fríggjadagur 16. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 16. apríl 2004
15
Spennandi og forvitnisligt sær tað út, nýggja Føroyakortið við loyvisøkjunum í nýggju útbjóðingini, sum varå almannakunngjørt á Oljutinginum mikukvøldið.
Kelda Jarðfrøðissavnið/Oljufyrisitingin
15
14
Nr. 72 - 16. apríl 2004
– Mín visjón er, at
oljuvirksemið skal
gerast eitt munandi
ískoyti til okkara bú-
skap, og at tað vón-
andi bert í lítlan mun
skal hava negativa
ávirkan á samfelagið.
Tað verða vit, sum
stýra virkseminum,
og harvið í ein ávísan
mun hvørja ávirkan
vit loyva segði nýggi
landsstýrismaðurin í
oljumálum, tá hann
vitjaði í Oljutingin-
um mikukvøldið
OLJUTING
Jan Müller
Á Oljutinginum í Lista-
skálanum
hevði
nýggi
landsstýrismaðurin í olju-
málum sítt fyrsta høvi al-
ment at greiða frá, hvørjar
visjónir hann sum lands-
stýrismaður við ábyrgd fyri
oljumálum hevur fyri
hesum nýggja málsøkinum.
Bjarni Djurholm helt
fyri, at tað ofta verður sagt,
at ein nýggj samgonga
byggir á herðarnar á tí
undanfarnu, og tað er eisini
galdandi í hesum føri.
Hann ætlar sær tí ikki at
gera stórvegis broytingar á
økinum, og hevur tí eisini
bæði yvir fyri fyrisitingini
og í sínum samskifti ann-
ars, lagt dent á, at arbeiðið,
sum higartil er gjørt, skal
halda áfram. Og at hóast
Oljumálaráðið varð tikið av
eftir valið, so skal virksemi
hjá oljuumsitingini halda
fram sum áður.
Landsstýrismaðurin vísti
annars til, at politikkurin á
oljuøkinum er skipaður
eftir lógini um kolvetnis-
virksemi, lógini um fyrsta
loyvisumfar
umframt
skattalógum, og í sambandi
við eitt nýtt loyvisumfar
verða treytirnar, sum eru
galdandi fyri einstøku loyv-
ini, endurskoðaðar.
Mett verður um, hvørt
økið krevur, at broytingar
verða gjørdar.
Treytirnar í lógini um
annað útbjóðingarumfar,
sum varð borin í Løgtingið
beint undan páskum, eru í
stóran mun tær somu, sum
vóru galdandi í sambandi
við fyrsta útbjóðingarum-
far. Endamálið við oljuleit-
ing er framvegis at finna
olju ella gass í rakstrar-
verdum nøgdum á føroyska
landgrunninum.
Bjarni Djurholm segði
annars sína visjón vera, at
leitivirksemið, sum byrjaði
á landgrunninum í 2001
skal halda áfram, og at vit
fáa nýggj útbjóðingarumfør
við jøvnum millumbilum
komandi árini, soleiðis at
vit á føroyska landgrunn-
inum kunnu tryggja eitt
støðugt leitivirksemi, har
ymiskir leitimyndlar verða
royndir, inntil olja ella gass
í rakstraverdum nøgdum
verður funnin.
Oljuumsitingin
Síðani fyrsta Oljufyrisit-
ingin varð sett á stovn í
1993 og inntil fyrstu leiti-
loyvini og seinni boriloyv-
ini vórðu veitt, hevur
virksemið hjá umsitingini
verið merkt av, at leiðin, ið
skuldi gangast, var nýggj.
Umsitingin hevur ment
seg fyri hvørt stig hon hev-
ur tikið, og nú farið er undir
at fyrireika nýtt útbjóðing-
arumfar, kann man - næst-
an fyri fyrstu ferð - siga, at
umsitingin
kann
brúka
royndir, hon longu hevur
gjørt vísti landsstýrismað-
urin. Hann helt, at vit hava
eina lítla, men professio-
nella oljuumsiting, sum
hevur gjørt eitt megnar ar-
beiði higartil.Og hansara
visjón er, at umsitingin skal
halda á fram at mennast, og
at alt eftir tørvi, skulu ar-
beiðsbólkar kallast inn, t.d.
í sambandi við viðgerð av
boriumsóknum, fyrireikan
av nýggju útbjóðingarum-
førum osv.
Um farið verður í holt við
olju- ella gassframleiðslu,
fer tað sjálvandi at hava
nýggjar arbeiðsuppgávur
við sær, sum fara at krevja
ein aðra og størri umsiting.
Oljuleiting
Bjarni Djurholm vísti á, at
síðan tað av fyrstan tíð varð
tosað um at loyva oljuleit-
ing á landgrunninum, hava
oljumyndugleikarnir lagt
dent á, at virksemið í sam-
bandi við leitiboringar fór
at verða avmarkað, og at
tað bert í lítlan mun fór at
ávirka føroyska samfelagið.
Undan fyrsta leitiumfarin-
um varð eisini tosað um,
hvørja ávirkan oljuleiting
og tey fólkini, sum starvast
í oljuvinnuni fóru at hava á
okkara "lítla og serstaka"
samfelag. Gjørt varð greitt,
at í fyrstu atløgu í sambandi
við leitiboringar, sum bert
vara nakrar fáar mánaðir í
einum ávísum tíðarskeiði
av árinum, fór ávirk-anin at
verða minimal.
Geva og lata
Og landsstýrismaðurin helt
fram: – Eftir at fýra brunnar
eru boraðir sæst, at virk-
semið bert í lítlan fyri ikki
at siga í ongan mun hevur
ávirkað okkara samfelag.
Undan boringunum í 2001
varð m.a. nógv tosað um, at
húsaprísirnir í Tórshavn
vóru sera høgir, og at hetta
komst av, at oljufeløgini
rindaðu ein høgan prís fyri
at leiga hús og íbúðir til
teirra starvsfólk. Í sam-
bandi við ein fyrispurning á
Løgtingi, spurdi oljuumsit-
ingin seg fyri hjá oljufeløg-
unum, og vísti tað seg, at
tey leigumál, sum tey
høvdu, á ongan hátt vóru
órímilig. Heldur hevur tað
verið eitt samanspæl av
mongum tingum, so sum
góðum fiskiskapi, høgum
fiskaprísum, lágum rentu-
støði, rímiligum orkuprís-
um o.s.fr. tvs. sera lagaligar
umstøður, eitt viðrák av
teimum fáu, sum m.a. trýsti
kostnaðarstøðið upp og
harvið eisini húsaprísirnar í
høvuðsstaðnum.
Møguliga hava vónirnar
til fyrstu boringarnar eisini
ávirkað prísleguna uppeftir,
men neyvan nakað serligt í
mun til nevndu viðurskift-
ini frammanundan. Hann
helt tí fyri, at ikki fyrr enn
ein oljuleið er funnin og
gjørt er av at útbyggja hana,
kann ein veruliga meta um,
hvørjar avleiðingar olju-
virksemi kann fáa.
Bjarni Djurholm vísti
víðari á, at frá tí at olja/gass
er funnin í rakstrarverd-
ugum nøgdum og til fram-
leiðsla kann fara í gongd,
ganga vanliga nøkur ár, og
ta tíðina skulu vit nýta til at
meta um, hvussu vit sum
myndugleikar kunnu stýra
virkseminum, soleiðis at
tað fær sum minst av nega-
tivari ávirkan á samfelagið.
– Mín visjón er, at olju-
virksemið skal gerast eitt
munandi ískoyti til okkara
búskap, og at tað vónandi
bert í lítlan mun skal hava
negativa ávirkan á sam-
felagið. Tað verða vit, sum
stýra virkseminum, og har-
við í ein ávísan mun hvørja
ávirkan vit loyva. Vit mugu
eisini minnast til, at um-
framt eitt íkast til búskapin,
kann oljuvinnan hava nógv-
ar sera positivar ávirkanir
við sær, so sum nýggir og
spennandi
arbeiðsmøgu-
leikar fyri føroyingar.
OLJUTINGIÐ
Jan Müller
Bjarni Djurholm kom eisini
inn á avleidda virksemið og
føroysk luttøku í eini kom-
andi oljuvinnu. Hann vísti á
orðaskiftið í løgtinginum í
1999 um vinnupolitikkin
hjá landsstýrinum, og har
tað verður gjørt greitt, at
vinnupolitikkurin
hevur
sum visjón, at Føroyar
skulu hava "ein sjálvber-
andi búskap, sum byggir á
fleiri ymiskar vinnur, sum
skapa avkast, framburð og
vælferð í fríari, altjóða
kapping, og sum raðfestir
trivnað og umhvørvi ovar-
laga."
- Sum undantak frá meg-
inregluni í vinnupolitikkin-
um um fría kapping eru
ásetingar í lógini um kol-
vetnisvirksemi um treytir
til frama fyri føroyskum
vinnulívi og føroyskari
arbeiðsmegi. Endamálið
við hesi áseting er at
tryggja veruligt búskapar-
ligt virksemi í Føroyum. Í
einum leitiskeiði vil virk-
semi altíð verða avmarkað,
tí er endamálið í fyrsta um-
fari at betra um kappingar-
førið hjá føroysku vinnuni,
soleiðis at føroyskar fyri-
tøkur kunnu fáa atgongd til
oljuvinnuna - eisini í út-
londum vísti landsstýris-
maðurin á og helt fram:
- Áðrenn leitivirksemið
byrjaði, varð eisini tosað
um, at tað hevði stóran
týdning at hava okkara
vinnu við frá byrjan, tí um
so er, at vit ikki gerast eitt
oljuframleiðandi land, so
hava vit, um ikki annað, eitt
vinnulív sum kann átaka
sær avbjóðandi og menn-
andi uppgávur í útlondum -
okkara landi at gangi segði
Bjarni Djurholm og helt, at
sáttmálin, sum Atlantic
Airways herfyri gjørdi við
Aker Stord, um at flúgva
arbeiðsfólk úr Suðurnoregi
til Alta í Norðurnoregi, er
eitt gott dømi um, at vit
ikki tóku feil, tá vit meintu,
at okkara fyritøkur eisini
eru kappingarførar uttan
fyri landoddarnar, og at tær
hava eina góða og pro-
fessionella vøru at bjóða.
- Mín visjón er, helt hann
fram, at hesin sáttmálin
kann breiða seg sum ringar
í sjónum og føra til, at aðrar
fyritøkur fáa arbeiðsupp-
gávur í oljuvinnuni í út-
londum, og at arbeiðsupp-
gávurnar gerast fleiri í tali
og koma at fevna um eitt
alsamt størri tal av fyritøk-
um, soleiðis, at tá vit ein
dag fara í holt við olju-
gassframleiðslu, verða tað
føroyskar fyritøkur, sum
heilt náttúrligt vinna sær
avgerðandi
arbeiðsupp-
gávur - ikki tí at tær eru før-
oyskar ella tí at lógin ásetir
at vørur og tænastur skulu
um føroyskan bryggjukant,
men tí at tær eru professio-
nellar, álítandi og kapping-
arførar.
Í sambandi við at fast-
halda kravið um føroyska
kaikant mótvegis oljufeløg-
unum legði landsstýrismað-
urin annars dent á, at verða
okkara viðurskifti við ES
broytt munandi, so verða
vit eisini noydd til at taka
spurningin um kaikantin til
nýggja viðgerð.
Bjarni Djurholm vísti á,
at Oljutingið er ein tvørfak-
ligur felagsskapur fyri fólk,
ið starvast í oljuvinnuni
ella, sum hava áhuga fyri
oljuvinnu. Tað hevur stóran
týdning at vit áhaldandi
tryggja eitt virki samskifti
um karmarnar um oljuvirk-
semi í føroyska økinum, og
leggur hann sum landsstýr-
ismaður í oljumálum ser-
ligan dent á at hava eitt
opið samskifti við allar
áhugapartar.
- Skal visjónin náast um
at finna kolvetni í rakstrar-
verdum nøgdum og at til-
feingið verður til gagns fyri
føroyska samfelagið má
málið við 2. útbjóðingar-
umfari verða at tryggja
framhaldandi og støðugt
leitivirksemi, har ymiskir
leitimyndlar verða royndir í
føroyska økinum.
Oljuvirksemi munandi
ískoyti til búskapin
Listaskáli karmur um Oljuting
Listaskálin í Havn var mikukvøldið karmur um árliga
vártingið hjá Oljutinginum. Hóast oljutilgongdin
meira og minni hevur verið í tómgongd í eina tíð, so
tykist áhugin fyri tí føroysku oljuframtíðini kortini at
vera stórur. Ikki færri enn 60 fólk høvdu leitað sær í
Listaskálan at hoyra tvey av nýggju andlitunum í
oljuhøpi, nevniliga landsstýrismannin í oljumálum,
Bjarna Djurholm og nýggja stjóran á Oljufyrisitingini
Sigurd í Jákupsstovu. Teir vóru bodnir at halda fyri-
lestur um visjónir fyri eini føroyskari oljuvinnu og
um komandi útbjóðing.
Fasthalda krav um bryggjukant
Sigurd í Jákupsstovu, stjóri í Oljufyrisitingini, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður og Ben
Arabo, formaður í FOÍB greiddu frá í Oljutinginum, sum var í tí listarliga og musiska
umhvørvinum í Listaskálanum
C
M
Y
K
14
Vinnuskeið
Endamál
ALV kann verða tín
lopfjøl út á arbeiðs-
marknaðin. Vit kunnu
styrkja um títt sjálvsvirði
og -álit. Verða við til at
finna tær rætta plássið í
jungluni av arbeiðs-
møguleikum.
Endamál
Tilboðið hevur til
endamáls at geva
arbeiðstarnaðum fólki,
møguleika at upplærast
at útinna t.d. lættari
handverk.
Málbólkur
- Rørslutarnað
- Fólk við lættari sosialum
trupulleikum
- Fyritíðarpensionistar
- V.m.
Atlit skulu verða til at umsøkjarin kann klára seg á
arbeiðsmarknaðinum.
Málbólkur
- Avlamis pensionistar
- Fólk undir forsorg
- Rørslutarnað
- Lættari psykisk sjúk
- V.m.
Tilfar og umsóknarbløð fáast við at venda sær til Sjálvsognarstovnin ALV!
Sjálvsognarstovnurin
ALV
Smiðjugerði 6, kj.
Boks 301
110 Tórshavn
Tlf.: 35 00 70
Fax: 35 00 71
t-post: alv@alv.fo
Verkstað
Eindir: Margfaldstovan - Køkurin
Handlistastovan - Træverkstaðið
Eg vil víðari í lívinum...
hmm...hvat við verkstaðnum
ella vinnuskeiðnum
hjá ALV??