fríggjadagur 16. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 72 - 16. apríl 2004
Nr. 72 - 16. apríl 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Skírisdag varð 90 ára
føðingardagurin hjá
Hans Thomsen, van-
liga nevndur Hanse-
mann, fyrrverandi
landmátara, í Havn,
hildin í Pálsstovu.
Umleið 230 fólk,
familja vinir og fyrr-
verandi starvsfelagar
vóru savnaði hendan
dagin
Hansemann er føddur í Por-
keri og vaks upp í Skemm-
uni sum nr. 5 av einum
barnaflokki ið taldi 11. Av
teimum eru fýra av systkj-
unum hjá honum í lívi, og
vóru tey við í føðingardeg-
num, tey eru: Sigrid og
Andrew, sum búgva í Por-
keri, og Astrid og Elsa, sum
búgva í Havn.
Hansemann hevur búð í
Havn síðan 1955. Hann
byrjaði sum landmátari í
1945 hjá Líggjasi Húsgarð,
sum helt til í Vági. Seinni
fekk hann starv á Matrikul-
stovuni í Havn, og flutti øll
familjan til Havnar í 1958.
Hetta starv røkti hann, til
hann var 72 ára gamal
Í 1940 giftist Hansemann
við Onnu Sofíu Tausen,
ættað úr Hovi. Tey fingu 6
børn:
Eivind,
Anniku,
Jórun, Niels, Ásgerð og
Heðin. Anna Sofía andaðist
1978 og Eivind í 2001.
Hóast tað eru 18 ár síðan
Hansemann
gavst
á
Matrikkulstovuni, stukku
fleiri av gomlu starvsfeløg-
unum inn á gólvið føð-
ingardagin. Nógvar talur
vóru hildnar og bólkurin
Ab Libitum spældi
Hansemannn ar við til at
stovna felagið Javna í 1971,
og var hetta eitt av hansara
hjartamálum, hann sat í
nevndini og var kassameist-
ari í mong ár. Hann hevur
eisini verið formaður í
Tænastumannafelagnum.
Hann hevur gingið í sam-
komuni í Ebenezer øll
árini, og kemur hann har
enn hvønn sunnnumorgun.
Hans Thomsen, Tórshavn:
90 ára føðingar-
dagur í Pálsstovu
Hansemann Thomsen helt 90 ára føðingardagin í Palsstovu skírisdag fyri umleið 230 fólkum. Á
myndini eru Óla Hendrik av Fløtum og Petur Djurhuus, sum eisini hevur fylt 90 ár
Mynd: Jan Müller
Fyrrverandi starvsfelagar á Matrikulstovuni, f.v. Ólavur
Clementsen og Hansemann Thomsen
Mynd: Jan Müller
Hansemann og Evald Sørensen arbeiddu saman á
Matrikulstovuni í mong ár
Mynd: Jan Müller
Hansemann saman við børnunum, f.v. Heðin, Ásgerð, Niels, Jórun og Annika
Mynd: Jens Chr. Guttesen
Fýra systkin:
Andrew, Elsa,
Sigrid og
Hansemann
Mynd: Jens Chr.
Guttesen
Frá føðingar-
degnum, Birgit av
Lofti, Hansemann
Thomsen, Sylvia
Danielsen og Óli
Breckmann
Mynd: Jan Müller
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jóhan B. Vilhelmsen
30 ár sum bakari
16. apríl 2004 eru 30 ár síðani Jóhan byrjaði í
bakaralæru hjá Frants. Og hevur Jóhan verið hjá
Frant líka síðani, tó undantikið eitt tíðarskeið í '93,
tá vit orsakað av kreppuni máttu steingja nakrar
mánaðir.
Vit, sum hava arbeitt saman við Jóhan, kenna
hann sum ein trúgvan og álítandi mann. Ein tú kanst
líta á, at hann ger tað, sum hann hevur átikið sær. Og
so ger tað tað ikki verri, at Jóhan er ein sera dugna-
ligur bakari. Hann hevur evnini til sítt yrki sum fáur,
tí ikki bara dugir hann væl at baka, men eisini er
hann óførur at leggja arbeiðsdagin til rættis.
Havi sjálvur arbeitt saman við Jóhan í 21 ár og
umframt at hann øll hesi árini hevur verið Frants ein
góður maður, so hevur hann verið mær ein hollur
stuðul í okkara dagliga arbeiði á bakarínum øll hesi
21 árini.
Hesu seinnu árini hevur Jóhan verið bakara-
meistari hjá okkum og sum so hevur hann ábyrgdina
av framleiðslu okkara. Bæði tað at framleiða nokk,
men kanska mest at framleiðslan livir upp til ta
góðsku, sum vit fegin vilja hava skal eyðkenna
bakstur frá Frants.
Pápi, Brynhild og eg vilja við hesum ynskja Jóhan
hjartaliga tillukku við hesum serliga merkisdegi.
Heini
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið elskaða kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Ida Anna Magnussen
andaðist og varð jarðað.
Takk til Klaksvíkar sjúkrahús og røktarheim, heima-
røktina í Kvívík og Klaksvík.Tøkk til øll, sum hjálptu
til við jarðarferðina.Takk fyri kakur, blómur og kransar.
Jakob
Jytta, Sonja og Asta v/fam.
Mikukvøldið hevði
Felagið Blóðgevi árs-
aðalfund í veitsluhøll-
ini á Landssjúkrahús-
inum. Á fundinum
vórðu tríggir blóð-
gevar heiðraðir og
felagið fekk nýtt
búmerki
Á aðalfundinum hjá Felag-
num Blóðgevi mikudagin
14. apríl vórðu virðislønir
handaðar teimum, sum
vunnu búmerkjakapping-
ina, sum tey trý blóðgev-
arafeløgini í Føroym høvdu
skrivað út. Tríggjar virðis-
lønir
vórðu
handaðar.
Martin Tórgarð, timbur-
maður í Havn, vann kapp-
ingina og fekk 1. virðisløn,
Eyðun Eliasen, arkitektur í
Havn fekk 2. virðisløn, og
Magnus Magnussen, arki-
tektur á Eiði fekk 3. virðis-
løn.
Tær 86 tekningarnar,
sum komu inn, vórðu allar
sýndar fram á fundinum.
Eisini
vórðu
serligar
heiðursgávur
handaðar
trimum blóðgevum, sum
hava latið blóð 75 ferðir og
meira, teir vóru: Mortan
Winther Poulsen í Hoyvík,
sum hevði latið blóð 77
ferðir síðan 1957, Kjartan
Christiansen í Havn, sum
hevði latið blóð 75 ferðir
síðan 1959, og Kristian
Davidsen á Sandi, sum
hevði latið blóð 75 ferðir
síðan 1967.
Felagið Blóðgevi bleiv
stovnað 23. mai 2001 við tí
endamáli at útvega sjálv-
bodnar blóðgevar til Lands-
sjúkrahúsið og saman við
øðrum tílíkum feløgum í
Føroyum at tryggja at
sjúkrahúsini í Føroyum fáa
nóg mikið av blóði.
Felagið skipar fyri fund-
um og øðrum tiltøkum til
frama fyri limirnar og
samstarvar við blóðbankan
á Landssjúkrahúsinum.
Høvuðstreytin fyri at
gerast blóðgevi, er at tú ert
millum 18 og 60 ár og vigar
meira enn 50 kg, og at
viðkomandi er frískur.
Á teimum trimum sjúkra-
húsunum í landinum eru
umleið 1.600 blóðgevar
skrásettir. Í Suðuroy eru
umleið 200, í Klaksvík
umleið 300 og á Lands-
sjúkrahúsinum eru okkurt
um 1.100. Tilsamans geva
teir blóð umleið 2.000
ferðir um árið.
Marita Simonsen, for-
maður í Felagnum Blóð-
gevi, sigur at áhugaði eru
vælkomin at tekna seg sum
blóðgevar á hesum telefon-
um: Suðuroy tel. 371133,
Klaksvík
tel.
455463,
Tórshavn tel. 311397, ella á
heimasíðuni:
www.gevidblod.fo
Felagið Blóðgevi:
Fleiri virðislønir handaðar
á aðalfundinum
Dagurin
16. apríl. Mariana. Teir vita onga halga konu við
hesum navni. Dagurin hevur eisini verið róptur
magnusarmessa, til minnis um Magnus Erlends-
son. Hann var jallur yvir helvtini av Orknoyggj-
unum, men systkinabarn hansara Hákun Pálsson,
sum hevði hina helvtina, søkti at honum, og Magnus
varð halshøgdur tann 16. apríl í 1115. Magnus varð
seinni skírdur halgimenni, og dómkirkjan í Kirkjubø
er vígd honum. Í halgilutaskápinum í múrinum eru
bein av Magnusi.
Formaðurin í Felagnum Blóðgevi, Marita Simonsen, handar her 1. virðisløn til Martin
Tórgarð, sum vann búmerkjakappingina
Mynd: Magnus Gunnarsson
Hesir blivu heiðraðir á aðalfundinum hjá Felagnum Blóðgevi: Mortan Winther Poulsen, sum
hevði latið blóð 77 ferðir síðan 1957, Kjartan Christiansen, sum hevði latið blóð 75 ferðir síðan
1959, og Kristian Davidsen, sum hevði latið blóð 75 ferðir síðan 1967
Mynd: Magnus Gunnarsson
Hesir tríggir fingu virðislønir fyri búmerkjakappingina: Martin Tórgarð, fekk 1. virðisløn,
Eyðun Eliasen, fekk 2. virðisløn, og Magnus Magnussen fekk 3. virðisløn
Mynd: Magnus Gunnarsson
C
M
Y
K
13
12