Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 72 - 16. apríl 2004 Nr. 72 - 16. apríl 2004 17 Farodane er heildarveitari av loysnum innan kunning- artøkni og skrivstovuhald, og virksemið fevnir víða. Á kunningarráðstevnuni fer Faro-dane at leggja dent á KT-trygd, fíggjarstýring og aðrar tænastur, ið serliga venda sær til virki og fyri- tøkur Einaferð í 80-árunum seldi Faro- dane bæði taffelchips og mikro- chips. Heilsølan, sum varð stovnað fyri yvir 50 árum síðan, stóð á einum vegamóti, og endin varð, at skrivstovuútbúnaðurin og teldutøknin vann á mat- og kolonialvørunum. Í dag bjóðar Farodane seg fram sum heildarútvegara til skriv- stovuna. Fyritøkan stendur á fýra beinum og veitir loysnir inn- an kunningartøkni, innbúgv, skrivstovulutir og skeiðtænastu. Annað ættarlið hevur tikið yvir og triðja ættarlið førir fyritøkuna inn í nýggjar tíðir. Ein av stovnar- unum og stjóri í 40 ár, Carl Herup Olsen, er enn í felagnum sum nevndarformaður. Ólavur Herup Olsen er forstjóri, og sonur hansara Rolf Herup Olsen er KT- stjóri. Trý ættarlið, sum standa á odda fyri umleið 45 starvsfólkum í Farodane. Í dag er kunningar- tøknin hornasteinurin í virksem- inum, og eini 30 fólk starvast burturav við veitingum í kunning- artøkni. Næstu árini fara vit at síggja herd krøv til KT-trygd. Nýggj lóg- gáva og tøkni er ávegis, og ser- liga tað almenna fer at noyðast at seta orð á ein KT-trygdar- politikk, sum sigur, hvussu farast skal fram við kunningartøknini. Farodane hevur brynjað seg til hesa tíðina, og á KT-stevnuni verður trygdin eitt av evnunum, sum Farodane fer at taka fram. Eitt annað øki, sum Farodane fer at leggja stóran dent á, er fíggj- arstýringin og bókhald. Virkið er farið inn í eitt nýtt samstarv við Visma Software, sum eru størst á økinum í Noregi og í løtuni víðka til restina av Norðurlond- um. Farodane ásannar, at marknaðurin eftirspyr fleiri og betri fíggjarstýringsamboð, og tí er fyritøkan vorðin føroyskt um- boð hjá Visma. Heimasíðurnar eru eisini ein sjálvsagdur partur av virksem- inum hjá Farodane. Farodane bjóðar millum annað sína egnu CMS-skipan til sínar kundar, og trý fólk taka sær burtur av at menna og viðlíkahalda heima- síðuskipanir. Farodane hevur eisini lagt stóran dent á at vera ein álítandi net- umsitari fyri fyritøkur. Serkøn fólk taka sær av rakstri og umsiting- ini av netumhvørvinum hjá fleiri smærri og størri fyritøkum, og tað samstarvið hevur riggað væl. Á KT-stevnuni fer Farodane at vísa fram, hvat skeiðtænastan Kvasir hevur at bjóða. Kvasir bjóðar eitt nú teldukoyrikort, men eftirhondini hevur skeið- tænastan lagt seg meira eftir grafiskum skeiðum. Kvasir verð- ur ofta biðið um at halda alskyns skeið úti hjá kundum, og menn- ingarskeið í leiðslu, sølu og tæn- astu eru á skránni uppi á Skota- rók við útsýni yvir Havnina. Útsýnið hevur víst seg at verið gott í Farodane, sum varð stovn- að í 1950. Fyritøkan hevur prógvað, at hon megnar at flyta seg við teimum skiftandi krøv- um, sum tíðin hevur við sær, og fyritøkan verður eisini í morgin ein álítandi samstarvsfelagi, lovar Rolf Herup Olsen, KT-stjóri og triðja ættarlið í Farodane. Stjóri: Ólavur Herup Olsen Stovnað: 1950 Starvsfólk: 46 Virksemi: Kunningartøkni, innbúgv, skrivstovulutir og skeiðtænasta Fjølbroytt fyritøka við góðum útsýni Heimamarknaðurin breyðføðir og gevur hugskot Uttan ein góðan heima- marknað var eingin útflutn- ingur, og føroyski brúkarin eigur sín lut í, at vit vera so væl móttikin úti í heimi, sig- ur Fróði Magnussen, stjóri á Formula.fo Formula.fo er helst tað KT-virkið í Føroyum, sum oftast hevur ver- ið í yvirskriftunum fyri serlig avrik síðstu árini. Á Vinnudegnum varð Ársins átak 2003 latið Formula.fo fyri menn- ingina av TotalView, sum er ein talgild vekslaraskipan. Tað var serliga avtalan við teldurisan Siemens um marknaðarføring uttanlands, sum vakti ans. Seinni er komið fram, at Formula.fo hevur fingið stóra avtalu í lag um sølu av ritbúnaði til tey fimm sjúkrahúsini í Stor- strøms amt. Har búgva seks ferðir so nógv fólk sum í Føroy- um, og allir stovnarnir í amtinum skulu eftir ætlan nýta skipanina PatSec. Hetta fekk fólk at kalla ordran fyri eitt satt frambrot. Dømini vísa, at Formula.fo hevur gingið undan og prógvað, at tað ber til hjá føroyingum at útflyta kunningartøkni, um rætt verður atborið. Líkt er til, at Formula.fo hevur fingið fótin fastan uttan- lands, men heimamarknaðurin er framvegis grundarlagið, legg- ur Fróði Magnussen eina við. — Sjálvandi vilja vit royna at skapa útflutning, men tað verður gjørt við útgangsstøði í heima- marknaðinum, sum breyðføðir okkum og gevur okkum hug- skot. Uttan eina sterka støðu á føroyska heimamarknaðinum, har kundarnir eru okkara ráðgevarar, so høvdu vit onki at útflyta. Hinvegin er okkara útflutningur við til at draga góð starvsfólk til okkara, sum so aftur styrkir okkara støðu í Før- oyum, sigur Fróði Magnussen. Tá ið Formula tosar um heimamarknað, so er talan ikki bara um Føroyar. Øll Norðurlond eru heimamarknaðurin. Føroyar eru sjálv rannsóknar- stovan. Føroy- ingar seta høg krøv, og hóast talan er um eitt lítið land, so hava Føroyar somu eyðkenni sum onnur framkomin lond. Fróði Magnussen heldur, at tað er ein styrki í Før- oyum, at tað er so stutt millum kunda og virki. Haraftrat er tað ein styrki, at føroyingar eru so smidlig arbeiðsmegi. Á Formula leggja tey stór- an dent á at arbeiða tvørtur um deildir, og tí sær starvsfólkið allan sjónarringin. Hesi bæði tingini samanløgd gera, at støðið verður tikið í tørv- inum hjá kundanum, og tí eigur føroyski brúkarin lut í út- flutninginum hjá Formula. Dømi um hetta eru forritini PatSec og TotalView, sum hava vunnið Formula heiður. Forritini eru ment beinleiðis til føroyska marknaðin. Ein tørvur verður staðfestur, og tann uppgávan verður loyst. Aftaná vísir tað seg, at vit í Føroyum ikki eru tey ein- astu, sum hava sama tørvin, men av tí, at Føroyar eru eitt lítið, avmarkað samfelag við eyð- kennum hjá altjóða londum, so ber væl til at selja øðrum somu tænastu. — Skjótleikin, smidleikin og nærleikin er okkara stóri fyri- munur, sigur Fróði Magnussen. Ársins átak 2003 varð latið Formula.fo fyri menningina av TotalView Stór menning er hend við elektroniskari skjalastýring seinastu árini. Á ársins KT- stevnu fer Formula.fo at vísa tað nýggjasta á økinum og vísir, hvat framtíðin hevur at bjóða. - Málið er at fáa tænastuna nærri til brúkaran. Skjalastýringin skal økja tænastuna til borgaran og fer at snúgva seg meira um, hvat ein stovnur ella ein fyritøka kann bjóða borgarum og ikki so nógv um, hvussu stovnurin skipar seg inneftir, sigur Edvard Remberg, stjóri á Formula.fo. Skjalastýring er eitt týdningar- mikið amboð serliga hjá almenn- um stovnum, tí teir hava skyldu til at skjalprógva og skjalfesta allar avgerðir. Upprunaliga var talan um eitt fysiskt skjalasavn. Seinni hava tey flestu fingið eina elektroniska journal, og pappírs- goymslan er nógvastaðni slept. Áður var ikki gjørligt at skanna pappír, tí goymslan var ov lítil, men telduorkan ger, at tann trupulleikin er burtur. Formula.fo hevur longu nógv ár á baki við skjalastýring og hevur seinastu tíggju árini góðar royndir við skipanini DocuLive, sum er ment av Software In- novasion. DocuLive, sum byrjaði við NoArk, verður nú til Grow Business Solution, og framtíðin sær spennandi út. Málið við skjalastýringini er at økja tænastustøðið. Tað kann gerast við, at ein stovnur hevur ein portal, har borgarin sjálvur kann avgreiða einfaldar tænast- ur. Hann kann sjálvur skráseta síni børn til fyrsta flokk, søkja um grundstykki, søkja um ansingar- pláss og so framvegis. Alt sam- døgrið. Í staðin fyri javnan at ganga á stovnin, kann borgarin so fylgja sínum máli, síggja hvar tað liggur, og hvussu gongst við at fáa tað avgreitt. Harvið lætnar arbeiðsbyrðan hjá stovninum, og tænastustøðið verður betri. Skjalastýring í framtíðini verður meira intelligent, og karmarnir verða flótandi fyri, hvat er skala- stýring, og hvat er er onnur dátuviðgerð. Málini verða sjálvlærandi. Tað skal skiljast soleiðis, at skipanin leitar eftir fordømum, so málsviðgerðin hevur lættari við at taka eina avgerð, sum er rættvís. Danski staturin hevur stungið út í kortið, hvussu skjøl skulu handfarast í framtíðini, og Grow Business er ein partur av hesum. Grow Business er soleiðis hættað, at tú kanst byrja spakuliga og víðka skipanina so líðandi. Tú kanst byrja spakuliga, hóast tú hugsar stórt. Skipanin verður sett í verk í løtuni og fer í framtíðini at loysa Doculive av. Á KT-stevnuni fer Formula at vísa fyrsta stigið á leiðini, WWW SAG. Stovnað: 1986 Starvsfólk: 65 Stjóri: Torkil Holm Petersen Virkisøki: Tólbúnaður, net- og datasamskifti og ritbúnaður Tænastan skal nærri borgaranum C M Y K 17 16 Internet