilsøgn um, at loyvini hjá Skørini og Barininum kundu flytast á Ågot I, var ólóglig. Grundgevingin fyri nið- urstøðu nevndarinnar er, at atlitini, íð lógu til grund fyri avgerðini, vóru ósaklig. Landsstýrismálanevndin grundar sínar niðurstøður á frágreiðing hjá skrivarnum í landsstýrimálanevndini, sum tí er hjáløgd. Nevndin tekur í síni heild undir við frágreiðingini. Í frágreið- ingini eru aðrar niðurstøð- ur, ið hava týdning fyri mál- ið, men sum ikki eru endur- givnar her, við tað at at tær ikki eru beinleiðis fevndar av kærusetninginum. Tað er hereftir upp til landsstýrismannin í fiski- vinnumálum, løgmann ella løgtingið at taka støðu til møguligar fyrisitingarligar, politiskar og rættarligar avleiðingar av frágreiðing- ini og niðurstøðum lands- stýrismálanevndarinnar. Umframt felagið Línu- skip, eru landsstýrismaður- in í fiskivinnumálum, løg- maður og allir tingmenn kunnaðir un niðurstøðu landstýrismálanevndirinna , jbr. starvsskipan nevndar- innar § 8. Landsstýrismálanevndin hevur í hvussu er, ikki álagt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at taka veiðu- og fiskiloyvi aftur frá gomlu Ågot, sum bind- andi tilsøgn var givin til dagin fyri valið 30. apríl 2002. Skaðin er longu tá hendir. Hetta letur seg heldur ikki gera, tí landsstýris- maðurin situr við fullari ábyrgd fyri sínum málsøki. At Fiskimálastýrið so biðir felagið um at stevna stýrin- um, má verða størsta van- viðring av Føroya løgtingi í søguni. Landsstýrismálanevndin hevur gjørt niðurstøður í fleiri málum, uttan at við- komandi landsstýrismaður hevur tikið málið aftur, í flestu førum er tað ikki møguligt. Tað kann undir ongum umstøðum verða borgarin, sum skal svíða fyri at ein landsstýrismaður ikki um- sitir í trá við lógina. Broytir ikki niðurstøðuna hjá landsstýrismálnevnd- ini: Eg havi nú lisið dómin, sum er avsagdur í Føroya Rætti. Har er í hvussu er ikki nakað nýtt, sum eg ikki visti framanundan. Hetta broytir ikki niður- støðuna hjá landsstýris- málanevndini. Um vit nú skulu brúka hetta málið sum fyrimynd til at umsita lógina um vinnuligan fiski- skap, er hetta tað sama sum at forkoma allari føroyskari fiskivinnu í framtíðini. At Jákup Mikkelsen og Óli Brekkman nú skjóta upp at avtakað landsstýris málanevndina, sigur mær so mikið, at arbeiðið hjá nevndini er góðari leið. Taka grundarlagið undan verandi línuskipa - og ú- róðrarflota: • Lógin um vinnuligan fiskiskap eigur at tryggja at allir veiðubólkar sum eru nevndir í lógini hava somu rættindi. Tí eigur útróðarar- flotin ikki at verður gjørdir um til línuskip, hetta kemur at økja munandi um veiðu- trýstið, serliga á tosk og hýsu. Hetta kemur eisini at taka grundarlagi undan ver- andi línuskipaflota, um tey vera fleiri í tali. Herafturat kemur at tann havgangandi útróðrarflotin sum vit kenna hann í dag, kemur at hvørva. • § 5. stk. 12. í lógini um vinnuligan fiskiskap tryggjar at línuskip yvir 110 tons í bólki 3: ikki kunnu flytast í bólk 4: • Stk. 12. sigur: Tons merkt Tonsatal brutto (BT) ella Skrásett Brutto Tons (BRT) sum til eina og hvørja tíð tilskila á skipsins máli- brævi ella máliprógvi. Fiskifør kunnu ikki skifta høvuðsbólk sambært § 28, stk. 1, aftaná at henda áset- ing hevur fingi gildi. (sein- ast broytt 1998 lóg nr. 69) • Sambært lógina um vinnuliga fiskiskap § 8 stk. 3. kunnu bert tvey uppruna- loyvir leggjast saman til eitt loyvi. Hetta skuldi gjørt at tað ikki bar til at faa nýggj línuskipaloyvir við at leggja tveir útróðrarbátar saman, uttan so at lógin verður brotin. • § 28. í lógini skuldi eisini tryggja at hetta ikki var møguligt uttan at fremja lógarbrot. Sitat úr lógini: • § 28. Veiðiflotin verður býttur upp í hesar høvuðs- bólkar av fiskiførum á føroysku landleiðunum: • Bólkur 1: Trolarar yvir 400 HK, lemmatrolarar. • Bólkur 2: Trolarar yvir 400 Hk, pør. • Bólkur 3: Líniskip yvir 110 tons. • Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 tons. • Bólkur 5: Útróðrarbátar undi 15 tons á húkaveiði. • Stk. 2. Rætturin til til- feingi á landleiðini verður roknað hvørjum høvuðs- bólki sær eftir prosentbýti. Toskur Hýsa Upsi Konga- fiskur • Bólkur 1: Lemmatrolara yvir 400 HK. 4% 1,75% 13% 90,5% • Bólkur 2: Trolara, pør yvir 400HK. 21% 10,25% 69% 8,5% • Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons. 23% 28% Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Framhald á síðu 11 Nakrir tankar um "Jósef" Símun Absalonsen Eini 7.000 fólk vitjaðu Norðurlandahúsið í sam- band við sangleikin "Jósef", og fjølmiðlarnir hava verið á tremur við rósandi orðum um tiltakið. At almenning- urin sýndi "Jósef" slíkan áhuga er ein viðurkenning í sjálvum sær. Teir nærum tveir tímarnir ið leikurin vardi gingu fyri mítt við- komandi skjótt og uppliv- ingin var ógloymandi. Um leikin sjálvan ætli eg mær ikki at gera stórvegis viðmerkingar, til tað hava eg ov lítið skil fyri leiklist- ini. Hinvegin kundi eg hugsa mær at hugleitt eitt sindur um søguna um Jósef. Søga ella saga Frásøgnin um Jósef er sum kunnugt tikin úr Bíbliuni og verður ofta nýtt sum eitt skúladømi um styrkina í fyrigeving, tá ilt verður lønt við góðum. Hetta tykist at vera lærdómurin í søguni um Jósef, og fyri mong hev- ur tað kanska minni at týða, hvørt søgan er sonn, part- víst sonn, ella kanska bert eitt hugtakandi ævintýr. Sjálvur havi eg ongantíð verið í iva um at søgan er sonn og at talan er um meira enn eina søgu. Jósef livdi um ár 1.700 f. Kr. og lívssøga hansara er, um- framt at vera sera spenn- andi, harumframt eisini bæði profetisk og Messi- ansk. Bíblian er altíð tvíeggjað og hetta gevur ein sær ikki altíð fær um tá lisið verður. Úr ymiskum lívssøgum í gamla testamenti finna vit ymiskar Messiasmyndir sum t.d. í lívssøguni hjá Móses, Dávid ella patriark- unum. Men eingin lívssøga í bíbliuni hevur so fjøltátt- aðar og sterkar Messias- myndir sum lívssøga Jós- efs. Granskarar hava mang- an staðið undrandi, tá teir hava samanborið lívssøgu Jósefs og lív Jesusar. Jósef og Messias Sum sonur hevði Jósef eina serstøðu hjá faðir sínum og frumburðarrætturin, ið var høgt í metum í tátíðar mentan hoyrdi Jósefi til. Tann marglitti fótsíði kyrt- ilin (dreymakotið) staðfesti hesa serstøðu. Í kristnu læruni er Kristus frumborni Sonur Guds - klæddur í dýrd og tign áðr- enn heimurin varð grundað- ur. (Kol. 1,15 og Jóh. 17,5) Jákup sendi son sín Jósef til brøður hansara at vita um teimum visti væl við. Inkarnatiónin (Gud bleiv menniskjað) er hjartað í tí kristna boðskapinum. Gud sendi son sín føddan av kvinnu, og sonurin kom til sína egnu ætt. Jósef fekk kaldliga mót- tøku vegna dreymar hans- ara. Í dreymi hevði hann sæð, at sól, máni og ellivu stjørnur nigu fyri honum. Og á akrinum hevði hann í dreymi sæð, at bundi hans- ara reisti seg samstundis sum bundini hjá brøðrunum boygdu seg fyri bundi Jósefs. Bundi Jósefs á akr- inum bar boð um eina jørð- iska konga- og høvdinga- støðu, men sól, máni og stjørnur bóru boð um eina hægri tign - ein tign sum kom omanífrá. Dreymar Jósefs minna á orð Messi- asar: Mær er givið alt vald í himli og á jørð. Jósef varð dømdur til deyða av sínum egnu brøðr- um, men í staðin fyri at taka hann av døgum varð hann seldur og latin fremm- andum. Ein av teimum 12 Juda, seldi Jósef fyri 20 silvurpeningar. Ein av teimum 12 Judas seldi Messias fyri 30 silvurpen- ingar, og Messias upplivdi eins og Jósef fyrst at verða dømdur av sínum egnu (jødiska ráðið) fyri síðani at verða givin upp til heidn- ingar - rómverska lands- høvdingan Pontius Pilatus. Jósef fann náði í Egypta- landi, men eftir svik og rangar ákærur varð sakleysi hebrearin eisini dømdur av teimum fremmandu og tveittur í fangahús í Egyptalandi. Hóast Pilatus onga skuld fann hjá Messi- asi varð hann kortini dømd- ur til deyðan. Fangahúsið í Egyptalandi er ein mynd av líðingum og deyða Messi- asar. Tveir menn eru nevndir sum líða somu revsing sum Jósef. Bakarin og skeinkjarin hjá Farao. Annar fann náði og hin ikki. Tá Messias varð rokn- aður millum brotsmenn, liðu tveir aðrir somu revs- ing samstundis, annar fann náði og hin ikki. Eftir at Jósef varð seldur til Egyptalands ráddi armóð og neyð heima hjá fað- irinum Jákupi og brøðrum Jósefs. Juda rýmdi frá brøðrum sínum og gevur hetta okkum ábendingar um eina spjadda ætt. Søgan hjá jødiska fólkinum síðani teir vrakaðu Messias er ein drúgv sorgar- og líðingar- søga um eitt fólk, spjatt millum øll heimsins fólka- sløg. Frá krossi til krúnu Kongur Egyptalands fekk ikki frið í sinni vegna plág- andi dreymar. Eftir einum degi er hebrearin Jósef leys- latin og hann er tann einasti í Egyptalandi ið kann geva Farao frið í sinni. Jósef sigur egyptum hvat framtíðin fer at bera, hann verður settur yvir alt Egyptaland og egyptar róptu "abrek" undan Jósefi. "Abrek" merkir "boyggi knø". Men egna ætt hansara livdi í vannkunn- leika. Tey trúðu at Jósef var deyður, samstundis sum heidningar kundu njóta gott av dygdum Jósefs. At Jósef stígur út úr fongslinum er ein mynd av tí kristnu vónini - upp- reisnin. Hóast Kristus hev- ur verið ærdur og tilbiðin av heidningum í 2000 ár sum hin upprisni Messias, so hevur jødiska fólkið sum fostraði Kristus sum heild, livað í andaligum myrkri. Í Egyptalandi fekk Jósef navnið Zafenat Panea sum merkir frelsari landsins. Tað er óneyðugt at gera viðmerkingar til messi- anska virðið í hesum heiti. Jósef fekk í Egyptalandi konu ið nevndist Asenat og við henni fekk hann synir- nar Efraim og Manasse. Í kristna boðskapinum verð- ur tosað um at heidningar eru børn Guds í trúnni. Og Messias hevur vunnið sær eina brúður millum heidn- ingar. Men hungursneyðin var svár í Kánanslandi og neyðin dreiv ætt Jósefs til Egyptalands, har Jósef aðru ferð varð kendur av brøðr- um sínum. Jødiska tjóðin kendi ikki Kristus tá teir møttu honum fyrru ferð. Tá brøður Jósefs komu aðru fer at keypa korn, er hugburðurin og sinnið øðr- vísi enn tá teir seldu Jósef. Jósef segði brøðrum sínum hvør hann var, og ættin varð seinni savnað í Gosen ið merkir sólskinslandið og er ein mynd av friðarríki Messiasar. At jødar í dag viðurkenna Kristus sum Messias í størri mun enn áður er ein sannroynd. Men hetta koma vit at síggja meira til í framtíðini. Gud hevur ikki vrakað fólk sítt, sum hann kendi framman- undan. Róm. 11,2. Niðurstøðan er greið: Allir týðandi sannleikar í tí kristna boðskapinum eru fjaldir í lívssøgu Jósefs. "Eg blunaði...." sungu tey vakurt um dreymar Jósefs í Norðurlandahúsinum. Lat okkum eisini hava í huga, at søgan um Jósef er profetisk og er tí annað og meira enn dreymar. VIÐMERKINGAR Nógv týðandi mál eru á skránni í Løgtingin- um, áðrenn tað fer heim um fáar vikur. Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur at tað verður koyrt út í eitt, inntil øll framløgdu málini eru avgreidd. Í løtuni eru 67 tingmál á skránni, harímillum løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar og fíggjarlóg fyri 2004 LÓGARVERK Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo – Fíggjarlógin skal helst samtykkjast innan fáar vikur, og nú skal hon so í fíggjarnevndina. Eg vóni, at tað fer at ganga væl, tí árið er so nógv útliðið, og tískil er tað átroðkandi at fáa eina nýggja fíggjarlóg skjótast gjørligt, sigur Ed- mund Joensen, løgtingsfor- maður. Bárður Nielsen framlegði tann 25.mars uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004. Fyrsta viðgerð av fíggjarlógini var tann 30. mars, og sum skilst verður arbeiðið við fíggjarlógini liðugt, tá vit eru komin inn á mai mánað. Eitt annað átroðkandi mál er uppskot til løgtings- lóg um annað útbjóðingar- umfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Tað er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, og tað gjørdi hann tann 14.apríl. Málið hevur ikki verið til fyrstu viðgerð enn, men løgtings- formaðurin sigur, at hetta verður helst fyrst í komandi viku. Eitt annað mál av týdningi fyri føroyingar er uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at broyta ognarviður- skiftini í Føroya Banka. Føroya Landsstýri hevur ítøkiligar ætlanir um at broyta ognarviðurskiftini í Føroya Banka soleiðis, at Fíggingargrunnurin fær heimild at selja upp til 20% av Føroya Banka. Tað er Bárður Nielsen, fíggjar- málaráðharri, sum hevur lagt uppskotið fram, og fyrsta viðgerð var tann 2. apríl. Málið er nú beint í fíggjarnevnd Løgtingsins, har Anfinn Kallsberg er for- maður. Tað er enn ógreitt, nær endalig at-kvøðugreið- sla verður í Løgtinginum. Tað var gamalt, at Løg- tingið fór til hús á flagg- degnum, men tað røkist onki fyri, at soleiðis verður í ár. – Tað kemur alt í senn, so tað er nógv at gera. Men tað hevur gingið væl við málsviðgerðunum, ongin stígur hevur verið í, so eg vænti, at løgtingsmanning- in kann halda summafrí, tá komið er eitt sindur inn í mai mánað, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður. Løgtingsformaðurin: – Nógv at gera í Tinginum um dagarnar Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur um løgtingsarbeiðið í hesum døgum, at nógv trýst er á, tí fíggjarlógin 2004 skal samtykkjast, og onnur týðandi mál skulu fáast ígjøgnum, áðrenn Tingið fer til hús miðskeiðis á mai mánaði • Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 tons 31% 34,5% 11,5% 0,5% • Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons 20% 23,5% 6% • Bólkur 6: Onnur 1% 2% 0,5% 0,5% Ein fyrimyndarlig skipan: Verandi lóg er ein fyri- myndarlig skipan. Hetta er sjálvandi treytað av at tað verður umsitið samsvar- andi andanum í lógini. Síðani Heilárs økisfrið- ingarnar og lógin »um vinnuligan fiskiskap« komu í gildi fyri 10 árum síðani, hevur tað gingist væl við fiskarskapinum á Føroya grunninum. Tí kann tað ikki verða nøkur skilagóð loysn at tosa um eina nýggja skipan í dag. Tað at politikkara í dag eru farnir at tosa um at gera eina nýggja skipan við fiskidagabanka, kunnu vit takka teimun fyri, sum hava umsitið lógina til egn- an fyrimun. Har ikki øll hava veri líka fyri lógini. Vit eiga heldur at gera ver- andi lóg meira ítøkiliga. Heimasíða mín: http://heima.olivant.fo/~ho yh/ Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10